oftani fleiri ung fólk við inn um kvøldarnar, og sótu langt út á næturnar, men ikki legði omma nakað í tað, og hon gjørdi okkum drekkamunn, og fór so bara í song. Tá ið vit fingu jólaferiu, og skuldu vit [...] kláran, og so stríðast við at fáa okkum upp. Og tað tók oftani tíð. Men eitt skuldu vit altíð hava tíð til, og tað var at biðja Faðir vár. Oftani bleiv tann bønin biðin á trappusteininum. Og so var runnið [...] dóttir Magdalenu og Tummas Jákup Thomsen á Geilabø. Hon var gift við Hans Hansen, vanliga nevndur Hans í Køkinum, ið var sonur Amandu og Elias Sofus Hansen í Køkinum. Omma hevur verið og er eitt sera aktivt
reglum, og tað er kærkomið hjá mongum. Men, har er eisini ”ein aber dabei”. Í høvuðsstaðnum og á størru plássunum kring landið er ofta dýrt at liva. Húsaleigan er høg, og olja, streymur, matur, klæði og annað [...] lítið at liva av, bæði eftirlønt, støk, ung og onnur. Vert at hugsa um Danski presturin og rithøvundurin Johannes Møllehave, ið er kendur fyri at vera hittinorðaður og at raka seymin beint á høvdið, hevur [...] ikki at rýma frá húsi og heimi, men tað er tí, at tey hava ikki ráð til at ogna sær nakað at búgva í. Tey eiga einki, tey kunnu missa. Húsaprísurin og húsaleigan í miðstaðarøkinum – og aðrastaðni við - eru
m í Skálavík, har eldri, miðalaldrandi og yngri menn savnast til prát, kaffi og køkur. Her verður skift orð um mangt og hvat, sum rørist í bygdini, á útróðri og burturi í haga. Tú fært skjótt varhugan [...] útróður í Skálavík eru framúr. - Vit hava ein góðan og tryggan bátahyl. Vit hava útróðrarhús, sum veitir ís og hevur frystarí til agn og stampar, og á bryggjuni hava vit krana. Her er alt, sum vit hava [...] borgarstjórin brosandi. Í undirhúsinum í Skálavík er eisini sjónvarp, og her er sterioanlegg við radio og góðar kannur til kaffi og te.
Sigurðardóttir, mentanarbýarstjóri, og Helga Jónsdóttir, býráðsskrivari, hittu umboð fyri Norðurlandahúsið og Tórshavnar Býráð. Eitt ávíst samstarv er nevniliga millum Reykjavík og Havnina á mentanarøkinum. Hesum [...] stuðul í hesum sambandi, og longu nú hava skúlaflokkar og fjølmiðlafólk verið avstað á henda hátt. Um hálvan juni verður fundur í Reykjavík, har borgarstjórarnir í Nuuk, Tórshavn og Reykjavík hittast at geva [...] metir hon tað møguligt at senda nakrar av framsýningunum og framførslunum hendaveg. Sum tema hava íslendingar valt mentan og náttúru. Kultur og natur. Stjórin fyri mentanarbýartiltakið sigur, at arbeitt
.kanska bíða tey eftir ljósinum og hitanum, sum geva øllum lívi lív, til tess at veksa seg vøkur og stór. Eg sakni ommu mína ótrúliga nógv, og samstundis siti eftir og eri sera takksom fyri at hava havt [...] tær góðu løturnar, ið eg og omma hava havt saman, uttan at gráta, so er tað tað, sum eg royni at gera. Fyrst og fremst var hon omma mín. Tann heitasta, fittasta, bleytasta og besta omman, ið eg veit um [...] úr skúla, nýbakaðir bollar við putursukri, nógv klemm og tvey oyru sum altíð lurtaðu. Tað var altíð gott at koma norð á Reynatúgvu. Heitt og fjálgt og trygt. Har var rúm fyri nógvum sløgum. Um tú var tann
