tvey stig frammanfyri B36. Hetta var 14. ferðin á rað, at víkingarnir fóru av vøllinum við úrtøku. Góða gongdin ber við sær, at tað eru tvey stig frá Víkingi og fram til toppliðini KÍ og NSÍ, sum tó hava [...] Benjaminsen, sum nú hevur skorað sjey mál og saman við Simon Jørgensen og Michal Przybylski er ovast á máltindinum. Fleiri ferðir royndu víkingarnir seg við fløtum innleggum til handara stólpa. Soleiðis var [...] løtuna eftir steðgin gekk tað mesta fyri seg á B68 hálvuni, og tað vóru støður og møguleikar, men so við og við fótaðu gestirnir sær, og møguleikin lúrdi, at tað skuldi eydnast B68 at javna og harvið megna sama
hjá monnum á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. Tá liðini hittust á ovara vølli í Gundadali 26. apríl vann KÍ dystin 2-0. KÍ er fremst í deildini við 34 stigum. HB er nummar [...] nummar fimm við 27 stigum. KÍ hevur favorittleiklutin hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin. Oddsini upp á heimasigur til KÍ liggja millum 1,43 og 1,62. Oddsini upp á javnleik liggja
vindorku við serligum denti á smærri vindmyllur og tær serligu umstøðurnar, sum gera seg galdandi í arktiskum og avbyrgdum økjum. Skráin fevnir millum annað um grundreglur fyri vindmyllur, royndir við smáum [...] 00 til 17.00 báðar dagarnar. Ovastova er í hvítu húsunum beint við Havstovuna. Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetri Føroya skipar fyri við stuðli frá SEV og Føroya Verkfrøðingafelag, skrivar setur.fo
endaspælinum við 34 stigum, meðan KÍ er á øðrum plássi við 31 stigum. Víkingur hevur 24 stig, og Skála, sum er flutt upp í ovara bólk, eftir at NSÍ hevur tikið liðið úr kappingini, byrjar endaspælið við tíggju [...] fjepparar velja besta spælara í juni. Tríggjar spælarar eru tilnevndar. HB eigur tvær av tilnevningunum við Brá Zakariasardóttir og Juliu Naomi Mortensen, meðan Evelin Mastropasqua úr 07 Vestur er triðja navnið
Klaksvík við 62 næmingum, meðan Runavíkar Kommunuskúli hevur 60 børn í 1. flokki. Sankta Frans Skúli tekur ímóti 48 nýggjum næmingum, Eysturskúlin hevur 46, Skúlin á Argjahamri 45 og Skúlin við Løgmannabreyt [...] Saman við teimum stóru skúlunum eru eisini fleiri smáir bygdaskúlar, har bert fá børn byrja í skúla í ár. Tað merkir, at fyrsti skúladagurin verður sera ymiskur kring landið – frá stórum árgangum við fleiri [...] fleiri flokkum til smáar flokkar við fáum næmingum. Fyrsti skúladagurin er ein serligur merkisdagur hjá børnunum, foreldrum og lærarum. Nógv børn fara í skúla fyri fyrstu ferð, og kring landið eru skúlar
avbjóðingum í sambandi við ES – ikki minst tá tað snýr seg um fiskivinnuna. – Ísland er eitt samfelag, sum eisini hevur øgiliga nógva fiskivinnu, sigur Bárður á Steig Nielsen við Kringvarpið. Hann vísir [...] m fyri at fáa undirtøku í Føroyum fyri einum tættari sambandi við ES. – Avbjóðingin í Føroyum at fáa uppbakning fyri at fara í dialog við ES er, at fiskivinnan í ES-limalondum vanliga verður stýrd úr Brússel [...] heldur hann, at gongdin í Íslandi kann fáa týdning fyri føroyska kjakið um framtíðar viðurskiftini við ES. Ein íslendsk kanning frá juni vísir, at góð 53 prosent av teimum, sum ætla sær á fólkaatkvøðu,
sunnudagsskúla sera trúfast. Harafturat hava tey samband við eitt barnaheim fyri børn, ið bera brek og eitt ellisheim, har tey vitja og hjálpa við m.a. umvælingum av húsinum, mati og klæðir. Eisini vitjar [...] hjálpir so væl, hann kann, við m.a. klæðum úr Føroyum, mati og peningi frá stuðlum. Lenuta og Danut Hritac komu hendanvegin mitt í juli og fara úr Føroyum aftur tann 16. august saman við einum toymi í hjálpararbeiði [...] . “Sunshine in the villages” er ein felagskapur, stovnaður og drivin af einari rumenskari familju við tí endamáli at boða evangeliið fyri børnum og ungum í bygdunum rundanum Hunedoara, har familjan býr
donskum til danska løgmálaráðið við avriti til Løgmálaráðið. Sambært uppskotinum fevna broytingarnar um fleiri øki innan rættargang, har føroyska lóggávan verður samanhildin við tær broytingar, sum eru framdar [...] Endamálið er at fáa føroysku rættargangslógina dagførda við teimum broytingum, sum eru gjørdar í donsku rættargangslógini frá 1. januar 2023 til 30. juni 2025, og sum verða mettar viðkomandi fyri Føroyar
tónleikapallin við framúr sangum og framførslum. Lena Anderssen hevur nakað upp á hjartað í sínum sangum, og hon torir at seta nakað persónligt upp á spæl, tá ið hon skrivar tekstir. Saman við manninum Niclasi [...] sangir út á føroyskum máli, og sangirnir hava verið sera væl móttiknir. Lena Anderssen spælir saman við bólki á Summar Festivalinum um vikuskiftið. Konsertin verður í Tjaldinum fríggjakvøldið kl. 20. ##med2##
rkstað – kemur saman við okkara belgisku starvsfólkum, Mathéo Coosemans og Loïc Gallot, at standa fyri einum forkunnugum six-hands døgurða, har belgisk matmentan verður fagnað við sermerktum føroyskum [...] at fullfíggja upplivingina hevur Loïc Gallot, sommelier á ROKS, sergjørt eina belgiska drykkjuskrá við víni, øli, brúsandi víni – og onkrum yvirraskilsi eisini. www.roks.fo