Tað er eisini umráðandi, siga tey í Gigni, at foreldur ikki fara í stórar fólkamongdir ella aðrar samkomur við sínum smáu børnum, tí vandi er fyri smittu við RS-virus allastaðni, tá RS-virus er í hæddini [...] smittuverja er at vaska hendur ofta og hvørja ferð, tú hevur havt samband við ein, sum hevur sjúkueyðkenni. - Tað er týdningarmikið at vaska hendurnar, áðrenn farið verður til pinkubarnið. Sama er við systkjum [...] gerast ógvuliga sjúk av RS-virus, ið er ein krímsjúka, sum bæði børn og vaksin kunnu hava, og øll kunnu smitta – eisini tey vaksnu. Gigni vísir á, at tað tískil er umráðandi at halda frástøðu frá teimum
sligu atgerðirnar síggja út til at hava til endamáls, at fólk skulu sita uttan el og hita í vetur, sigur hon. Í tíðindaskrivi sigur norski uttanríkisráðharrin, at hetta er ein desperat roynd hjá russum [...] vinum hjá norska uttanríkisráðnum verður sagt, at endamálið við vitjanini er at vísa ukrainska fólkinum samhuga og stuðul til landsins verju. - Vit lata og fara at halda fram við at lata stórar nøgdir [...] í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, í dag. Vitjan er komin í lag eftir, at russar í vikur hava lopið á sivila undirstøðukervið í landinum, sum hevur ført til, at stórir partar av Ukraina hava verið uttan streym
tannrøkt til 18 ára aldur skal víðkast til eisini at fevna um ung millum 18 og 21 ár. Soleiðis lofta vit eisini hópin av ungum og teirra foreldrum, sum eru rakt av fíggjarligari kreppu, eins og hetta er ein [...] fólkaskúla. Ein góð tannheilsa hevur ómetaligan týdning fyri dagligu vælveruna. Sum er hava vit eina ókeypis tænastu, til børnini gerast 18 ár. Hetta vilja vit hava løgtingið at broyta. Tenn eru týddningarmiklar [...] ein trygd og góður stuðul til tey ungu lesandi. Heðin Mortensen, valevni fyri Javnaðarflokkin
flestu er, at tey ikki hava trygdarskeið og kunnu tá ikki koma við. Spurningurin er, um tað ikki er burturspilt tíð og peningur at senda ein 16 ára gamlan persón á trygdarskeið. Sami persónur er líka óvitandi [...] møguleikum. Eg kenni til viðvind og mótvind. Lívið er sum ein streymkurva, eins og hjá teimum flestu sum sigla. Eg haldi, at eg havi nakað at bjóða hesum landi og tí haldi eg, at tíðin er komin at stilla upp [...] fiskuvinnuna í Føroyum, er tað sera umráðandi, at vinnan sjálv verður hoyrd og at vit finna skilagóðar loysnir uppá, hvat vinnan megnar at gjalda til búðskapin. Vit mugu minnast til, at vinnan brúkar olju
tørv á stuðul og hjálp. Allar mammur fáa áhaldandi bjóða kanning, men í dag er einasta tilboð, umframt at heilsufrøðingur fer á eykavitjan, at mammur verða ávístar til kommunulækna og síðani víðari til sá [...] sálarfrøðing. Hetta er ikki gott nok! Sum er, er long bíðitíð til sálarfrøðing og ongin servitan. Verið eg vald og komi í tingið, so fari eg at arbeiða fyri, at vit aftur fáa eitt sertoymi fyri mammur við [...] barnsburðartunglyndi 8 vikur eftir barnsburð. Tað er heilsufrøðingurin, ið við einum internationalt góðtiknum spurnarblaði (EPDS), stendur fyri kanningini. Tað er týdningarmikið at fáa fram, at vit kanna ikki