arbeiðir bæði í Klaksvík og í Leirvík, og hon ferðast ímillum við stólinum. Hon arbeiðir í Klaksvík tvær vikur út í eitt, og síðan fer hon um Leirvíksfjørð við stólinum annan hvønn hósdag og yvirum aftur við honum [...] eins og eg havi viðskiftafólk, sum sita á skrivstovum. Hetta eru fólk, sum hava spenningar av ymiskum slagi, og onkur er plágaður av gikt. Viðgerðin fer fram, heilt úr beinunum og upp í høvdið og øll, [...] ein telduskíggja, sum sýnir, hvussu og hvar vøddaspenningar eru, og í stólinum fært tú nakkamassagu, ryggmassagu, lendamassagu, trýstmassagu til endan og leggir og zoneterapi. Hon sigur, at hevur tú pínu
Jákup Sigurð og Dia búðu øll í Funningi. Sum ung tænti Malla í Havn, og hon greiddi okkum ofta frá, hvussu lívið var í Havn tá ? og hon kendi sera væl gomlu Havnina og kendi flestu stovurnar har og visti nógv [...] Malla var úr Funningi, og har hevur hon búð næstan alt æviskeiðið. Hon var dóttir Osvald og Karolinu Jacobsen, og hon var næstelst av fimm systkjum. Tríggir brøður og tvær systrar. Eftir á lívi er nú bert [...] hann var heilt lítil, og mamman doyði frá honum og systkjunum. Tað var altíð so hugnalig at koma norður til Funnings at vitja Mallu og Dánjal Martin. Tey vóru so góð við børn, og vit kendu okkum altíð
r hava tikið stig til, og sum fór av bakkastokki á ólavsøku. Átakið skal komandi árini vera við til at venda skeivu gongdini og aftur geva føroyingum hug og orsøkir at búgva og virka í Føroyum. Tað er [...] verða fødd og av tí sama skeiklast fólkasamansetingin. Sostatt skal okkurt gerast fyri at venda gongdini, og tað skal gerast nú. “Vit trúgva uppá, at Føroyar eru eitt gott stað at virka og liva. At her [...] undir onnur tiltøk. Næstu stigini verða at luttaka í og skipa fyri tiltøkum uttanlands og í Føroyum, til tess at gera vart við avbjóðingina og skapa eina breiða undirtøku fyri at gera nakað við trupulleikarnar
ungum fólki, og hetta setir eisini sín dám á tað føroyska samfelagið, og tískil verða tey færri og færri eftir í Føroyum, ið kunnu siga okkum, hvat tað er fyri eitt samfelag, tey vilja skapa og hava eina [...] Føroyum, og tá foreldur, bæði tey við og uttan útbúgving, gera børnum sínum greitt, at uttan útbúgving kanst tú nógv minni, enn tú kanst við eini útbúgving, ja, so má samfelagið fylgja við og bjóða útbúgvingar [...] útbúgvingar og hareftir arbeiði. Sjálvandi skulu vit hava útbúgvingar og granska í Føroyum, og sjálvandi skulu vit vera við í altjóða høpi, tá tað snýr seg um hetta økið. Hetta merkir ikki, at vit ikki skulu
tæna hjá frú Louis Zachariassen og seinni hjá Herluf og Judit Arnason og lærdi eisini bókbinding har. Eina tíðina arbeiddi hon hjá Mariu Poulsen har var hon einaferð áhalsin og datt í útsýnisvindeyganum. Men [...] kundi í “week-end”,nei ,tað var bert á jólum og um summarið,at hon slapp at vitja mammu sína og heimbygdina. Mamman hevur oftani greitt frá um slíkar túrar og nevnast má her at gingið var allan vegin, eisini [...] frá mammu síni so ung og so leingi! Seinni kom hon til Klaksvikar at tæna Hjá Dáva í Gerðunum .Har kom hon til persónliga trúgv á Harran Jesus,allir synirnir hjá Dáva løgdu seg á knæ og bóðu fyri henni.Teimum