Tað er eisini eitt slag av staðfesting av, at undangongumaður mín sum formaður í Búskaparráðnum Fróði Magnussen raðfesti rætt, at Búskaparráðið skuldi gera eina dagførda greining av fíggjarpolitiska lang [...] politikkur og skipan av vælferðarsamfelagnum ikki kann halda fram. Ein langtíðarhaldførur fíggjarpolitikkur merkir hinvegin, at almenna skuldin heldur seg á einum støðugum støði (sum partur av BTÚ) í longdini [...] langtíðarhaldførur. Sonevndi haldførisávísin var -3,7% av BTÚ. Sum ítøkiliga merkir, at antin mugu skattainntøkurnar hækka við tí sum svarar til 3,7% av BTÚ. Ella mugu útreiðslurnar varandi lækka við somu
(paraplyorganisatión) og partvísan veitara av bachelorútbúgvingum umframt av upp aftur hægri útbúgvingum og við hinum skúlunum sum veitarum av teimum sløgum av útbúgvingum, sum teir verða mettir at vera [...] stovnar uttanlands og er spell fyri heildarráðleggingina av føroysku undirvísingarskipanini og glatan av møguleikunum at samskipa týdningamiklar partar av skúlavondini og møguleikum fyri sparingum, tá ið samanum [...] Hetta verður ikki sagt sum ein banal hóttan frá vrakaðum biðlasveini (eg kenni meg av ymsum natúrligum orsøkum raktan av "krakkinum"). Orsøkini fyri fryktini royni eg at greiða frá niðanfyri. Men áðrenn
kommunuvalskipan fáa vit meira demokrati og samstundis minni av lokalpolitikki. Hetta er snøgt sagt nakað tvætl. Demokrati fært tú ikki meira av, um flokkarnir hava ein uppstillingarlista fyri alt landið [...] hava møguleika at koma framat. Um røddirnar úr summum pørtum av landinum skulu køvast “á heildarinnar altari”, so køvir tú eisini ein part av tí demokratisku skipanini. Tá verður heldur talan um meiril [...] bert fyri at takað nøkur dømi. Menningin av føroyska samfelagnum er farin fram í so gott sum øllum landinum, tí atlit stórt sæð hava verið tikin til allar partar av landinum. Við hvørt hevur nógv staðið á
veruleiki. Skrivstovan lat upp 1. desember 2005 og er mannað av trimum starvsfólkum, sum eru Anna Dam, leiðari, Hallbjørg Lamhauge, leiðari av Fosturforeldraskipanini og Jendis Gærdbo, sum er skrivari. Sambært [...] at fáa ein tryggan uppvøkstur. Tað nýggja og slóðbrótandi við nýggju lógini er at finna í skipanini av barnaverndarøkjum runt í landinum. Sostatt áleggur lógin kommununum at finna saman í samstarvseindir [...] vega hagtøl og skipa fyri gransking og menning á økinum Vónin við nýggju skipanini er, at umsitingin av barnaverndarmálum verður smidligari, skjótari og meira professionel, samstundis sum at ætlanin er at
trupulleikin vegna mistrivna í smá barnaárum fylgir við, og lærarin sær nú avleiðingar av tí, sum m.a. eru langtíðarárin av einum niðurraðfestum dagstovnaøki. Heldur ikki inni í fólkaskúlanum megnar nakar rættiliga [...] kann menna og ansa seks smáum børnum í aldrinum frá eitt til trý ár ein stóran part av degnum? Ketan má ikki hoppa av longu í súkklusmiðjuni Tá fakfólk og áhugafelagsskapir rópa varskó, eru politikkarar [...] teimum ásetingunum, sum eru álagdar eitt nú kommununum. Sambært dagstovnalógini §8, stk.4. skulu 2/3 av starvsfólkahópinum vera fakfólk og 1/3 kann vera hjálparfólk, tí tað er ikki einans ein landsuppgáva
