Tað skuldi vísa seg at vera ein genialur taktikkur, sum di Matteo legði fyri sítt Chelsea-lið í stórdystinum móti Barcelona. Og tað má sigast at vera í besta Mourinho-stíli, at liðið frá Stamford Bridge [...] fram beint framman fyri miðlinjuna, men tað var eisini tað. Inn til í yvirtíðini, tá góð kombinatión endaði við, at innskifti Pedro rakti stongina, meðan retururin endaði langt oman fyri. Hetta er 6. ferð [...] vann 1-0 á Barcelona. Chelsea spældi ótrúliga tolið og samanpakkað, og tær ferðirnar, Barca spældi seg til møguleikar, vóru teir óneyvir, ella stóð Petr Cech stinnur. Serliga í fyrra hálvleiki spældi útiliðið
sæti í nevndini fyri Ragnar Joensen, sum hevur tikið seg úr nevndini. Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, stóð fyri vali, og hann varð afturvaldur í nevndina. Nevndin hevur skipað seg við trimum limum [...] Jacobsen, Atli Gregersen og Hans Jákup Mikkelsen. Varalimur er Odd Eliasen. Broytingarnar í lógini fyri Havbúnaðarfelagið høvdu til endamáls at javnseta limirnar í felagnum, soleiðis at eitt stórt felag
granni hjá virkinum er tað fyri føroyingar so kenda Oyrasundskollegiið, sum er beint yvir av virkinum í Dalslandsgade 8. Í hesum sambandi hevur eitt gult skýggj av gassi breitt seg, sum sløkkiliðið nú roynir [...] roynir at basa við at spræna vatn á at forða fyri at tað breiðir seg. Tað er salpetursýra, sum er likið úr einum tanga, eftir hann fór at kóka tíðliga í morgun, men óvist er, hvussu nógv er likið úr tanganum [...] vindeygu aftur og um at sløkkja sjálvvirkandi luftskiftið. Heitt verður eisini á fólk, sum fáa ilt fyri hjartað, osta, ella spýggja, um at fara til lækna. Onnur myndin vísir økið, og hin vísir økið sum
tað kann vísa seg at verða trupult at finna ein avloysara fyri hann. Tað verður ikki nakar lættur dystur hjá týskarunum, tí grikkar eru væl skipaðir í verjupartinum og eru likamliga væl fyri. Tað verður [...] Týskland er stór favorittur at vinna á Grikkalandi, sum nærmast snýkti seg við í fjórðingsfinalurnar við at vinna á Russlandi í seinasta dystinum í bólki A. Týskland vann allar dystirnar í bólki B, sum [...] verður ongin sunndagstúrur fyri Mario Gomez og hinar í álopinum, men har skuldi verið nokk at kvaliteti í framrættaða spælinum til at vunnið á grikkum. Vinnarin í kvøld skal møta vannaranum av sunnukvøldið millum
Fyri aðru ferð í ár fer EB/Streymur í dag at vitja ÍF. Fyrru ferðina gekk væl, tí tá vann EB/Streymur steypadystin 4-2. Ta ferðina var ÍF sera lítið sannførandi í verjuspælinum. Fyri fuglfirðingar kendist [...] G. Hansen framvegis eru skaddir. Støðutalvan sigur, at góður møguleiki er fyri, at møguligur vinnari í Fuglafirði kann lyfta seg upp á bronsuplássið. Í dag klokkan 15.00: Dagfinn Forná. [...] kendist 1-0 tapið í Trongisvági sum stórt vónbrot. Eisini tí ÍF spældi seg til góðar málmøguleikar. Ta ferðina vóru Karl Løkin og Thomas Asmussen sjúkir. Teir eru báðir tøkir aftur, og so er spurningurin
av álvara gera seg galdandi. Tað er ikki bara eftir úrslitunum at døma, at KÍ er í einari truplari løtu, men serliga spælið hevur verið ivasamt og ber ikki beinleiðis boð um, at KÍ alt fyri eitt skal venda [...] av fremstu liðunum. Vinna teir, so hála teir beinleiðis inn á KÍ og aftur gera seg galdandi í stríðnum – í øllum førum fyri fyrst – heiðursmerkini. [...] bøtast, men í einari arvauppgerð ímóti HB verður øll megi sett inn og alt kann henda. HB er í vanda fyri at missa samband við oddaliðini, um teir ikki fáa ein sigur í Klaksvík. Hinvegin kunnu teir taka
hvat er týdningarmikið. Og úrslitið av kanningini talar fyri seg, sigur barnasálarfrøðingur John Halse, sum mælir foreldrum til ikki at geva eftir fyri trýstinum um dýru klæðini. [...] gongur í, og hvørja fartelefon, tú hevur. 7. hvørt barn kennir seg hildið uttanfyri, tí tað ikki gongur í røttu merkjunum. Tað er ikki rúm fyri øllum í skúlanum, og menniskjansligar dygdir telja minni enn
meldaðir fyri grindadráp, sum hava verið í summar. Karl Johansen hevði ikki stórvegis viðmerkingar, tá Rás2 prátaði við hann í morgun. - Satt at siga, so veit eg ikki, hvat eg eri meldaður fyri. Eg veit [...] veit ikki, hvat málið snýr seg um, sigur Karl Johansen, sýslumaður. Karen Marie Olsen, fúti, vildi ikki siga ítøkiliga við Dagur og Viku í gjár, hvat sýslumenninir eru meldaðir fyri. Málið skal viðgerast á [...] um málið skal sendast til hægri politimyndugleikar í Danmark, tí føroyska løgreglan kann ikki kanna seg sjálva.
Tey tólv fólkini, sum skulu døma, fóru fyri trimum korterum síðan í einrúm fyri at taka støðu til, um teir báðir litavarnir eru sekir ella ei Antin í dag ella í morgun verður punktum sett í sonevnda B [...] fór undir at viðgera. Málið snýr seg um, at tveir ungir litavar komu til Føroya í einum bili. Stór nøgd av hørðum rúsevnum vórðu funnin í bilinum, men menninir søgdu seg einki kenna til rúsevnini. Nú er [...] Nevningarnir avgera einsamallir, um menninir skulu dømast. Minst átta av tólv nevningum skulu atkvøða fyri tí, um menninir skulu dømast. Ikki er greitt, nær í dag tann avgerðin fellur. Koma nevningarnir til
áskoðarafjøldini. Inn kom Livar við árini í hond, sum hann setti heimsmetið við. ?Túsund takk fyri øll. Eg vil takka fyri tann stóra stuðulin frá fyritøkum kring landið, og uttan tykkum hevði eg ikki havt eitt [...] skuldi maðurin, ið ruddaði heimsins yvirskriftir, líka heiðrast. Talan er sjálvsagt um Livar Nysted. ?Fyri 114 árum síðan róðu tveir norðmenn tvørtur um Atlantshavið upp á 55 dagar. 60 ferðir hava menn roynt [...] roynt at sligið metið uttan hepni. Tað var ikki fyrr enn ein hvannasundsmaður sjálvur fjórði setti seg í bátin. Takið væl ímóti LIVAR NYSTED,? rópti Sjúrður Skaale á stóra palli, meðan klapp og róp hoyrdust