fer at taka. – Hetta er eitt rímiliga umfatandi arbeiði, og tí hava innsatsleiðararnir eisini kallað fleiri fólk út, sigur vaktleiðarin. Fyribyrgja óhappi Sambært løgregluni er einki ferðsluóhapp hent í [...] . Vaktleiðarin sigur, at landsvegurin nú er heilt stongdur frá Skála, umvegis Skálafjørð og Skipaneskrossin og víðari til avkoyringina til Syðrugøtu. Talan er um eitt rættiliga langt vegastrekki, og enn [...] oljudálkingina. Avgerðin um at steingja vegin er tikin fyri at fyribyrgja, at óhapp henda á sera hála vegastrekkinum. – Hetta gera vit fyri at fyribyrgja. Vegurin er so hállur, at vit meta tað vera tryggast
við Politiken. Ætlanin er, at lógaruppskotið skal leggjast fyri Fólkatingið fyrst í 2027 og koma í gildi 1. juli 2027. Einki undantak fyri 13- og 14 ára gomul Ein týðandi broyting er gjørd í mun til upprunaligu [...] foreldur kortini skuldu kunna loyva børnum niður í 13 ára aldur at brúka sosialar miðlar. Hetta undantakið er nú strikað úr lógaruppskotinum, sum verður sent til hoyringar, skrivar Politiken. Tað merkir, at 15 [...] og Konservative við í avtaluni. Skulu verjast móti skaðiligum innihaldi Endamálið við aldursmarkinum er sambært stjórnini at verja børn og ung betur móti møguliga skaðiligum innihaldi og vanaskapandi nýtslu
morgunin kemur við einum ófrættakendum ljóði sum fær hús at skelva áðrenn dagurin er vaknaður vindeygu brotna og náttin dettur inn á gólvið í undirgrundini stendur eitt barn og teknar sólina á ein gráan [...] mamman troystar barnið sigur at alt verður betri men røddin skelvur sum eitt blað í køldum vindi pápin er farin við einum vápni hann ongantíð ynskti at halda um eystanfyri markið sita aðrar mammur og bíða [...] sendi inn í eitt kríggj teir ikki sjálvir valdu teir skriva heim at teir hava tað gott hóast moldin er vorðin teirra song og óttin teirra einasti vinur leiðarar sita við long borð flyta strikur á kortum
fegin um, at framkomnar amerikanskar rakettskipanir skulu setast upp í Trøndelag í Noregi. - Hetta er enn ein ógógvandi atgerð hjá Nato-landi, verður sagt. Sambært Reuters fer amerikanska rakettskipanini [...] - Slík stig minka um møguleikarnar fyri konstruktivum dialogi um strategiskar spurningar niður í einki, verður sagt í russiska uttanríkisráðnum. Í Russlandi verður ávarað um, at tey, sum taka hesar avgerðir [...] Washington og Oslo, ikki eiga at vera ovfarin av, at Russland heldur serligt eygað við hesum. - Hetta er enn eitt stig í endaleysu røðini hjá Nato at órógva støðuna, verður sagt í russiska uttanríkisráðnum