monnum er Árni Gregersen. Liðformaðurin hjá Víkingi er 42 ára gamal, og hann er miðverji og verjuálit við góðum eyga fyri við neyvum sendingum at leggja bóltin fram til teir fremri á vøllinum. Hetta er fyrsta [...] fyrsta ferðin, at Atli Gregersen er kosin at vera ársins spælari. -Hesum hevði eg ikki roknað við, og eg veitt satt at siga ikki, hvat eg skal siga, segði Atli Gregersen, men so fótaði hann sær: -Nú eri [...] á landsliðnum, og tá ið tað eisini eru landsliðsspælarar, sum hava valt meg at fáa henda heiður, so er tað ivaleyst, tí teir billa sær inn, at tað so verður lættari at sleppa á liðið. Atli Gregersen hevur
seg um, hvussu demensøkið var skipað. Eisini var fundur við Alzheimerfelagið fyri at fáa kunning um, hvat felagið hevði at viðmerkja um støðuna hjá persónum við demens, sum búgva á stovni. Fyribils hevur [...] num 1-2, har tikið verður samanum frá vitjanunum, og hvørji tilmæli umboðsmaðurin hevur givið. Her er stutt samanskriving av viðmerkingum og tilmælum frá umboðsmanninum Um dagligdagin á deildunum Hóast [...] skapa góðar møguleikar fyri at búfólk og teirra avvarðandi kunnu hava tætt samband, hóast bústaðurin er á einum stovni. Samstarvsráð Á tí eina røktarheiminum varð upplýst, at samstarvsráðið ikki var aktivt
útboði er, at eitt færri tal av fyritøkum skulu undir at gera tað umfatandi og kostnaðarmikla arbeiðið, sum krevst fyri at veita tilboð, serliga í samband við størri verkætlanir. Harumframt er talan um [...] metingini. Hetta er ikki ein trupuleiki Tórshavnar kommuna eigur at hugsa um. Og eiga allar fyritøkur sum kunnu hugsast at hava førleikar, eisini at vera við. · Fyrimunir við avmarkaðum útboði er, at kommunan [...] spara útreiðslur í samband við meting av tilboðum, av tí at talið av tilboðum, ið koma inn er avmarkað. Tað er meira umráandi at flest møguligar skikkaðar fyritøkur í Tórshavnar kommunu sleppa framat kappingini
segði hann, at russiskar herdeildir høvdu lopið á undirstøðukervið í býnum. Ógreitt er, hvat slag av undirstøðukervi talan er um. - Seks fólk eru deyð og níggju særd. Eldur kom í á staðnum, sum varð álopið [...] álopið, skrivar Ivan Fedorov. Zaporizhzhya liggur í landsynningspartinum av Ukraina og er sostatt bæði navnið á einum býi, sum liggur við ánna Dnieper og á økinum rundan um. /Ritzau/
hendan tunnilin komandi árini, sigur hann. Hann vísir á, at farleiðin til Vestmanna er góð, tá veðrið er gott, men tíverri er ov ofta ikki koyrandi í vetrarhálvuni fyri vindi og kava. – Umframt vestmenningar [...] fyrireikaður og projekteraður. Tá Tjørnuvíkartunnilin er liðugur, verður eftir ætlan farið undir Vestmannatunnilin.’ – Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2025 er 1 mió. kr. sett av til tunnil til Vestmanna í 2024 [...] tunnil til Tjørnuvíkar er farið í gongd, kann væntast at ferð eisini kemur á fyrireikingarnar til Vestmannatunnilin. Men hóast greiða setningin um, at ‘Tá Tjørnuvíkartunnilin er liðugur, verður eftir ætlan
uttan um alment útboð. Landsstýrismaðurin, ið varðar av kommunumálum, varð fyrr í ár spurdur. Hann er endurgivin fyri at siga: “Tað kann í summum førum tykjast sum, at tað eru persónligu sambondini, sum [...] 12. november hava vit øll møguleika at nýta okkara demokratiska rætt til at siga okkara meining um hvat vit vilja. Skal skattgjaldarans peningur umsitast á ein forsvarligan hátt aftur, so má skiftast út
nýggjan fiskiveiðusáttmála við Føroyar. Tað er soleiðis, at aðru hvørja ferð eru tað Føroyar, sum bjóða til samráðingar, og aðruhvørja ferð er tað Russland. Hesaferð er tað Russland, sum skal bjóða til samráðingar [...] nakran sáttmála við stýrið hjá Putin, so leingi Russlandi er í kríggi í Ukraina og dagliga drepur fólk, eisini kvinnur og børn. Men Tjóðveldi er tvíbýtt. Sum skilst eru tað Liljan Weihe, Bjørt Samuelsen [...] fiskiveiðuavtaluni sum higartil. Í Framsókn er eisini tvístøða, har serliga Hanna Jensen vil hava, at nýggjur sáttmáli verður gjørdur. Javnaðarflokkurin er, um ikki í minniluta, tí hann hevur helmingin
alifelagnum, Sulefisk, í oktober í ár. Slíkt er ikki óvanligt í Noregi, tí í 2023 hendi tað átta ferðir, at tunfiskur endaðir inni í norskum alinótum, og higartil í ár er tað hent sjey ferðir. Tað veit norska [...] norska heimasíðan www.ilaks.no at siga, og tað er Fiskivinnuumsitingin, sum kemur við hesum tølum. Tað var í síðstu viku, at norska alifelagið, Mowi, hevði ein tunfisk inni í einum av sínum alinótum. Fyrr í [...] hesum tíðarskeiði hevði fiskurin etið seg mettan av laksi í nótini, veit Sulefisk at siga. Makrelstyrja er heimsins størsti tunfiskur. Fiskurin kann gerast upp í tríggjar metrar langur. Hann kann viga upp móti
Harumframt siga hesi, at ein atkvøða fyri mær, er ein atkvøða fyri tí “sama”. Jeg vil geva teimum partvíst rætt, tí tað er ein sannroynd at jeg renni ørindi; MEN tað er fyri Tvøroyri jeg renni ørindir! Og veljarar [...] øllum sum verjir og mennir Tvøroyri. ONGIN ivi skal vera um tað! Tað er líkamikið hvussu stór forðingin er ella hvussu stór mótstøðan er, so vil jeg framhaldandi stríðast fyri framburðinum á Tvøroyri. Jeg [...] veljarar á Tvøroyri vita akkurát, hvat ið teir fáa, um teir atkvøða fyri Bjarna Hammer! Teir fáa tann SAMA mannin, sum áhaldandi berjist fyri hvørjum tí einasta arbeiðsplássinum í kommununi! Sum berjist fyri
mikið at fáa afturfyri? Og hvat um hetta tal minkar heilt munandi í komandi avtalu? Er tað so eisini í lagi? Heldur Sirið tað vera í lagi, at eftirlitið við russisku risaskipunum er einastaðni millum minimalt [...] minimalt og ikki-eksisterandi? Er hon sannførd um, at uppgivnu nøgdirnar hjá russum eru rættar - og at hjáveiðan er innan loyvt mark? Tað má hon jú vera sannførd um - men hvat byggir hon hetta stóra álit á [...] Asia Alliansan millum Russland og Iran er eisini sterkari enn nakrantíð, nú Sirið meldar út. Kortini ristir hon ikki á hondunum. Ikki bara politisk virði Eitt er, at Sirið heldur russiska-føroyska srj