Havstovan var 10. juni vertur fyri einari verkstovu um fyribrigdið “bleytur makrelur”. Stórur makrelur í Atlantshavinum vísir seg at vera infiseraður við Kudoa thyrsites , ið er ein smávera innan myxosporidiur [...] heyst. Hesar kanningar blivu so fylgdar upp við einari verkstovu, har umboð fyri føroyskar granskingarstovnar hittust at kunna seg um fylgjurnar av Kudoa - infektión. Sum serfrøðingur varð innkallaður Dr [...] frá NIFES í Bergen. Íalt møttu 18 luttakarar til verkstovuna um Kudoa thyrsites . Hesi vóru umboð fyri: Varðan Pelagic, Atlantic Fish Tech, Náttúruvísindadeildina, Fiskaaling, Havstovuna og Heilsufrøðiligu
stuðli til Fountainhúsið, tá skipað verður fyri konsert leygarkvøldið í Tøting. Á skránni hetta kvøldið eru bólkarnir Rökkvi og Ranchus. Handan navnið Rökkvi goymir seg fuglfirðingurin Rógvi Oddvørson. Rökkvi [...] lutfalsliga nýggj tónleikaverkætlan. Rökkvi luttók á tónleikakappingini Sement fyri einum ári síðani, har bólkurin stóð seg væl, og hevur bólkurin veruliga fingið vind í seglini, aftaná nýggju útgávuna [...] útgávuna Where Is The Sun, ið teir nýliga hava verið á konsertferð við í Danmark og í Grønlandi. Fyri akkurát einum ári síðani, kom fyrsta útgávan hjá Ranchus “Feeling Like A Caged Lion Pacing Behind One Way Glass”
Til tíðir hevur tað tikið upp á seg at keypa brúktar bilar í útlandinum og flyta teir til Føroya og mangur føroyingur í dag heldur seg hava gjørt nógv góð keyp á hendan hátt. Tó bendir okkurt á, at í løtuni [...] løtuni er eingin marknaður fyri hesum. Í øllum førum eru tølini fyri innflutningi av brúktum akførum heilt lág, tó á umleið sama støði sum í fjør. Hetta vísir mánaðarliga uppgerðin frá Akstovuni um innflutning [...] brúktan persónbil meiri enn fyrstu fimm mánaðirnir í fjør. Tó so, ein ávísur marknaður tykist vera fyri brúktum lastbilum. Higartil í ár hava vit innflutt 25 brúktar lastbilar, samanborið við 10 fyrstu
frálíka kapping spældi seg heilt í finaluna, har hon tó mátti boyggja seg fyri íslendsku Kolfinnu Bjarnadóttir. Harvið vann hon silvur. Hetta var triðju ferð, at skipað varð fyri Arctic Open. Næsta ár verður [...] verður Føroyar vertur fyri kappingini, sum tá eisini verður liður í fyrireikingunum til oyggjaleikirnar í Gotlandi, har føroyska borðtennislandsliðið eisini fer at luttaka.
Fótbóltsfjepparar um alt Evropa gleða seg til í summar, tá EM í fótbólti fer av bakkastokki í Fraklandi, men nú røkist fyri, at ein av teimum heilt stóru tjóðunum ikki verður við. Spanska blaðið El Pais [...] kreppuna hjá Villar í síni 28 ár sum forseti fyri spanska fótbóltssambandið. Líknandi ákærur vórðu reistar móti Villar áðrenn EM í 2008, men tá loysti støðan seg aftaná ein fund við Sepp Blatter, táverandi [...] fíggjarligt óreglusemi hjá formanninum í spanska fótbóltssambandinum, Angel Maria. Hann er undir illgruna fyri lána pening hjá fótbóltssambandinum til liðini Recreativo Huelva og Tenerife. Tað metir alheims f
Felagsskapirnir hava biðið forsetavalevnini um at binda seg til, um tey skuldu vunnið valið, at taka seks stig fyri at fáa FIFA á rætta leið og syrgja fyri, at felagsskapurin ikki brýtir ella er virkandi til [...] hjá FIFA og tann, ið vinnur, má geva seg heilt til víttfevnandi broytingar, sum kunnu byrja við hesum seks stigunum, sigur Kerry Moscoguiri, ið samskipar tiltakið fyri Amnesty. Tey seks punktini eru at lesa
Nýggja nevndin gleðir seg at fara til verka, og fer at fylgja tí leisti, sum fráfarandi nevnd hevur lagt. Ungt Sjálvstýri bleiv endurstovnað í juni 2015, og hevur síðani tá arbeitt fyri at tryggja grundleggjandi [...] sum skal vera undir einum slíkum felagið. Nevndin hevur arbeitt hart fyri at økja um limatalið, at skipa grundleggjandi sjónarmið fyri ungmannafelagið, at vera virkið í samfelagskjakinum og vera virkið í [...] boðar í kvøld frá, at nevndin, sum varð vald á eykaaðalfundinum tann 1. oktober, í kvøld hevur skipað seg. Nýggja nevnd felagsins sær soleiðis út: Birgit Sivertsen, forkvinna Olgar Nielsen, næstformaður Paulina
skamt uttan fyri býin Cuernavaca sunnan fyri Mexico City, verður sagdur at vera nógv merktur av skipaðum kriminaliteti og handli við rúsevnum. Gisela Mota Ocampo, sum áður hevur sitið á tingið fyri vinstravongin [...] at mexikanski borgarstjórin, Gisela Mota Ocampo, fekk sett seg í borgarstjórasessin í Temixco, so bleiv hon myrd. Ein bólkur av monnum breyt seg inn í heimið hjá 33 ára gomlu kvinnuni, skjeyt og drap hana
Seafood á Strondum. Hon hevur tikið við leiðsluni fyri framsleiðsluni av laksarognum og laksayngli á støðini hjá Fiskaaling. Hon er eisini leiðari fyri lívfiskastøðini í Skopun. Tað veit Fiskaaling at siga [...] ber. Hon heldur, at ein stór avbjóðing altíð er at fáa arbeiði at ganga rationelt og at halda seg innan fyri fíggjarkarmarnar. - Ein týðandi liður í góðari framleiðslu er nøgd starvsfólk, og hetta er nakað [...] siga. Sjálv sigur Lisa, at hon fer at leggja seg eftir at hækka tænastustøðið hjá Fiskaaling enn meira. - Hetta er kjølurin í alivinnuni, og okkara tænasta til bæði veitarar og keyparar skal vera á so
skuldsettur fyri harðskap. Onkur vitni eru til hendingina og løgreglan skal nú tosa við fleiri fólk fyri at fáa greiði á, hvat tað var, sum fór fram. Annars er ein maður eisini tikin í Havn í nátt fyri at koyra [...] á vegnum og bløddi illa. Løgreglan kom á staðið og tað vísti seg, at maðurin, sum lá á vegnum hevði verið uttan vit eina løtu. Tað vísti seg eisini, at hann hevði fingið skaða í høvdið og bløddi frá vørrini