tørvurin verður ein mia. krónur um fýra ár. Felagsskapurin hevur sambært blaðnum biðið kommunurnar, sum eiga sjúkrahúsini, um hjálp, men hevur ikki fingið svar. Russar hjálpa Í Norðurnoregi er stórur tørvur [...] tann 11. september í fjør. Kortini kunnu teir á havnarskrivstovuni fegnast um, at "Queen Elizabeth" hevur biðið um bryggjupláss í summar, og at 30 onnur skip, sum eru størri enn 50.000 tons, hava biðið um
sigur, at tað er umráðandi at halda aftur í lønarhækkingum. Bankin sigur, at lønarvøksturin í Danmark hevur verið á leið tann sami sum í hinum ES-londunum, men at í 2001 var vøksturin størri í Danmark enn [...] niður. Vandi í vælferð Tað fer at koma keypiorkuni hjá tí einstaka norðmanninum væl við, at stjórnin hevur gjørt av at nýta meiri oljupengar, samstundis sum prísvøksturin er lítil. Harafturat kemur, at flestu [...] m ávarar um, at gleðin kann gerast stokkut. Sagt verður, at ein stórur partur av landsins ídnaði hevur veksandi trupulleikar á marknaðinum orsakað av vantandi kappingarevni, og at hetta sum frá líður kann
setti HSF so danan, Lars Nedergaard, sum landsliðsvenjara, og hann hevur síðani hetta arbeitt við liðnum, tó at hann ikki alla tíðina hevur verið í Føroyum. Nú fara fyrstu avbjóðingarnar hjá liðnum eisini [...] ið kl. 20.00. Mótstøðuliðið verður eitt samansett lið úr føroyskum manshondbólti, sum Sosialurin hevur tikið út, og hóast onkur avboð hava verið, so er helst talan um eitt lið, sum kann geva landsliðnum
Norska løgreglan sigur, at Josephine Grubben varð funnin í brattlendi, og tí verður hildið, at hon hevur verið áhaldsin og er dottin oman. Løgreglumenn og bjargingarmenn hava leitað seinastu dagarnar, og [...] Noregs at arbeiða sum hjálparfólk á einum gistingarhúsi í Geiranger í summar. Dynamitt stolið Onkur hevur verið inni í einum handli í Trysil í Noregi og stolið 3500 stengur av dynamitti. Tað er ikki smávegis [...] dynamittið lá væl goymt aftan fyi tvær dyr, men at innbrotsmenninir kortini eru komni fram á tað. Sum er hevur løgreglan eingi spor at ganga eftir í málinum.
Almanna- og heilsumálastýrinum somuleiðis vóru við. Vit kunnu í øllum førum staðfesta, at hugsað hevur ikki verið um avleiðingarnar av broytingunum í lógini. Sambært stjóranum á Almannastovuni ber rætt [...] nakað annað vísir seg enn ætlað. At melda slíkt aftur til politisku myndugleikarnar og fyrisitingina hevur ikki verið so høgt raðfest frá okkara síðu, men vit ynskja at leggja størru orku í tað og menna økið [...] Broytingin í dagpeningalógini, sum fekk ótilætlaðar avleiðingar, er valla einasta lógarbroytingin, sum hevur fingið aðrar avleiðingar enn upprunaliga ætlað. Men soleiðis fer altíð at vera í øllum lógarverkum
útróðurin er hampiliga góður. Á virkinum arbeiða tey mest kongafisk, svartkalva og upsa, men í seinastuni hevur vignast hampiliga væl hjá bátunum, sum royna við línu og snellu. Sum skilst á Martini Hentze, góð [...] útróðrarbátarnir fingið nógvan upsa, og onkran dagin hava fleiri bátar fingið yvir 3.000 pund. Tað hevur eisini gingið væl hjá teimum, sum royna við línu. Besta ?barometrið? í so máta er, at menn eru ikki [...] hevði Martin Hentze ikki heft seg við. Aftrat veiðini, sum løgd er uppá land á Tvøroyri hesa vikuna, hevur Fiskavirking á Tvøroyri eisini keypt eini 20.000 pund av svartkalva á uppboðssølu. Hetta var fiskur
til at eftirgera tað nýggja passið, men danska løgreglan hevur seinastu árini fleiri ferðir avdúkað, at menn hava gjørt donsk pass. Samstundis hevur tað víst seg, at nógvir danir missa passið burtur. Myn [...] Nýggj pass Donsku myndugleikarnir hava gjørt av, at danir skulu hava nýtt pass, tí tað hevur víst seg, at verandi pass er alt ov lætt at eftirgera. Danir fingu annars nýtt pass í 1997, og tá var orsøkin
lítið, sum tað ikki hevur verið seinastu fimtan árini. Sum gongdin hevur verið higartil í ár, koma umleið 4600 børn í verðina í Bergen í ár, og tað eru 300 færri enn í fjør. So lítið hevur talið ikki verið
Bristow, sum Atlantsflog leigar. Talan er um eina Bell 214 ST. Magni Arge stjóri er fegin um, at tað hevur eydnast teimum at fáa leiti- og bjargingarpartin, tí hann er tann mest krevjandi og torføri parturin [...] rætt at gera eina eftirmeting, soleiðis at báðir partar kunnu brúka tað til nakað positivt. -ENI hevur verið rættiliga miðvíst í sínum arbeiði at fáa føroyskar fyritøkur við í vinnuna undan sjálvari boringini [...] boringini. Vit eiga tí at síggja tingini sum eina samlaða heild. Men tað er greitt, at tað hevur verið eitt sindur av ørkymlan, tí tingini eru komin í so seint á borðið, og okkurt bendir á, at samskiftið
uppvaksin í Havn eru góð við Havnina. Tí er tað við undran at man kan lesa í bløðunum at Tórshavnar býráð hevur selt gomlu ognina hjá Thorvaldi Poulsen, sála, til eina íbúðarbyggifyritøku. Hesin vakri friðsali [...] friðsali blettur fram við tí annars so ferðslufyltu R.C. Effersøesgøtu, har Býráðið við hepnari hond hevur bøtt um ferðslutrygdina hjá teimum, ið eru til gongu, við at sneiða gongubreytina burtur frá vegnum. Seinastu [...] Seinastu tíðina hava fleiri býarskipanarmál verið frammi í fjølmiðlunum, har Tórshavnar býráð hevur tikið ivasamar avgerðir, sum meira ella minni eru trýstar niður yvir fólk, sum búgva í økjunum, málini