Fyri at sleppa innum avmarkingarnar í Bøkjarabrekku og Niels Winters gøtu er tó neyðugt, at serflutningsakfarið er eyðmerkt við skrásetingarnummari og kontaktpersóni áðrenn ólavsøku, soleiðis at vaktarhaldið [...] hendan bussin, nýtast tí ikki at gera vart við seg. Onnur, ið vara av akførum til flutning av fólki í rullustóli, verða tó biðin um at siga kommununi frá, um tey ynskja at nýta henda møguleikan á ólavsøku [...] gera við at senda kommununi ein teldupost á torshavn@torshavn.fo við navn og telefonnummar hjá kontaktpersóni umframt skrásetingarnummarið á akfarinum. Legg til merkis, at tað ber eisini til at koyra oman
og her verður tað fyrst Dagbjørn Hansen, sum fer at bjóða vælkomin og fer at greiða frá verkætlanini. Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur, fer at hugleiða um føroyska róðrarbátin, og Kristina Djurhuus [...] felagssangur, kaffi, te og okkurt søtt afturvið. At enda fer Sámal Ravnsfjall at spæla og syngja nøkur løg, eins og bók um bátar og bátasmíð verður at fáa til keyps. Tað verður bátasmiðjurin í Kollafirði [...] , savnsvørður á Tjóðsavninum, fer at greiða frá um føroyska bátin á UNESCO-listanum. Heini F. Petersen, sum er ein av fyrireikarunum og eisini er rithøvundur, fer at greiða frá um bátasmíð í Sandavági
umborð fyri at tosa við manningina og fyri at skuldseta skiparan fyri at hava brotið forboðið um at sigla inn um 12 fjórðinga markið. Eisini skuldi løgreglan skuldseta alla manningina fyri at hava ferðast [...] føroyskt sjóøki. Orsøkin er, at grind er í Sandavági. Hon skal merkjast, skrivar jn.fo. John Paul de Joria hevur við heimild í lógini um trygd á sjónum fingið forboð fyri at koma inn um 12 fjórðinga markið [...] ferðast inn til Føroya uttan at vilja geva seg undir innferðareftirlit. Men løgreglan slapp ikki umborð. Nú hevur John Paul de Joria so á triðja sinni brotið forboðið um at sigla inn um 12 fjórðinga sjómarkið
verður í morgin 2. juni, fara vit at dansa fyri Iran og vísa fólkinum í Iran, at vit dansa við teirra lið, skrivar Amnesty í tíðindaskrivi. Í 44 ár hevur tað verið bannað at dansa í almenna rúminum í Iran [...] og tvungnar at geva eina almenna umbering. Eftir hesa hendingina eru fólk í øllum landinum farin út at dansa. Somuleiðis filma tey dansirnar og leggja filmsbrotini á sosialu miðlarnar fyri at vísa sína ónøgd [...] sýmbol uppá frælsisstríðið í landinum. Diana Jógvansdóttir Hansen fer at læra okkum dansin, sum fór viralt á sosialu miðlunum eftir, at nakrar ungar kvinnur í Iran filmaðu seg dansa sum eitt mótmæli móti
býarpartar í høvuðsstaðnum. Kyiv Independent veit at siga, at fólk í býnum hoyrdu í minsta lagi fýra spreingingar. Borgarstjórin, Vitaly Klitsjko, sigur, at partar av rakettunum endaðu í djóragarðinum í Kyiv [...] verður, at lopið er á við dronum, kryssararakettum og møguliga ballistiskum rakettum. Ávaringarlúðrar ljóðaðu í nátt um stóran part av Ukraina, og í Kyiv vórðu loftverjuskipanir aktiveraðar fyri at berja [...] styttst møguligu tíð. Serhij Popko sigur, at flestu russisku rakettir í loftrúminum yvir Kyiv vórðu oyðilagdar. ##med2## Fyrr í nátt segði hernaðarumsitingin í Kyiv, at vrakleivdir frá niðurskotnum rakettum
