eftir amerikumannin Charles L. Mee, fram til 19. mai. Tað er danski leikstjórin Lars Henning, ið hevur umsett og tillagað. Føroyski sjónleikarin er Barbara Christophersen úr Vestmanna. Tá Tjóðpallurin [...] True Love er ein sterk lýsing av kærleika og avbjóðar vanliga vanahugsan. Høvundurin Charles L. Mee hevur skrivað fleiri leikrit, ið á onkran hátt fáa íblástur úr grikskum leikritum. True Love er eitt av [...] +45 35 36 36 89. Tað sæst í leikskránni, at føroyingar og íslendingar eru við í leikinum. Sjónband hevur prentað bæði leikskrá og plakatir, ið eru gjørdar av einum føroyskum sniðgeva og eini íslendskari
- Fyri okkum hevur tað stóran týdning, at fáa ein sáttmála sum hendan. Frithleif Olsen, leiðari á FJM í Runavík, kann ikki vera annað enn væl nøgdur við Fish Fair stevnuna. FJM er ein av teimum fyritøkunum [...] fyritøkunum, sum tað hevur eydnast at fáa ítøkiligan sáttmála undir land á stevnuni. Tað hendi nú fríggjadagin, tá ið Frithleif Olsen og Hanus Hansen í Klaksvík, settu nøvnini undir ein sáttmála um eina nýggja [...] Olsen sigur, at hetta er ein hampuliga stórur sáttmáli, sum teir eru sera fegnir um at fáa, tí tað hevur sera stóran týdning fyri fólkið at hava arbeiðið gangandi alla tíðina. Einir 45 mans arbeiða hjá FJM
ið, men tveir teir seinastu dystirnar hevur stígur verið í spælinum. Í dag skuldu teir so royna at reisa seg, tá ið teir skuldu vitja eitt GÍ-lið, sum ikki hevur víst tað stóra í ár. Tað var NSÍ, sum sat [...] Hetta vóru trý týdnigarmikil stig hjá NSÍ, sum við sigrinum lyftir seg upp á eitt triðja pláss. GÍ hevur hinvegin trupult við at finna rætta stevið, og liggur á einum 8. plássi. GÍ - NSÍ 1-2 1-0, Pól Jáhannus
Black Sabbath á sama palli. Bólkurin, ið Ozzy Osbourne var við til at stovna hevur verið til í ymiskum útgávum í 40 ár, og hevur givið eitt ótal av útgávum út. Í apríl kemur fløgan Heaven & Hell ? The Dio [...] Ronnie James Dio á odda, Korn, Black Label Society og Ozzy Osbourne vitja. Um tú ert ein av teimum, ið hevur tungmálm í æðrunum, so er Keypmannahavn í fyrru helvt av juni eitt dreymaferðamál. Herfyri gjørdist
í Føroya Banka ikki enda aftur á privatum hondum. Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í Mentamálum hevur tikið áheitanina frá Listasavni Føroya til eftirtektar og sum vit hava umrøtt í aðrari grein her í [...] Mentamálaráðnum verður, at Listasavnið fær ognarrættin til listaverkini hjá bankanum. - Men Listasavnið hevur ikki pláss fyri teimum og tí kunnu vit væl hugsað okkum eina loysn, har tey verða hangandi í bankanum [...] Eyðun á Rógvi er formaður í Fíggingargrunninum, sum eigur bankan. Hann sigur, at nevndin í grunninum hevur ikki viðgjørt málið enn og tí dugir hann ikki at siga, hvørja støðu, Fíggingargrunnurin fer at hava
bjóða tann nýggja barnaskúlan út í summar, sigur Páll á Reynatúgvu, borgarstjóri á Sandi. Arbeitt hevur verið við hesi ætlanini í eini fimm ár, har fólk úr kommununi, skúlastýrinum og lærarar hava tosað [...] hugsandi fólkavøkstri, um ætlaði Sandoyartunnilin gerast veruleiki. Snotuligur skúli Gamli bygdarskúlin hevur nú tænt fyri seg í 123 ár. Í løtuni ganga einir 40 næmingar í 1. til 4. flokki í skúlanum. Her vóru [...] vorðnar fleiri. Men hetta er hóast alt ikki nóg mikið til at nøkta dagsins tørv á einum barnaskúla. Tí hevur ein arbeitt við ætlanini um ein nýggjan bygdarskúla. Hesin nýggi skúlin fer at hava fimm vanligar
Síðani í heyst hevur verið arbeitt við at fyrireika henda fyrsta handilin við endurnýtsluvørum hjá Sudanmissiónini í Føroyum. Í Danmark hevur henda missiónsrørslan ein hóp av slíkum handlum. Í roynd og [...] upphæddini frá teimum ymisku endurnýtsluhandlunum í Danmark - og nú eisini í Føroyum. + logo (Kári hevur eitt)
Í samstarvinum við Tórodd hevur Kaj skapt eitt slag av skitnum føroyskum C.V. Jørgensen við tyngri føroyskum stevi. Hetta er poetiskur popp/rokkur. Við sær til Føroyar hevur Kaj Klein ein flokk av donskum [...] útgávukonsertir í Miðlahúsinum og á Bryggjuni Kaj Klein gevur mánadagin út Úr Maskinrúminum, ið hann hevur gjørt í samstarvi við Tórodd Poulsen. eitt verk, har góður tónleikur og góðar yrkingar ganga hond
útbúgving frá Det Fynske Kunstakademi. Á Ung í Føroyum Eystur hevur Oggi Lamhauge myndlist. Oggi er ein av okkara kendu grafikarum, hevur egið verkstað og gallerí í Søldarfirði, har hann eisini undirvísir [...] fram Báðar stevnurnar enda við opnum verksmiðjum, har áhugaði kunnu koma og eygleiða, hvussu arbeitt hevur verið. Á Ung í Føroyum Suður verður skipað fyri gisting tvær nætur, meðan Ung í Føroyum Eystur er
Kollafirði. Gongdin hjá ÍF hevur verið góð síðstu dystirnar. Av seks teimum seinastu dystunum hava tær vunnið fimm, so teirra pláss í oddinum er fult uppiborið. Hjá KÍF hevur eisini gingið strúkandi síðstu [...] vunnið allar dystirnar Dystirnir ímillum KÍF og ÍF hava verið sera spennandi í ár, men hvørja ferð hevur ÍF drigið longra stráðið. Fyrsti dysturin í grundspælinum endaði við 3-2 sigri til ÍF á Kambsdali