síðani hava vit fingið upplýst, at bíðilistin til børn og ung er styttur, og at framhaldandi verður arbeitt við at stytta bíðilistan. Samstundis verður eisini arbeitt við at víðka um økispsykiatriina, til [...] rann mær kalt niðureftir rygginum Og í kvøld stúrir Rósa Samuelsen fyri, at leggur Karsten Hansen ikki uppí, er vandi fyri, at koma at liggja í leiðsluloysið á Psykiatriska Deplinum. - Hvat um ongin umsøkjari [...] umsøkjari søkir starvið aftur? - Skal so haldast fram við at søkja, spyr hon. Hon staðfestir, at á psykiatriska økinum er støðufesti eitt krav og at økið má virka ótarnað av skiftandi leiðslu og øðrum. -
tíðliga í tilgongdini stóð greitt, at tað fór at vera alt ov umfatandi at kanna alt virksemið hjá peningastovnunum. Tí varð arbeiðssetningurin avmarkaður til bara at fevna um realkreditt-marknaðin. Serliga [...] & Navigatørfelagið heitir á Kappingareftirlitið um at almannakunngera kanning av kostnaðarstøðinum hjá føroysku peningastovnunum.Fakfelagið er um at missa tolið við Kappingareftirlitinum, sum síðani 2012 [...] 2012 hevur kannað kostnaðarstøðið hjá føroysku peningastovnunum . - Líkt er til, at bankarnir arbeiða fyri at skerja innihaldið av hesi kanning, so innlitið hjá borgarunum verður avmarkað, sigur Eyðstein
tjóvstart, aftaná í skundi at hava verið noyddur at skifta til svimjibuksur, tí at draktin hjá honum skrædnaði. Tað sá annars ógvuliga gott út hjá Páli, upp undir startin. Hann var at rokna millum favorittarnar [...] r fingu síðstu boð frá dómaranum, og síðani fóru yvir at skula starta, har Pál kundi royna at fáa pulsin niður aftur. Men tað bleiv so til tað, at hann tjóvstartaði. Ein rættiliga simpul feilur, sum vit [...] tí svíður, nú. Tá hjálpir lítið, at tað sá avbera gott út hjá Páli, hasar 800 metrarnar sum hann slapp at svimja, áðrenn fylgibáturin fekk steðga honum við boðunum um, at hann var kolldømdur. Starturin í
sigur, at hóast felagið hevur mist allan partapeningin, so kann felagið halda fram við virkseminum, tí at raksturin framhaldandi fer at geva yvirskot og tí, at lánsveitarar framhaldandi eru sinnaðir at fíggja [...] krónur Leiðslan sigur í ársroknskapinum fyri árið í fjør, at hon ikki er nøgd við úrslitið. – Staðfestast kann, at tað sær út til, at raksturin fer at ganga rætta vegin, stendur í leiðslufrágreiðingini, og [...] fíggja raksturin. Víðari sigur leiðslan, at felagið arbeiðir víðari við at bøta um raksturin og væntar at kunna endurvinna felagskapitalin við avlopi. Síðani roknskapurin hjá P/F 62N varð gjørdur, hevur
Tølini siga, at B36 er topplið, og at B36 eigur besta álopið av øllum. Tølini siga eisini, at AB er næstniðast, og at AB eigur opnastu verjuna av øllum. 29 mál eru farin ígjøgnum hjá argjamonnum ella níggju [...] Hentze. Hjá B36 kemur tað illa við, at liðformaðurin Jákup á Borg orsaka av skaða ikki er førur fyri at spæla. Símun Joensen er eftir skaðasteðg í fleiri vikur farin at venja aftur. Hjá AB er Karstin Højgaard [...] Vit royndu at leypa á, men tað bar einki til. Alt og allir vóru við síðuna av sær sjálvum. Nú mugu vit gloyma skrædlið, og vit fara í Gundadal í dag við góðum hugburði. Vit rokna við, at tað skal bera
morð Hinvegin hava tey eisini hugsað um, at maðurin er eldri, at hann ikki var so væl fyri sálarliga, og at hann var undir trýsti Verjin hjá manninum boðaði frá, at tann dømdi góðtók dómin og sostatt er hann [...] kravdi mannin dømdan at sita í fongsli í seks ár og tað fekk hann viðhald í. Les eisini: Ákærin krevur seks ár Nevningarnir og løgfrøðiligu dómarin hildu ikki, at grundarlag var fyri at gera ein part av dóminum [...] atkvøður tilsamans og dómarin upplysti í rættinum í kvøld, at 21 atkvøður vóru fyri at døma tann ákærda í seks ára fongsul og tríggjar atkvøður vóru fyri at døma hann í fimm ára fongsul.
