vísir á, at tað á ein lætt atkomuligan og skiljandi hátt skal bera til at finna útav, á hvørjum døgum og á hvørjum fráferðum, tað er møguligt at keypa ferðaseðlar til lýsta prísin. - Tað eigur at vera møguligt [...] møguligt hjá brúkarum at spyrja um ella leita á netinum eftir prísi, soleiðis at upplýst verður á hvørjum døgum og hvørjum fráferðum, tað er møguligt at keypa ferðaseðlar til tann lýsta prísin, sigur B [...] ð. Vegleiðingin, sum er gjørd í samstarvi við P/F Atlantic Airways og Ferðavinnufelagið, er at finna við at TRÝSTA HER .
avlopi í áravís, er tað nú farið at bragda aftur í rakstrinum hjá Runavíkar havn. Eftir at havnin hevur verið skipað sum samanløgd virkiseind í níggju ár, ber til at staðfesta, at árið 2013 verður metár hjá [...] samanbering. - Til ber at siga, at havnin í stóran mun hevur brúkt fasilitetirnar fram ímóti hámarkinum í 2013, og tí skal ikki roknast við sama vøkstri fram eftir, uttan so, at bygnaðurin - ella struktururin [...] Runavíkar havn at siga í dag. - Inntøkurnar í ár tátta í hálva tólvtu miljón krónur, og avlopið verður góðar seks miljónir krónur. Runavíkar havn vísir á viðløgdu stabbamynd og sigur, at her sæst ein tvífalding
bannar fólki at roykja í almennum bygningum í Grønlandi, og tað kann eisini vera ein orsøk til, at so nógv færri sigarettir koma til landið, leggur hon afturat. -Nú tað er vorðið ólógligt at roykja á a [...] og í øllum almennum bygningum, eru tað mong, sum noyðast at fara útum at roykja, og tá tað er rættiliga kalt í Grønlandi, kann hetta fáa fólk at leggja av, sigur Susanne Stilling við kringvarpið í Nuuk [...] var talið 68 milliónir. Hugaligt hjá heilsumyndugleikunum, men tað er ikki vist, at tann stóra broytingin veruliga merkir, at færri og færri fólk í Grønlandi roykja. -Tað kunnu vera tvinnar orsøkir. Annaðhvørt
rin, sum nú er 76 ára gamal, enn ikki farin inn at sita, tí umframt at nokta seg sekan, hevur hann tveir møguleikar eftir at kæra og fer uttan iva at brúka báðar. [...] frá eini ungari gentu og fyri at hava misbrúkt politisku støðu sína. Somuleiðis sigur dómurin, at Berlusconi fær lívlangt forboð ímóti almennum tænastum, sum eitt nú merkir, at hann ikki longur kann lata [...] tí úrskurði, at Berlusconi hevur keypt sær kynsliga samveru frá eini skøkju, sum var yngri enn 18 ára gomul, og at hann misbrúkti álitisstarv sítt sum forsætisráðharri, tá hann royndi at forða kanning
Euronext metti, at føroyingarnir Rani Gærdbo, Herman Winther og Tórur Hansen, høvdu besta forrætningsforstáilsi, og at teir megna at gagnnýta rávørur og høli í teirra egna umhvørvi, at skapa eina burðardygga [...] burðardygga framleiðslu, at marknaðarføra vøruna og harumframt hava teir gott innlit í fíggjarlig viðurskiftir. Harafturat varð mett, at Faroese Sea Salt var tað virkið, sum møguligir íleggjarar helst vildu [...] størsta møguleikan at klára seg framyvir. Hetta er ein tann størsti heiðurin, ið Faroese Sea salt kundu fáa í kappingini. Brynhild Høyer, ið hevur verið lærari og ráðgevi, heldur at næmingarnir hava viljan