var sett á stovn í 1970 og er tí væl eldri enn stuðulsgrunnarnir hjá ES-nevndini, sum t.d. Horizon Europe, men COST netverk slóða fyri og skapa góðar umsóknir um stuðul til gransking, menning og nýskapan [...] COST felagsskapurin hevur á aðalfundi 9.-10. november tikið støðu til áheitan úr Føroyum um limaskap. Umbønin varð játtað og Føroyar hava nú fingið limaskap í COST. Hetta gevur føroyskum granskarum rætt [...] netverk hevur COST virksemi, sum t.d. verkstovur og tiltøk við denti á at menna førleikar og eggja til samstørv tvørturum fakøkir og landamørk, skrivar gransking.fo. COST og ES-nevndin hava tætt samstarv
brennur fyri teimum ágrýtnu og virkisfúsu, haldi eg, at tað er gott samsvar millum míni hjartamál og tað, sum Sjálvstýri stendur fyri. Til løgtingsvalið í 1998, bleiv heitt á meg um at stilla upp fyri [...] síðani at kunna koma heim aftur við hópin av vitan, til gangs fyri føroyska samfelagið. Sum sagt so gjørt! Við at líta aftur um bak, sær tað út til at vera ”mítt DNA”, at síggja og arbeiða við nýggjum [...] havi víst á: at føroysk lesandi – eisini uttanfyri DK – kunnu fáa peningarligan stuðul undir lestri at fáa Vágatunnilin til veruleika, saman við m.a. Felagskommunini og Vága Vinnufelag uppskot um ein Su
Føroyum? Er tað rætt, at arbeiðarin skal rinda stuðul til hesar fyritøkur, sum hava árlig yvirskot millum 100 milliónir og 1 milliard? Er tað órímiligt, at hesi virki sjálvi rinda lønina til síni starvsfólk [...] útgjøldunum umvegis fiskavirkisskipanina í 2014 vóru til virki, sum IKKI virkaðu botnfisk, og sum tí fóru til virki, sum skipanin IKKI var ætlað til. Lutfallið er á leið tað sama í dag. Hví skulu tú og eg, sum [...] onki arbeiði er, men fyritøkur á landi skulu ikki hava henda møguleika? Eg haldi, at hetta er órímiligt, tí tað er at gera óneyðugan mun á vinnum. Lat meg gera tað púra greitt, at hetta ikki er kritikkur
tær eru sum oftast avoldaðar. Víst er tað so, at í okkara frælsu avtaluskipan verða starvsfólkrættindi vunnin við samráðingarborðið, ja. Men tað er ikki bara har . Tað er nevniliga ein sannroynd, at í øllum [...] virka sum brimgarður um rættartrygdina hjá starvsfólkinum; lógir, sum hava til endamáls, at viga upp ímóti teirri sannroynd, at tað er eitt ólíka styrkiforhold millum arbeiðsgevaran og tað einstaka starvsfólkið [...] grannalondum er rættartrygdin hjá starvsfólki í stóran mun eisini vard við lóggávu; við lógum, sum ofta eru sprotnar úr mannarættindunum og teimum persónligu frælsisrættindunum. Greitt er, at skulu vit
skaptar, er tað vælkent, at eldri fólk velja íbúðarloysnina, sum krevur minni viðlíkahald og er bíligari at sita í, tá pensjónin er einasta inntøkukelda. Hetta er ikki vorðið minni aktuelt, nú oljan er so dýr [...] oyggin nú fyrireikar seg til – og ikki minst gleðir seg til. Tá okkara ungdómar fara inn á meginøkið í skúla ella í læru, kunnu tey framvegis búgva heima her í oynni, og hetta er ein fantastiskur møguleiki [...] hjartanum, og somuleiðis er tað mín vón, at okkara samfelag altíð vil veita okkara eldru borgarum góð ellisár. Í einum vælferðarsamfelag, sum Føroyar eru, hava vit skyldu til at veita øllum okkara borgarum