einki at hava ímóti, at hann aftur er biðin til kanska størsta føroyska tónleikapallin av øllum. - Eg velji í øllum førum at taka tað sum eina stóra viðurkenning, at eg framhaldandi verði biðin um at koma [...] sær kult-status her á landi. Og at stóri vísusangurin nú fjórða árið á rað er partur av festival-skránni, sigur væl ikki so lítið um, hvat virði fyrireikararnir síggja í at hava Hanus á skránni. Og sjálvur [...] eisini betri til hansara stíl, og tó at tað serliga fyrsta árið var sera trongligt hjá áskoðarunum, so merkti hetta ikki framførsluna sum so. Í so máta kann nærum sigast, at Hanus í fjør datt upp á stóra pallin
er eingin loyna, at eitt nú SMS til fánýtis áður hevur søkt um skeinkiloyvi. Men eftir at festivalar og onnur tiltøk hava fingið loyvi at skeinkja, var ikki longur nøkur haldgóð grund at nokta SMS hetta [...] leggur dent á, at tala avgjørt ikki er um nakra barr. - Tá vit fara at bjóða »bestu búffar í býnum« fram, vildi tað verið stór synd, um ikki bar til at drekka eitt glas av víni afturvið. Og at tað er hetta [...] ein mentanarligan dám, sum boðar frá, at her kemur mann ikki inn at tylla øl í seg, men fyri at fáa eina kulinariska uppliving. Og hóast tað ikki verður byrjað at skeinkja á Williams fyrr enn í næstu viku
bróta filmin av við at siga, at tað, sum nú kom, fór at vera ov ógvusligt at síggja. Teir fýra donsku læknarnir á ráðstevnuni hugdu sambært Claus Hencke niður í gólvið av berari skomm av at vera í ríkisfelagsskapi [...] fram fleiri vísindalig prógv fyri, at »dental amalgam« er størsta keldan til kyksilvurstrongd. Fiskur er eisini ein kyksilvurkelda, segði Dr. Fischer, og fyri at prógva, at kyksilvur ávirkar okkara sinni og [...] føroyingar gerast í grindadrápi. Dr. Fischer helt fyri, at høga mongdin av kyksilvuri í føroyingum var orsøk til, at teir ikki hava sálarligt yvirskot til at steðga hesum elligamla offurrituali. Áhoyrarnir vórðu
ferðmiklum spæli, men kortini gjørdist rættuliga skjótt greitt, at talan fór helst ikki at gerast um mest væl leikta dystin í endaspælinum. Einki at gremjast um Hetta hevur tó á ongan hátt verið oyðileggjandi [...] fyrr hava sæð, at partarnir á vøllinum hava verið sera bangnir fyri at tapa dystirnar, er hetta í nógvum førum vent, so liðini gjarna vilja vinna dystirnar, og hetta er í øllum førum at fegnast um hjá [...] men teir vera ivaleyst stinnir í dag, tá teir fara at gera eina nýggja roynd at verja heiðurin hjá róðrarfelagnum NSÍ. Størstu kappingina fara teir at fáa frá FM vinnaranum frá í gjør, Havfrúnni úr Vestmanna
Tele heldur fast við at tað er dýrari at reka fjarsiftistænastur í Føroyum enn í teimum størru grannalondunum, men Fjarskiftiseftirlitið heldur at eingin geografisk forðing er fyri at Føroyar kunnu koma [...] Róin. ? Vit stúra fyri at ásetti minuttprísurin kanska er lægri enn tann prísurin, sum tað kostar Føroya Tele at "framleiða" minuttirnar. Um so er, so fáa vit beinleiðis undirskot av at aðarar fyritøkur brúka [...] Norðurlondini. ? Vit halda at man skal "klappa hestinum" eitt sindur í fyrstu atløgu og so síggja hvussu tað gongur. Stóri vandin við at minuttprísirnir nú eru settir so langt niður er, at Føroya Tele um eitt