júst hetta, at læra høvundar at taka ímóti kritikki, er kanska ein av aðaluppgávunum hjá teimum báðum ritstjórunum. Tí sjálvt um lítið av tilfarinum, teir fáa sendandi, er púra hjálparleyst, kann tað vera [...] grundini tað øvuta av journalistikki ella einum lesarabrævi. Í journalistikki skalt tú siga tingini á einum konkretum og kendum máli. Skaldskapur brúkar eitt annað mál, sum gevur eina kenslu av, at okkurt meir [...] framat á permuni. Til hvørja nýggja útgávu av Vencil, hevur eitt listafólk verið á grafiska verkstaðnum og gjørt eitt prent til permu, sum onkursvegna er kveikt av innihaldinum. Til nýggjasta Vencil var tað
Harri. Jesus er Guds sonur, sum tók á seg hold og gjørdist monnum líkur. Hann er gitin av Heilagum Anda, borðin í heima av Mariu moy, deyður undir Pontius Pilatusi og upprisin, hevur alt valdið á himni og á [...] sær av hesi undirvísing. Presturin á staðnum hevur ábyrgd fyri at læran samsvarar grundarlagi. Tann, sum hevur umsjón við, at prestarnir halda seg til læruna, er biskupur. Og tann, sum tekur sær av, at [...] Eisini sonn virðing mótvegis øðrum kirkjum og samkomum eins og menniskjum við aðrari trúgv er treytað av, at ein sjálvur veit, hvar ein stendur. Sum eitt samfelag má hava sína lóggávu eftirkannaða, má ein
taka av. Hann starvast í norskum reiðaríi, og hevur seinastu trý árini verið útsendur og hevur siglt við russiskum fiskiskipum, við heimstaði í Christchurch í New Zealandi. Í fjør gjørdi Ingeborg av at fara [...] upptikin av at fara burtur og fáa útbúgving, fyri síðani at skunda okkum heimaftur. - Seinni kemur ynskið at síggja og uppliva hvussu onnur samfeløg og fólkasløg liva og virka. Skuldu vit gera álvara av at fara [...] men har siga tey sum so, at vit eru bert innandura tríggjar mánaðar av árinum, sigur Ingeborg. Føroyska familjan varð væl móttikin av teimum, sum maðurin samstarvaði við. Tá tey fóru úr heimanífrá høvdu
varð útskrivað av politiskum orsøkum, men av løgmanni av øðrum kendum orsøkum. Hann fanst at Miðflokkinum fyri teirra hatur til føroyska mentanarlívið, sum hann ikki mintist fortilfeldi av í søguni, teirra [...] Norðurlenska skipanin er ein fastur partur av okkara samleika í Norðanlondum. Serligani Svøríki gjørdist heimskent í fimmti- og sekstiárunum við hesi skipan. Sjálvt sokallaða liberalistiska danska stjórnin [...] rós uppiborið, at hann mangan veit ótrúliga nógv og hevur perspektiv sum fáur. Virgar er eitt slag av kritikara og politiskum viðmerkjara, sjálvt um tað ikki er torført at lesa úr øllum hann sigur, at
hevur havt mín serliga áhuga av tveimum orsøkum. Tann fyrra er, at arbeiðspláss mítt er ein av mongum brúkarum av skipaeftirlitinum, og hin seinna er, at eg persón-liga sat sum umboð fyri Føroya Reiðarafelag [...] Danmark. Av somu orsøk standast oftani óneyðugir trupuleikar í samband við keyp av brúktum skipum úr hinum Norðanlondum til Føroya og enntá úr øðrum ES-londum har Danmark annars er limur, orsakað av ser-donskum [...] gerast partur av einum føroyskum skipaeftirlitið, so er spurningurin um nakað sum helst framstig er rokkið við yvirtøkuni av skipaeftirlitinum. Tað sum tí er mest umráðandi fyri brúkararnar av skipaeftirlitinum