úrslitum í læringini. Seinasta PISA kanningin frá 2022 vísti niðurgongd í úrslitunum í øllum Norðurlondum. Korona er uttan iva ein av orsøkunum hetta árið, men tað eru eisini onnur viðurskifti, sum gera seg [...] fólkaskúlanum Norsen í Helsingfors. Talan er um ein svenskmæltan skúla, sum hevur omanfyri 800 næmingar. Skúlin er serliga kendur fyri, at næmingarnir lesa nógv. Bókasavnið er hjartað í skúlanum, og skúlin skipar [...] framløga við Petri Myllymäki, professara, sum greiddi frá altjóða kappingini innan hesa tøkni, har hann helt, at Norðurlond áttu at samstarva meira. Tað eru teir stóru amerikansku tøknirisarnir OpenAI og
sum barometur fyri áhugan, er eingin ivi um, at áhugin at eftirbúgva seg er stórur. Tað, sum hevur eyðkent eftirútbúgvingarnar, sum hava verið bodnar út síðstu nógvu árini, er, at eingin yvirskipaður leistur [...] støði í tørvinum, sum er í skúlaskipanini hjá okkum. Skeiðini, ið verða boðin út, eru øll á masterstigi. Tørvurin á eftirútbúgving á so at siga øllum økjum er stórur. Ein raðfesting er gjørd í álitinum um [...] viðurskiftini í rættlag. Í Skúlablað nr 2 er yvirlit yvir øll skeiðini, sum er boðin úr komandi heyst og komandi ár. Undirvíst fer at verða ein seinnapart um vikuna (frá kl. 12-16) aðru hvørja viku 10 ferðir
veðurlagsátøk og at fáa eina ambitiøsa avtalu á COP30 í heyst. Á fundinum var somuleiðis staðfest, at tað fer ikki at bera til at náa málinum um at halda hitaøkingina undir 1,5 gradir, og tí verður bæði neyðugt [...] at lond tillaga seg til avleiðingarnar av veðurlagsbroytingum. Besta verjan móti veðurlagsbroytingum er at minka um útlátið. Men av tí at átøkini hava verið ov fá og ov sein, so merkjast veðurlagsbroytingarnar [...] vatnflóðir og stormar gerast alsamt vanligari kring heimin, og hetta hevur størst ávirkan, har fátækradømi er umfatandi og illa ber til hjá londum at brúka pening til at tillaga seg til broytta og ógvusliga veðrið
V. Rasmussen, deildarstjóri, og Armgarð Weihe, fulltrúi, frá, hvussu mentanarøkið er skipað undir landinum. Eisini greiddi Helena Kannuberg frá Málráðnum um føroyskt mál og føroyska málsøgu. Umboð fyri [...] Frísiskt og hollendskt eru almennu málini í Frísalandi, sum er landspartur norðarlaga í Niðurlondum. Eins og støðan er hjá øðrum minniluta- og smámálum, er frísiska málið hótt, og parturin av fólki, ið hevur frísiskt [...] gestirnir søgdu seg hava stóra virðing fyri, hvussu arbeitt verður við at menna føroyska málið. Eitt nú er tað merkisvert, hvussu nógvar bøkur verða givnar út á føroyskum, bæði á upprunamáli og týddar bøkur.
Danmark yvirtaka formliga formansskapin frá Noreg í Arktiska ráðnum komandi mánadag, 12. mai, í Tromsø. Fundurin byrjar kl. 16.30 føroyska tíð – skrá er viðheft. Tað verður Vivian Motzfeldt, landsstýriskvinna [...] (Naalakkersuisoq) í uttanríkismálum og gransking í Grønlandi, ið yvirtekur formansskapin vegna Kongsríkið frá Espen Barth Eide, norska uttanríkisáðharranum. Úr Føroyum luttaka Gunvør Balle, Deputy Senior Arctic
Tað er lagt upp til eina framførslu av teimum heilt lívligu og festligu, tá ið Páll Finnur Páll spælir á ársins Summar Festivali. Síðani aldarskiftið hevur Páll Finnur Páll verið millum mest markantu bólkar [...] tók síni fyrstu fet um aldarskiftið, og síðani 2003 hava teir givið tónleik út. Ikki minst tríboksin frá 2009 gav bólkinum veruliga hetjustøðu á føroyska tónleikapallinum. Sangirnar hjá bólkinum munnu mong [...] hevur eisini útgivið væl umtóktar sangir seinnu árini. Summar Festivalurin verður hildin dagarnar frá 7. til 9. august.
Fyri fyrstu ferð nakrantíð er ein amerikanari valdur til páva. Amerikanski Robert Frans Prevost er nýggi pávin. Hetta varð boðað frá í kvøldið av svalanum á Pæturskirkjuni. Sambært tíðindastovuni Reuters [...] doyði annan páskadag. Frans pávi gjørdist 88 ára gamal og var leiðari í katólsku kirkjuni í 12 ár. Tað eru umleið 1,4 milliardir katolikkar í heiminum. /Ritzau/
Ken Howery, sum er valið hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, til nýggjan sendiharra í Danmark, trýr uppá opna samrøðu og samstarv við Grønland. Tað segði hann í dag, tá hann var til hoyringar í eini [...] sendiharri á hoyringini í senatinum, nevnir hann, at hann hevur lært at tæna landi sínum frá familjuni. Her greiðir hann frá, at abbi hansara var í 2. heimsbardaga í Evropa og í frígerðingini av Danmark fyri [...] hoyring av tilnevndum í senatinum eisini havt við sær, at limirnir í nevndini kundu seta spurningar. Tað er tó eingin møguleiki at gera hetta munnliga í dag. Í staðin kunnu senatorarnir senda inn skrivligar
Russlands, sum er í einum kríggi, ið landið sjálvt byrjaði. ##med2## Hann heldur tað eisini hava týdning fyri Ukraina at vísa síni evni at leypa á Russland, soleiðis sum Russland leypur á Ukaina. - Tað hava nevniilga [...] Mikudagin sendi ukrainski herurin fleiri hundrað dronur inn í Russland. Tað sigur russiska verjumálaráðið, sum leggur aftrat, at russiska loftverjan skeyt niður 524 av dronunum. Sambært útlendskum miðlum [...] Vladimir Putin, nú hann skal taka ímóti gestum, sum koma at hátíðarhalda 9. mai, ið russar halda á hvørjum ári sum sigursdag fyri seinna heimsbardaga. Ukrainska álopið kemur í framhaldi av øðrum álopum seinastu
Gamla læknahúsið hevur eina søgu, sum fevnir um eina góða øld. Frá 1923, tá húsið var bygt til læknabústað og viðtalu, til tað í dag er umbygt til eitt nýmótans fyrisitingarhús.