Tað var við spenningi sæð fram til, at vælumtókti bólkurin Kjølar fóru at koma við nýggju, (gomlu) EP'ini Skýmandi Kvøldið. Vit minnast jú øll, at lagið Skýmandi Kvøldið seinasta ár í drúgva tíð var nummar [...] teirri hugsan, at bólkurin helst er best live-bólkurin í landinum. Tað hevur altíð verið ein ávísur intensitetur yvir spælinum hjá teimum fýra limunum í bólkinum. Tíverri eri eg noyddur at siga, at eg haldi [...] Heldur ikki dámar mær at hoyra niðurteljingina í byrjanuni av remixinum. Hatta four, three, two, one virkar alt ov "popput". Tað er gleðiligt, at føroyskir tónleikabólkar eru farnir undir at gera remix av egnum
sigur Jenis av Rana, sum annars leggur dent á, at málið um at fáa formannin í uttanlandsnevndni frá, er sjálvstøðugt mál, sum einki hevur við samgonguna at gera. Tá uttanlandsnevndin eftir valið varð vald [...] Jenis av Rana, fyri at bróta hesa avtalu er, at hann er ónøgdur við arbeiðið hjá formanninum í uttanlandsnevndini. Jóannes politiserar Við Sosialin sigur tingmaðurin í Miðflokkinum, at formaðurin hevur ikki [...] fingið at vita frá danska for- sætisráðharranum, at um fullveldi verður úrslitið í Føroyum, so skulu vit ikki vænta okkum fíggjarligan stuðul úr Danmark, sigur Jóannes Eidesgaard, sum heldur, at tað er
sjónvarpið helst eitt sindur minni, men fakta er, at mentanin ikki rættiliga hevur nakað "søluvirði" í tíðindahøpi. Og tað er neyðugt at undirstrika, at av øllum, sum fjølmiðlarnir koma við, er tað tíð [...] tíðindi um tað ikki koma fram. Og her er tað so, at vit koma til mítt tankaexperiment: Latum okkum nú siga, at fjølmiðlarnir frá t.d. 1. januar ár 2000 avgjørdu, at nú skal tíðin/plássið í tíðindunum býtast [...] blaðsíður, hon er. Tey fara t.d. at vera noydd at senda brot úr konsertum, líkasum brot úr fótboltsdystum. Tey mugu verða líka áhugað í framsýningini hjá N.N., sum í at N.N. hevur skorað móti tí og tí.
deildarlið. Meiri torført verður tað at vinna so mikið stórt, at GÍ sleppur at halda fram í kappingini. Hetta eydnast bara, um GÍ vinnur við fýra málum. Um tað skuldi hent, at GÍ vann 3-0, so verður umdystur [...] liðnum NK Jedinstvo. Setningurin er í fyrstu atløgu at vinna, og við avrikinum í Bosnia í huga halda teir í Gøtu halda ikki, at eingir møguleikar eru fyri at røkka hesum málinum móti einum liði, sum teir í [...] fyri søgn mikukvøldið. Spurningurin er so, um tað fer at kennast aftur í avrikinum, at GÍ í kvøld spælir fjórða dystin í tíggju dagar, umframt at teir í sama tíðarskeiði hava verið á ferð í Bosnia. Spæla við
fólk á staðnum. Tað er jú ikki heilt bíligt at senda so nógv fólk avstað í so langa tíð, men vit ætla so sjálvandi at fylgja væl við aftur í ár og fara at royna at fáa tilfarið heim so skjótt sum gjørligt [...] sigur, at tey kenna kritikkin og skilja hann. Teir ítróttaráhugaðu føroyingarnir hava kortini ymiskt at gleða seg til, bæði í nærmastu framtíð og seinni í ár. Triðja jóladag var kappingin um at gerast [...] gjørligt, helst sama kvøld, sigur Ivan Niclasen. Hann sigur, at SvF fer at royna at fáa eitt samstarv í lag við Channel TV (sjónvarpsrásin hjá Ermasundsoyggjunum, blðm.) og svenska sjónvarpið SvT. Fýra heimadystir