bæði landsstýrismaður og løgmaður. Tað eru fáir almennir stjórar, sum sita í sama sessi í fleiri áratíggju, og ber tað boð um tað álit, sum miðfyrisitingin og politiska skipanin hava havt á Leif. Við honum [...] . Leif Abrahamsen hevur gjørt avtalu við Fíggjarmálaráðið um frameftir at vera tøkur sum ráðgevi. Gjaldstovan veitir í dag tænastur tvørtur um ráð, stovnar, kommunur, fyritøkur og borgarar. Umframt roknskapin [...] ður í fíggjarmálum. Sum 32 ára gamal tók Leif við sum stjóri á Gjaldstovuni í 1991. Talan gjørdist um ein elddóp, tí einans eitt ár seinni blivu Føroyar tveittar út í búskaparligt ódnarveður, tá bankarnir
halda fram í sama sannførandi stíli, sum teir leingi hava havt. Bæði í bestu og næstbestu deildini. Í dag hevði Víkingur í 1. deild vitjan av ÍF, og fuglfirðingar fóru úr Sarpugerði og inn aftur um Eiðið við [...] fyri 12. ferð í ár var málskjútti í 1. deild. Átta minuttir seinni var tað Fróði Jarnskor, sum økti um heimaleiðsluna til 2-0. 16. apríl fylti Fróði 16 ár, og í dag var hann í sínum 14. dysti í næstbestu [...] Hansen besti málskjútti hjá Víkingi í 1. deild. Fimm minuttir eftir steðgin minkaði Martin Klein Joensen um munin til 3-1, og áðrenn ein tími var farin, var tað Óla Kristian Jacobsen, sum við brotssparki staðfesti
at fylla tveir nýggjar brunnar á smoltstøðini. Teir taka um 5.000 tons hvør, og sambært Frihedsbrevet skuldi vatnleiðingin geva um 150 tons um tíman. Men tá arbeiðsfólk komu aftur hósmorgunin, var at kalla [...] et spyr borgarstjóran, um hann við hesum leggur tey, sum eiga hagan, undir at hava framt herverkið. – Nei, tað haldi eg ikki, tað er. Slett ikki. Men eg havi onga viðmerking um hetta málið, tí tað er áleikandi [...] Stríð hevur leingi verið um rættin til vatnið úr haganum í Skálavík. Kommunan vil hava vatnið inn í kommunalu vatnskipanina, meðan tey, sum varða av haganum, hava hildið fast um ræðisrættin á vatninum.
á tikna fiskinum var 5,5 kilo. Kostnaðurin á tikna fiskinum var samstundis fýra prosent lægri enn sama tíðarskeið í fjør. Í Skotlandi var tøkan bara 3.145 tons. Miðalvektin var 5,2 kilo, men lága tøkumongdin [...] goymslurnar at røkka fram til annan ársfjórðing í 2027. Stjórin Regin Jacobsen hevur samstundis ávarað um, at prísirnir á ávísum fóður-rávørum nú hækka meira enn felagið áður hevur sæð. Bakkafrost heldur fast
barnagørðum til miðnám. Ein høvuðsniðurstøða er, at fráveran sjáldan snýr seg um, at næmingurin ikki vil í skúla. Heldur snýr hon seg um, at næmingurin ikki megnar at møta. Hjá nógvum byrjaði fráveran spakuliga [...] skúlar – og enntá einstakir lærarar á sama skúla – handfara fráveru. Tá hjálpin kom, var hon heldur ikki altíð hóskandi. Øll ungfólkini í kanningini høvdu fingið tilboð um undirvísing í bólkarúmi ella smærri [...] longri. Tryggir vaksnir gera mun Ungfólkini vóru rættiliga samd um, hvat hevði hjálpt teimum mest: trygg sambond við vaksin, greiða vitan um, hvat skuldi henda hvønn dag, og smidligar loysnir, sum vóru lagaðar