Novosti. Royndirnar at bróta ígjøgnum russiskar verjuskansar har suðuri í landinum eru eftir øllum at døma steðgaðar av russiskum herdeildum. Sambært Reuters hevur tað enn ikki eydnast at fingið tíðindini [...] ferðir sagt, at leingi væntaðu ukrainsku álopini á russisku deildirnar eru á "trappuni". So seint sum í gjár, segði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, at ukrainski herurin er til reiðar at leypa á. [...] ukrainska herinum er at reka russar úr aftur hersettum økjum. Í vikuni segði ukrainski forsetin soleiðis: - Hetta er ikki ein filmur. Tað er trupult hjá mær at siga, hvussu fólk fara at síggja okkara mótálop
biðið um, at ferðafólk seta Føroyar á svartalista. Málið við átakinum er at fáa føroyingar at gevast við grindadrápi - einaferð med alla. Meira um hetta kann lesast á www.dagbladet.no - Vit vóna, at mong vilja [...] skrivar í kvøld, at í juli vórðu ræðslusigin ferðafólk umborð í ferðafólkaskipinum "Ambition" óviljað vitni til grindadráp í Havn. Í drápinum løgdu 78 hvalir beinini. Sagt verður í greinini, at hvalirnir eitt [...] sett i verk í royndini at steðga føroyskum grindadrápi og drápi av springarum - ella "delfinum", sum tey rópa smáhvalin. ##med2## Í áheitanini verður eggjað ferðafólk til slett ikki at fara til Føroya yvirhøvur
heitir á íbúgvarnar í býnum um at halda seg við hús. - Orsakað av sera sjáldsomu støðuni, har útlit eru til, at vit fara at seta met í regni, heiti eg á fólk í Madrid um ikki at fara út í dag. Soleiðis skrivar [...] tekstboð til íbúgvarnar, har ávarað verður um floym. Heitt verður eisini á fólk um at lata akfør standa og ikki at fara út at koyra í spanska høvuðsstaðnum í dag. LaLiga-dysturin millum Atletico Madrid og [...] í dag, er avlýstur vegna veður, veit Reuters at siga. Ringa veðrið og oysregnið gera eisini um seg fleiri aðrastaðni í Spania í dag, sum vit helst fara at hoyra meira um seinni í kvøld.
ikki sita íbundin, sum tey skulu. Vaktleiðarin sigur, at tað kemur meira enn so fyri, at børnini ikki sita rætt íbundin. Tað kann snúgva seg um, at tey sita við tasku á rygginum. Men tað skulu tey ikki [...] tað eisini týdningarmikið at ansa eftir, at selin liggur, sum hann skal. Teir kunnu ofta stillast upp og niður, so selin passar til hæddini. Tað er slíkt, sum løgreglan roynir at vegleiða fólk um, tá tey [...] Klokkan hálvgum tvey fekk løgreglan boð um, at ein rúsdrekkaávirkaður persónur lá einum plássi, har nógv børn eru. Tá løgreglan kom á staðið, tyktist tað, at persónurin hevði brúk fyri læknahjálp, og tí
vísur í, at tað ert tú, ið ert farin undir at rita inn. Um tú ikki ert í fer við at rita inn, skalt tú altíð vera varin. Starvsfólk á Talgildu Føroyum og KT Trygd á Gjaldstovuni arbeiða við at steðga SMS [...] nærri sæst, at hetta ikki er samleikin.fo, og tú verður sendur til eina fremmanda síðu, ið biður um persónsupplýsingar. Tað er týdningarmikið, at vit altíð eru varðin, tá ið vit eru á netinum, og at vit ikki [...] Talan er um phishingálop, har óviðkomandi royna at fáa fatur á tínum persónsupplýsingum. – Vit heita tí á øll um ikki at trýsta á leinkið, skriva Talgildu Føroyar. Leinkið sjálvt líkist tí hjá Samleikanum