merkisverdur á tann hátt, at hetta er fyrsta ferðin, at tað bara verður kappast á 1000 metra teininum. Nógvu tey seinastu árini hevur tað í Klaksvík ikki verið møguleiki fyri at kappast á 2000 metrum. Málið [...] Tað var á ársaðalfundinum hjá Róðrarsambandinum fyrr í ár, at tað varð samtykt, at tað nú bara skal kappast á stutta teininum. Høvuðsorsøkin er, at harvið slepst undan bíðitíðini, tá ið fasti starturin verður [...] Bíðitíðin hevur mangan verið í tímar, og tað hevur havt við sær, eru tað tey, ið halda, at áhugin fyri at rógva og fyri at fylgja kappróðrinum hevur verið minkandi. Lagt verður fyri við barnaróðri klokkan 13
fiskavirkisvinnu. Borgarstjórin sigur, at tað er ein øgiligur saknur ikki at síggja skipini landa og ikki at síggja virksemi niðri á bryggjuni longur. - Eg trúgvi eisini, at hetta pínir nógv millum fólk, tí [...] Pauli T. Petersen. Hann heldur kortini ikki, at vestmenningar eiga at stara seg blindar í tí, sum var og sum ikki er í løtuni. - Vit eiga at trúgva upp á, at vit koma í gongd aftur, eisini vinnuliga á sjógvi [...] sjógvi og landi. Eg síggi altíð positivt upp á dagin, og eg trúgvi, at vit her í Vestmanna fara at koma sterkt aftur - eisini vinnuliga, sigur Pauli T. Petersen, borgarstjóri.
útsettur, so at fólk lukkast á vøllin. Jón Gærdbo, sum er ein av fyrireikarunum, sigur, at tað hevur eisini eydnast at fáa teir sera eyðsýndu útlendingarnar, sum mannaðu VB liðið hetta árið, at koma hendavegin [...] Føroya hósdagin og fríggjadagin verður farið at venja. Í tí sambandi verður eisini móttøka í VB Húsinum fyri útlendsku leikarunum, har almenninginum fær høvi at heilsa upp á hesar útlendsku spælararnar, sum [...] Teir, sum fara at manna mótstøðuliðið hjá VB í sjálvum dystinum leygardagin, er ikki heilt endaliga greitt, tí svar er ikki komið frá øllum. Men burtur úr rúgvuni av teimum, sum fara at spæla á samansetta
við, at samkynd skulu sleppa at giftast. Samstundis er tað eisini greitt, at tað er í høvuðstaðarøkinum, at undirtøkan fyri samkyndum hjúnalagi er størst. Kanningin, sum er gjørd í apríl, vísir, at tríggir [...] vikuskiftið og hon vísti, at 61 prosent av føroyingum vilja loyva samkyndum pørum at giftast borgarliga. Hinvegin eru tað 32 prosent, sum siga nei. Hetta vísir eisini at vera eitt mál, flestu føroyingar hava [...] kanningin, at tað er hjá teimum heilt ungu, teimum frá 15-24 ár, at undirtøkan fyri samkyndum hjúnalagi er størst, tí heili 78 prosent av teimum taka undir við tí. Men kanningin vísir eisini, at meiriluti