fleiri ár hevur verið rikið lógliga, í einari skiftistíð. Tað snýr seg ikki um at sleppa undan regulering, men um rættartrygd og um at kunna líta á karmarnar, sum virksemið er bygt á. Hvussu lágt kann dagamarkið [...] mark. Tað ger stóran mun, um eitt lógligt vinnuligt gistingarvirksemi kann rekast 200, 90, 30 ella 10 dagar um árið. Jú størri inntrivið er, tess størri gerast spurningarnir um rættartrygd, ognarvernd, [...] ksemi ikki virka undir somu treytum. Men hvørjar ítøkiligar treytir er talan um – og hví er eitt dagamark rætta svarið? Um hotell hava strangari krøv til eitt nú brunatrygd, heilsuviðurskifti ella skráseting
altíð áhuga í at vikna um moralin og samhaldið í Evropa. Tilflyting er eitt evni, sum lættliga kann skapa ósemju, sigur Hans Lucht. Hann vísir eisini á, hvussu skjótt politiska kjakið um Ceuta mentist. – Tað [...] ðharrin, Morten Bødskov, hevur upplýst, at upplýsingar vórðu lagdar fram á einum ES-fundi týsdagin um stórt virksemi hjá prorussiskum kontum á sosialum miðlum í sambandi við hendingarnar í Ceuta. Sambært [...] trúverdig. Hann vísir á, at Russland og sameind áður hava brúkt líknandi arbeiðshættir. Millum annað varð sama mynstur sætt við markið millum Pólland og Hvítarussland, har migrantar vórðu førdir fram til markið
Avtalan um keypið varð gjørd sunnukvøldið, og starvsfólkini hjá Eysturlon vórðu kunnað um eigaraskiftið í gjár. Keypsprísurin verður ikki upplýstur. Nýggju eigararnir eru Fróði Sigvardsen, sum millum annað [...] føroyingar. – Eysturlon hevur gott orð á sær, og vit ætla at royna at føra fyritøkuna víðari eftir sama leisti. Hon hevur dugnalig starvsfólk og nógvar verkætlanir í gongd, sigur hann. Sjálvt virksemið [...] almenna. Bæði bygningurin og gamla prenthøllin skulu umvælast frá grundini. Eysturlon hevur ikki sáttmála um arbeiðið, men felags eigaraáhugamálini gera, at byggifyritøkan nú kann koma upp í verkætlanina. – Hetta
høvuðsstaðnum og suður við trimum stigum. Á veg suður fara teir framvið Sandoy, har tað i dag er fagnaður um, at tað nú er greitt, at B71 flytur upp aftur í Meistaradeildina, har liðið ikki hevur verið síðani [...] høvuðsstaðnum, har FC Hoyvík var vertur á Hoyvíksvølli. 8. august var tað heilt óvæntað, tá ið FC Hoyvík á sama vølli vann 1-0 ímóti FC Suðuroy. Í dag lótu gestirnir av Vágseiði ongan iva vera. FC Suðuroy vann [...] høvdu teir fleiri royndir ímóti málinum og hornaspørk. Tíggju minuttir undan steðginum økti FC Suðuroy um munin til 2-0. Mattias Dahl Djurhuus var málskjútti, og tað var liðformaðurin Pætur Augustinussen,
talan er um ein grundleggjandi spurning um javnstøðu. – Vit vilja formliga vera á jøvnum føti við øll hini og kunna luttaka sum øll onnur í tí, sum Norðurlandaráðið og norðurlendska samstarvið fevna um. Vit [...] millum árligu fundirnar. Tað er tó framvegis ikki tað sama sum fullur limaskapur. Jens-Frederik Nielsen gjørdi greitt, at støða Grønlands ikki er broytt. – Um Grønland ikki kann vera partur av einum javnbjóðis [...] grundarlagið undir norðurlendska samstarvinum. Sambært arbeiðssetninginum skal nevndin koma við uppskoti um broytingar, sum kunnu tryggja Føroyum, Grønlandi og Álandi javnbjóðis luttøku í samstarvinum. Ætlanin