Barok í Klaksvík bjóðar í kvøld millum annað upp á live-tónleiki, plátuvendara og eina modell handan barrdiskin. Reklamu og undirklædnamodellin Randi P., Jón & Símun og Dj RED verða nevniliga øll í Barok [...] Barok í kvøld. Randi er úr Danmark og arbeiðir sum reklamu- og undirklædnamodell. Hon kemur at arbeiða lætt íklødd sum barrvørður í Barok leygarkvøldið frá kl. 24. Jón Jacobsen og Símun Heimustovu úr bólkinum [...] øll kenna og eisini sangir, ið bólkur teirra Grandma´s Basement hevur skrivað Dj Red setir diskotekið í gongd kl. 24 og heldur áfram til kl. 04.00. Barok letur upp kl. 22.30
mitt inni í Norðoyartunlinum. Vakthavandi á politistøðini greiðir frá, at menninir vóru ísakaldir, tí miðalhitin inni í tunlinum er altíð umleið 5 hitastig. Teir tríggir høvdu verið á veg úr Havn í hýruvogni [...] klæðini hjá øllum. Eftir øllum at døma høvdu teir veddað um at ganga gjøgnum tunnilin. Løgreglan í Klaksvík varð send eftir monnunum, sum síðani vórðu koyrdir til hús. Søgan sigur onki um, hvør vann veddingina
góðveðri í Klaksvík, fríggjakvøld spældu Scorpions til størstu konsert í Føroyum nakrantíð, og leygardag mátti festivalurin steðgast orsaka av stormi. Eftir festivalin var ógreitt, hvussu støðan hjá festivalinum [...] hildin í døgunum frá 7. til 10. august, og mikudagin 12. desember byrjar forsølan til festivalin Summar Festivalurin 2007 var ein serstakur festivalur. Hóskvøld hugnaðu fleiri túsund fólk sær í góðveðri [...] av fyriskiparunum. Mikudagin verða vikuskiftispassini til Summar Festivalin 2008 sett til sølu, og í desember verða passini seld fyri serligan prís.
givið hetta tilfarið út á fløgu. Fløgan kallast: ?Sum ungur caballeiro?. Í hesum sambandi verður vísusangløta í ATLANTIS í Klaksvík leygardagin kl. 16.00. Á hesu vísusangløtu, er meiningin, at øll tey sum [...] Niels og Lylli fara at spæla til konsert í Atlantis leygardagin. Teir tulka Evert Taube á føroyskum. Teir báðir Lylli og Niels Midjord hava síðstu árini umframt Kingosangin fingist við at tulka kenda svenska [...] sum koma fáa eitt hefti, har allar tær vísur hjá Evert Taube , sum eru týddar til føroyskt, eru í. Niels og Lylli fara at syngja fleiri av vísunum, ið eru á nýútkomnu fløgu teirra.
har er einki farið fram, sum ikki er í samsvarið við lógina. Í báðum støðum halda teir, at teir at tað eru eftirvirkningarnir frá Ólavsøkuni, sum geva friðin. Í Klaksvík hendi heldur ikki tað stóra tíbetur [...] tiknir fyri rúsdrekakoyring tíðliga leygarmorgunin. Tann fyrri varð tikin eftir at hann hevði verið við í einum ferðsluóhappi. Løgreglan hevði illgruna um, at ikki alt var sum tað skuldi, og rætt var. At løgreglan [...] sindur meira av tilvild. Løgreglan ger nakrar stakroyndir um náttina, og tað var her teir fingu klørnar í ávirkaða bilføraran.
Hetta vikuskftið verða barnamøti í Betesda í Klaksvík, og har hava tey gjørt nógv burtur úr við at hugna um og pynta. Barnamøti verða fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin við spølum, klovnum, kappingum [...] byrjar morgunmøtið kl. 11 við, at sungið verður saman við børnunum fyrstu 20 minuttir, áðrenn tey fara í barnaansing. Kl. 12:30 byrjar barnamøtið, sum endar Kl. 13:30, tá ið frokostur verður fyri øll. Skráin
Í annaðkvøld klokkan 20 skal KÍ spæla á útivølli móti montenigriansku meistarunum, Sutjeska í øðrum umfarinum av Europa Conference League undankappingini. Returdysturin verður spældur við Djúpumýru í Klaksvík [...] Klaksvík, mikukvøldið 27. juli klokkan 19. 34 ára gamli Arda Kardeşler úr Turkalandi verður høvuðsdómari til dystin. Arda Kardeşler hevur dømt í bestu turkisku fótbóltsdeildini síðani 2015, og har er ofta [...] Arda Kardeşler hevur bert verið høvuðsdómari til tríggjar dystir í evropeiskum undankappingum fyri felagslið, men royndirnar frá Super Lig í Turkalandi burdu borgað fyri einari ávísari góðsku.
Tað hevur verið væl av vindi í nátt, og hann hevur verið høgur í ættini. Tíðliga í morgun fekk løgreglan eina fráboðan úr Klaksvík um, at ein húsaklædningur úr aluminium hevði rivið. - Hetta hevði helst [...] n hjá løgregluni visti í morgun at siga, at átaksleiðarin hjá Klaksvíkar kommunu hevði fingið boðini um skaðan. - Higartil hava vit ikki fingið aðrar fráboðanir um vindskaðar í nátt, legði vaktleiðarin [...] n aftrat. Seinnapartin í gjár var aftur galið á Tjørnuvíkarvegnum, har nakað av grót-og moldtilfari var komið oman á vegin. - Hetta var á leiðini, tey rópa Lundagjógv, og Landsverk tók sær av at rudda
n er av í summar. - Vit harmast um, at øll hesi arbeiðsplássini hvørva, men okkara besta ískoyti til menning eru arbeiðspláss, sum bera seg, og tað vilja vit royna at gera framyvir í Klaksvík, sigur Trond [...] tini høvdu eisini stóran týdning, sigur nevndarformáðurin í partafelagnum Næraberg, Trond Williksen. Hann sigur, at teir tríggir eigararnir í Næraberg arbeiða væl saman, og at ætlanin er at halda fram
rættiliga áhugaverdur í hesum sambandi. Í projektinum er talan um trý ymisk sløg av íbúðum, sum eru ávíkavist 49. 72 og 110 fermetrar stórar. Kostnaðurin fyri hesar er úr 750 tkr. upp í 1.220 tkr., og tá standa [...] Bygging Í tíðindaskrivi siga partarnir, at tørvurin á íbúðum leingi hevur veri ð rættiliga stórur í Runavík. Og við at gera fleiri smærri íbúðir, halda partarnir seg hava funnið ein byggihátt, sum er rættiliga [...] Vist er eitt samtak við P/F Falkon á Saltnesi, Sp/f Haldur Vang á Toftum og Sp/f Fuglø Arkitektum í Klaksvík. Meira kunnin um ætlanina sæst á slóðini, www.vist.fo.