løtuni hevur leikbann fyri at bíta ein annan spælara. Framtíðin hjá Luis Suarez í Liverpool er ivasom, eftir at spælarin sjálvur skal hava úttalað seg um, at hann ikki hevur tað so gott í Onglandi. Fyrst [...] serliga Real Madrid. Nú ljóðar so, at Arsenal, sum eins og Liverpool eisini er í Onglandi, ger eina roynd at fáa fatur á bóltsnillinginum úr Uruguay. Søgan sigur, at Liverpool hevur avvíst boðnum hjá Arsenal [...] Arsenal váttar, at felagið hevur spurt seg fyri hjá Liverpool um umstrídda framherjin, Luis Suarez. The Telegraph skrivar, at Arsenal hevur bjóðað áleið 250 milliónir krónur fyri Luis Suarez, sum í løtuni
hallir, og tær fara at hýsa kappróðrarbátunum, inntil róðurin verður klokkan 15 í morgin. Róðrarfólkini eru nú bjóðað at fáa sær at eta, og formaðurin í róðrarsambandinum sigur, at fuglfirðingar eru blíðir [...] á varmakeldustevnu í Fuglafirði ídag. Høvuðsdómarin, Trúgvi Johansen, hevur gjørt av, at veðrið er ov vánaligt at rógva kapp. -Veðrið er øtlað nógv síðani í morgun. Tá var hann vestan í ættini, men síðani [...] hon var fyrrapartin. Vit hava roynt at gera klárt á 500 metrum til barnaróðurin, men har høvdu vit stórar trupulleikar við startinum, og nú hava vit tikið avgerð um at útseta soleiðis, sum ásetingarnar geva
summar fara fólk í Arbeiðsloysisskipanini at gera sítt til, at ikki øll tann føroyska ullin verður brend. Í samstarvi við Búnaðarstovuna fer ALS nevniliga at taka ímóti ull í summar. Ullin kann latast inn [...] ni. Men tey hava tó ikki tørv á at koyra allan vegin til Kollfjarðar fyri at sleppa av við ullina. Á heimasíðuni hjá Vága kommunu verður sagt, at fólk úr Vágum og úr Mykinesi kunnu lata sína ull inn á [...] Dentur verður lagdur á, at ullin skal vera bæði rein og turr, tá hon verður latin, og skal haraftrat verða koyrd í plastsekkir. Eisini fólk í vestastu oyggjum okkara fáa høvið at stuðla hesi verkætlanini
Syderbø, ið tó staðfestir, at hon og Lena ætla sær at gera sítt besta. Tær hava í upptaktini til leikirnar vant saman við monnunum, og Guðrið heldur, at teir eru væl fyri eisini. – At vit hava vant saman við [...] Buð, sum letur væl at umstøðunum á Gøtu sandi, har tey hava vant, tá veðrið hevur verið til vildar. Lena sigur, at munurin á vanligum flogbólti og strandarflogbólti fyrst og fremst er, at spælararnir eru [...] spælarar í vanligum flogbólti, og at vøllurin heldur ikki er so nógv minni. – Tað krevur meira av okkum, bæði kropsliga og tekniskt, tí tað ræður um at plasera bóltarnar rætt og at brúka kroppin rætt, sigur hon
tað hevur heldur ikki eyðnast at fáa eina viðmerking frá henni. Eisini vildu vit vita, um danska stjórnin fer at gera fleiri royndir at finna eina samráðingarloysn. Eftir at Helle Thorning-Schmidt var í [...] til Brússel fyri at mýkja støðuna millum Føroyar og ES. Sum kunnugt eydnaðist tað ikki. Forstætismálaráðharrin vil heldur ikki svara uppá, um Danmark fer at gera meira í málinum fyri at finna eina loysn [...] viðmerkingar til ætlaðu handilsforðingarnar hjá ES mótvegis Føroyum. Vit ætlaðu at spyrja hana, um stjórnin er liðug at kanna, um handilsforðingarnar eru í stríð við grundlógina. Mette Gjerskov, matvø