mánaða 1996, og tá Kemilux International segði ja til at verða sponsor, varð alt komið uppá pláss. Tað er krav til nýggj lið, at tey byrja í lægstu deildini, og tí leikti Magn í seriu 5 kappingarári 1996 [...] færri enn 8 av føstu leikarunum frá í fjør vóru burtur flestu teirra fluttir. Roknað var tí við skrædlið tá farið varð undir kappingina í ár, tí kappingin í seriu 4 er munandi harðari enn í seriu 5. Og [...] liði var samanspælt og tær málsligu forðingarnar vóru burtur fekk liðið bara heilt væl burturúr. Tað er longu greitt, at norðuratlantiska samtarvið á fótbóltsvøllinum heldur fram næsta ár.
Kappingin ú 3. deild er býtt upp í tvær kappingar, og eftir fyrsta umfar er Sandavágur á odda í 3. deild A, meðan Havnin er á odda í 3. deild B. Í Unglingadeildini eru bert trý lið, og tí er bert ein dystur [...] deild og niður í dreingjadeildina. Í 1. deild kom Kollafjørður best frá byrjan. Við altjóða meistaranum Tigar Hillarp Persson, sum eisini er venjari hja kollfirðingum, á odda, vunnu teir 31/2-1/2 á Streymi [...] 2. Hesir dystir verða allir sunnudagin og byrjað verður klokkan 14. Toftir best frá byrjan í 2. deild Toftir kom best frá byrjan í 2. deild. Tey dystaðust við uppflytararnar úr Gøtu og vunnu 3-1. Jónfinn
í seinastuni. Tað, sum fyri almenningin hevur verið so torgreitt at fáa skil á, er fyri Sverra Hansen púra greitt. Tað, at Framtaksgrunnurin varð stovnaður og fór undir virksemið, var tað einasta rætta [...] til eina nýggja framtíð. Og tað eru eisini aktiv í Fiskasøluni, sum geva yvirskot. Talan er ikki bert um undirskot. Tapini, ið stava frá fyrra hálvári, eru frá einum projekti við íslendskari fyritøku við [...] debitor. Umframt tað hevði Fiskasølan við árslok seinast so stórar goymslur av fiski, sum tók longri tíð enn væntað at selja fiskin. - Tað eru hesi viðurskifti frá fyrra hálvári í ár, sum er orsøk til hallið
ofta fáa áheitanir frá ymiskum útelndskum feløgum um at lýsa í bókum av ymiskum slag, og at tað alt ov ofta verður sagt ja uttan at kannað verður, hvat tú fært fyri pengarnar. ? Talan er ofta um útlendskar [...] virkjum og stovnum vóru í telduskrá hansara. Seinasta dømi sum Arbeiðsgevarafelagið veit um, er eitt postkrav frá virkinum United Telecom Trust, ið heldur til í Liechtenstein. Felagið, ið eisini hevur adressu [...] hesa luttøku var 3.249,50 krónur, men ikki er óvanligt, at prísurin kann vera tvær reistur hetta. Arbeiðsgevarafelagið heldur, at um henda telduskrá í heila tikið er til, hevur hon neyvan nakað virði. Bert
Málið um fast samband um Vestmannasund er aftur vorðið aktuelt. Herfyri boðaði landsstyrismaðurin í samferðslumálum frá, at hann fór at taka málið uppaftur, og nú hevur Vága Vinnufelag latið gera bókling [...] Ólavi W. Høgnesen, sosiolog skrivað. Í bóklinginum, sum er 30 síður, verður lagt til grund, at Føroyar í dag standa á einum vegamóti - partvís við tað, at útjaðarin viknar og meginøkið mennist í kjalarvørrinum [...] verður komið inn á sjálvan tunnilsspurningin. Hvat er ein undirsjóvartunnil og hvørji krøv verða sett til hann. Ein avgerandi spurningur í hesum viðfangi er spurningurin um trygd, og í hesum sambandi hava
