Haraftrat kemur, at fiskurin ikki er eins skaptur. Vit vænta tó, at nýggja amerikanska tøknin eisini fer at rigga væl í svartkjaftaframleiðsluni, sigur hann. Avgerandi er eisini, at fiskurin er feskur [...] fer eisini at hava vmk-skerimaskinur sum grundarlag undir síni framleiðslu av eitt nú sild og svartkjafti. Felags fyri arbeiðsgongdina umborð á hesum skipum er, at neyðugt hevur verið at hava eitt fólk [...] nú bendir mangt á, at hetta skjótt verður søga. Nýggj tøkni Amerikumenn hava nevniliga ment eina skipan við sjálvvirkandi ílegging av fiskinum, soleiðis at neyðugt ikki longur verður at hava fólk standandi
viljin er, at útvarpið og sjónvarpið skulu leggjast saman í Kringvarpið. Í júst hesum veruleikanum eigur tað at vera týdningarmikið og alneyðugt, at aðrir miðlar verða styrktir soleiðis, at møguleikarnir [...] loftbornu miðlarnar. Men tað eigur ikki at vera orsøk til, at journalistiska handverkið og øll prinsippir í góðum fjølmiðlasiði verða blakað fyri borð í ógrundaðari roynd at seta Sosialin og eigaraskiftið í óvanliga [...] fyri kapping á miðlamarknaðinum verða betri. At aðrir rópa upp um italskar tilstandir kann ikki annað enn takast sum staðfesting av, at ætlanin framvegis er at halda fram við illgitingunum og jagstranini
ferðaseðlar, men hetta merkir tó ikki, at tað ikki ber til at keypa sær ferðaseðil aftur og fram frá nýggja flogfelagnum. Prísirnir fyri ferðaseðlarnir verða tengdir at, hvussu tíðliga tú keypir tín ferðaseðil [...] ferðaseðlunum, fært tú loyvi til at hava heili 15 kilo við í handviðføri. - Vit vita, at tað eru nógv fólk, ið fegin vilja hava nógv viðføri við sær inn í flogfarið, so at tey kunnu gera skjótt av á flogvøllinum [...] frá. Hann sigur eisini, at umborð á flogfarinum verður borðreitt við heitum mati og drekkivørum, men um ferðafólk ynskja rúsdrekka, noyðist tey at gjalda fyri hetta. - Vit halda, at tað er mest rættvíst,
seinasta sendingin, sum vantaði, fyri at teir av álvara sluppu framat. Tí var tað rættiliga symptomatiskt fyri dystin, at málið sum Skála trýsti so nógv eftir at fáa, kom eftir ein deyðbólt, sum av reinari [...] ikki í dystinum. Ikki tí, bæði liðini royndu at gera sítt til at vinna dystin, men meiri spurdist ikki burtur úr enn tað sama. Tískil endaði dysturin við at liðini býttu stigini sína millum. Men javnleikurin [...] hevði tað verið steinur oman á byrðu. Trupult er at ímynda sær, at Suðuroyggin ikki hevði verið umboðað í landsins bestu deild, men tað sleppa vit nú undan at gera, tí yvirlivingin er ein veruleiki.
000 árliga og fara vit við hesum at heita á løgtingið og landsstýrið at bera so í bandi, at landsskattastigin fyri 2007 (fíggjarárið 2007)- verður tilevnaður soleiðis, at tað vera inntøkubólkar, ið hava [...] fíggjarmálum um, at ein skattalætti til lág- og miðallønir (løntakarar, ið vinna millum kr. 100.000 til kr. 225.000 árliga) ikki fer at ovurupphita føroyska búskapin, men fer einans at geva fjøld av landsins [...] lønandi hjá lág- og miðalløntum at arbeiða meira - um so er, arbeiði er at fáa - so meira peningur verður til vanligt neyðugt forbrúk. Arbeiðarafeløgini mæla staðiliga frá, at skattalættin ikki eins og undanfarin
rugbreyð, sigur Edith. Hon skundar sær at koyra vørurnar í ein posa. Edith veit, at hesin eini brúkarin bíðar eftir henni. Men hon veit eisini, at hon eftir øllum at døma fer aftur til handils seinni í dag [...] onga løtu í iva um hvønn týdning tað hevur, at ein handil er í heimbygdini. - Tað er virkiliga deiligt at kunna fara til handils her, sigur hon. Umframt tað, at hon og hini bygdarfólkini her fáa keypt tær [...] Edith ikki at tann dagur upprennur, at oyndfirðingar mugu av bygdini um teir skulu til handils. - Alt verður truplari, tá ein ikki hevur ein handil tætt uppá. Sum nú er, sleppi eg jú undan at fara aðrastaðni
Sosialinum kemur á vitjan. Orsøkin til friðin er helst at finna í tí, at tað nú av álvara er farið at styttast til dagin, tá jólasølan verður. Tað ræður um at fáa alt liðugt, so tað ikki gerst jólatrøll. Enn [...] Tað er ikki eitt ljóð at hoyra í øllum hesum stóra bygninginum. Her eiga nógv fólk at vera til arbeiðis, nú klokkan er farin at nærkast 14 seinnapartin mikudagin. Á hesum varda verkstaðnum á Brekku eru [...] so hevur ikki staðið á at sleppa av við teir. Tað er nú ikki tað ringasta at hava í huga, tá ein fæst við eitt handaligt arbeiði: Ger teg lidnan við tað, og tú ert vísur í at tað verður selt henda dagin
hava menn arbeitt við at seta ljós upp í tunlinum og at frosttryggja hann. Arbeiðið at gera tunnilin fullkomuliga lidnan er nú at enda komið, og tí er loyvi hjá almenninginum at koyra til Gásadals. Samstundis [...] væntar tí at fólk fer at flyta aftur til Gásadals í framtíðini. - Hví skuldu tey flutt av bygdini beint nú, ið vegasambandið er vorðið so gott?! - Nei, eg vænti heldur hinvegin, at fólk fer at flyta higar [...] bygdini hevði verið lív lagað, um tunnilin ikki var komin. - Vón okkara er nú, at fólkið fer at merkja ein tryggleika, við at vera saman í eini størri kommunu við góðum ferðasambandi, sigur Jákup Suni Lauritsen
børnini at koma saman við øðrum børnum og ungum, sum eru í somu støðu, sum tey sjálvi eru. Og Jansy greiðir frá, at tey síggja tað eisini í øðrum bólkum, í felagnum, at tað hevur so ótrúliga nógv at siga [...] gott vera, at tey fara at tosa um vinir, tí tað er sera týdningarmikið í lívinum hjá børnunum, hvussu teirra samband við vinirnar er. Tey kunnu til dømis tosa um, hvussu vinirnir taka tað, at mamman ella [...] siga fyri sjúklingarnar, at sleppa at tosa við onkran, sum hevur verið ígjøgnum tað sama. - Tá man kemur saman við øðrum, ið eru í somu støðu, leggur man merki til, at man slett ikki er øðrvísi, sigur Jansy
skjótt greitt, at ein av orsøkunum til sannførandi byrjanina hjá Heidfeld var, at hann hevði sera lítið av bensini í tanganum. Tá 14. umfør vóru koyrd noyddist hann í pittin eftir bensin og fyri at skifta dekk [...] plássi og endaði á 5., eftir at Robert Kubica var givin. Liðfelagin og debutanturin Heikki Kovalainen, megnaði at fáa 10. pláss, men koyrdi somikið ofta av breytini, at tað gjørdist pínligt. Sum avloysari [...] løtu, við at royna at seta ein veruliga skjóta tíð. Men hetta gjørdist eitt sindur for trýst fyri brasiliumannin, ið koyrdi um ein kantstein við ov nógvari ferð, og skaddi bilin somikið, at hann ikki megnaði