tey saltað. Tað hevur verið okkara stóra styrki, leggur stjórin afturat. Tað hevur annars verið ført fram, at tað ber ikki til at hava lønandi fiskaarbeiði í Sandoynni? ? Tað er tvætl. Tað má standa fyri [...] Var tað ikki akkurát hetta, vit vildu sleppa undan? ? Jú, eg veit. Men spurningurin er, um tað var tað rætta at gera øll liðini í fiskivinnuni leys av hvørjum øðrum. Egil Olsen sigur, at sum er, hugsar [...] toskafiskiskapurin er minkaður eitt sindur í seinastuni, men samstundis er tað góða hent, at tað hevur verið væl meiri av fáa av hýsu. Styrktir í trúnni Egil Olsen sigur, henda tíðin, sum farin er, hevur ikki
um staðið, komið verður til. Hóast dýrt er í Reykjavík, er ikki líkt til, at íslendingar lata tað ganga út yvir klædnabúnan. Tann, sum klagar um, at tað ikki er livandi fyri høgum prísum í Føroyum, hevur [...] rein og noslig. Væl ruddað, so tað er ein frægd. Tí stendur tað sum ein greflig andsøgn, at ikki so fá hús og bygningar annars kortini tykjast hava eina ábót fyri neyðini. Tað tykist, sum gamlir bygningar [...] niður, og nýtt bygt í staðin. Ikki tí, pláss er saktans fyri at byggja aftur at uttan at taka tað verandi niður. Nógv arbeiði Tað tykist vera nakað um tað, sum Einar segði, at íslendingar arbeiða bara
átti tað at fingið víðari ræsur. Tað kostar, og tað krevur, men hetta er neyðugt. Politikararnir áttu at gjørt eina langtíðarætlan fyri sjúkrahúsverkið, og tað er ikki meira ógjørligt, enn at tað fæst [...] afturlatin frá 19. desember til 5. januar. B7, medisinsk deild, letur aftur frá 1. desember til 19. desember, A3 letur aftur frá 5. desember til 5. januar. Omanfyri vegin letur Pensionatið aftur frá 5. desember [...] viðgerð, tey hava fyri neyðini. - Tað eru eisini tey menniskju, sum starvast á Landssjúkrahúsinum, og tey, sum umhugsa at søkja starv har, og tað er uttan mun til, um tað eru læknar, sjúkraystrar. fysio
hansara, liggur minnið um ræðulig og samstundis veruligar upplivingar, at Jerry er vísir í, at tað ikki bara er nakað hann billar sær inn. Tá Jerry ikki koyrir taxa, savnar hann allar tær upplýsingar, hann [...] komplotti. Teoriirnar umfata bæði stórt og smátt - ótta fyri øllum frá fluori i vatni til stórar altjóða búskaparligar avtalur. Men Jerry er ikki so býttur. Eitt stað, langt afturi í tíðini, í minni hansara [...] gátuføra sálarfrøðinginum, Dr. Jonas (Patrick Stewart), sum er eins áhugaður í at finna út av, hvat krógvar seg í heilanum hjá Jerry, sum hann sjálvur er. Men kanningarnar hjá dr. Jonas eru brutalar og um at
, og tað er bert ein háttur at fáa størri yvirskot á fíggjarlógini. Tað er við at minka um útreiðslurnar. - Almennu útreiðslurnar eru øktar. Er tað skilagott? - Tað er rætt, at ein lítil øking er í almennu [...] num, og hin er, at tað er umráðandi ikki at tátta ov nógv í. - Frágreiðingin nevnir júst, at fíggjarligu skerjingarnar í 93 og 94, eru orsøk til góða úrslitið í dag? - Tað er rætt, at tað í árunum 1993 [...] fíggjarlógini. Tað hava teir ikki sæð áður. Tað er sjálvandi positivt at tosa um tað, heldur hann kortini. Landsstýrismaðurin nevnir tveir lutir, sum hava týdning í hesum máli. Annar er, at allir flokkar