farmaskipið Silver Star, sum lá á Tvøroyri, ikki helt meira gang, enn loyvt er, er prógv um vandan við núverandi markvirðum. Tað er harmiligt, at markvirðini verða brúkt sum umbering fyri at lata vera við [...] støðuna, so er støðan ójavnt býtt kommunurnar millum og borgarin situr máttleysur eftir. Nú hevur Tvøroyrar kommuna alment meldað út, at teir hava kannað støðuna og staðfesta, at einki er áfatt og teir [...] at onki hald er í klagunum um larm. Tí er tað umráðandi at markvirðini verða lækkaði á tað støðið, sum okkara grannalond eru komin fram til og at havnirnar verða umhvørvisgóðkendar. Tað er eingin orsøk
samskifta við. Men tað er ikki tað, sum uppskotið snýr seg um. Talan er ikki um at goyma innihaldið í boðum, myndir, loyniorð ella eina søgu yvir tær heimasíður, sum vit vitja. Talan er um grundleggjandi [...] varð meldað. Endamálið er, at løgreglan skal kunna finna fram til fólk, sum millum annað gera seg kynsliga inn á børn á netinum. Orðið yvirvøka fær nógv at gerast ótrygg. Tað er væl skiljandi. Nógv ímynda [...] teimum treytum, sum rættargangslógin setur. Tá ið talan er um inntriv í loyniliga partin av samskiftinum, skal rætturin taka støðu til, um inntrivið er neyðugt og hóskar til álvaran í málinum. Tað eru sostatt
hóast orðini eru góð og føgur, so er niðurstøðan tíanverri enn tann sama. Ein fjallasúkklubreyt, ið Sersambandið fyri Súkkling og Triatlon (SST), skal gera til Oyggjaleikir, er meira umráðandi, enn trygdin [...] Súkkling og Triatlon er eitt landsfelag við 78 limum. Hetta eru seinastu atkomuligu limatølini frá 2024, sambært hesum hevur felagið í Havn 25 limir. Tað, sum eg kundi hugsa mær at viðmerkt, er tað at borgarstjórin [...] veruliga at hava ein møguleika at verja seg. Sprotin kallar tað Sýnisrættargangur Nú er hetta ikki eitt rættarmál, og her er eingin sekur ella ósekur, men nýtt føroyskt orð kundi kanska verið sýnishoyring –
hjá einum landi. Tað er sjálvandi ikki tað sama um, at oljuleiting nú er ólóglig. Men spurningurin um fossila framleiðslu er, umframt at vera politiskur og búskaparligur, eisini er rættarligur. Tað snýr [...] higartil er einki nýtt leitiloyvi ella borivirksemi. Kann tað hugsast, at oljudreymurin, sum einaferð skuldi fíggja loysingina og nú sambært summum, ironiskt nokk, skal fíggja grøna orkuskiftið, bara er júst [...] markið í Hetlandsrennuni, er eitt gott dømi. Tað er eitt av størstu óútbygdu olju- og gassfeltunum á bretska landgrunninum, við eini ætlaðari framleiðslutíð á umleið 25 ár. Í løtuni er støðan tann, at Bretland
viðmerkingum til teirra. Størstur av teimum er kærleikin ”So verða tey verandi, opinleikin, ymiskleikin og kærleikin, men størstur av teimum er kærleikin!” (Ó. Ey.) Hetta er partvíst endurgeving av orðum Paulusar [...] Sodoma og Gomorra vórðu løgd í oyði – tað er ómetaliga álvarsamt! Soleiðis eru vit skapt ”Eingin velur at gerast LGBT-ari. Soleiðis eru vit skapt!” (Ó. Ey.) Er tað rætt, at Gud skapti okkum við øllum hesum [...] syndafallið kom hetta at búgva í okkum og at sermerkja okkum. Umvendingarbann ”Eitt annað mál er eisini átrokandi, og tað er bann av umvendingarterapi!” (Ó. Ey.) Eg veit væl, at her verður serliga hugsað um samkynd
skal vísa á ein ítøkiligan vanda og prógva, at tøknin er neyðug fyri at verja persónin ella onnur. Ein “møguligur” vandi er ikki nóg mikið. Úrslitið er ein tung málsviðgerð, har tøknin verður mett sum eitt [...] kipanum, fallalarmum og GPS-peiling. Trupulleikin er, at tøknin vanliga verður viðgjørd sum eitt inntriv í sjálvsavgerðarrættin, tá persónurin ikki er førur fyri at geva samtykki. Sambært § 8 í tvingsilslógini [...] tøkni sum parti av umsorganini, tá hon er neyðug fyri tryggleika, virðileika og røkt; varðveita kravið um formliga góðkenning, tá persónurin mótmælir, ella tøknin er serliga inntrívandi; áseta greiðar reglur
lívfrøðiliga burðardygt. Útblaking er ikki eitt argument móti kvotum Eitt av sterkastu argumentunum móti kvotuskipanum undir Føroyum er vandin fyri útblaking. Tað er ein verulig avbjóðing, sum ein [...] Kortini er tað í stóran mun hetta prinsippið, sum fiskidagaskipanin byggir á. Vit kunnu eisini ímynda okkum eitt annað dømi. Hugsa tær, at alt alkohol í tax free-handlinum á flogvøllinum er ókeypis [...] hvør ferðandi kann taka við sær. Ein loysn er at siga, at hvør ferðandi kann taka eina fløsku av sterkum alkoholi, tríggjar vínfløskur og seks øl. Tað er ein beinleiðis regulering av nøgdini, meðan
Tað einasta, sum løgreglan higartil hevur sagt, er at »tað hevur verið ein hending í Fuglafirði«, og at »ein lívleysur persónur er funnin« uttan fyri ein bústað í Fuglafirði. Tað var stutt fyri klokkan [...] Fuglafirði Tað er sera, sera óvanligt, at løgreglan soleiðis fullkomiliga leggur lok á eitt mál í meira enn eitt samdøgur eftir »eina hending«, sum hana í Fuglafirði í gjár. Tí bendir nógv á, at talan er um eitt
sum skrivað hevur verið um á Facebook í bólkinum Mammur í Føroyum. Tað er ein mamma, sum skrivaði soleiðis: Hey tit allar Hetta er bert ein ávaring til allar mammur. Dótturin og ein vinkona stóðu i bus [...] en svartan Mercedes bil. Løgreglan er kontaktað. Vaktleiðarin á politistøðini í morgun sigur, at tey nú hava kannað málið. Hóast fleiri hava meldað slíkan tilburð, so er talan um ein einstakan tilburð, sigur
var málið, sum politiskt bleiv sett, og tað er eitt mál, sum alt samfelagið hevði bundið seg til. Men mál eru einki verd, um handlingin ikki fylgir við. Tí er tað umráðandi, at orkuútbyggingin í Føroyum [...] Storage). Klivaløkshagi á Sandoynni er næsta stóra stigið: fimm til sjey myllur við einum samlaðum mátti upp á 21–21,6 MW. Umhvørvisárinsmetingin er góðkend, og verkætlanin er boðin út. Tilsamans hava nýggju [...] Tørvurin á nýggjari, grønari framleiðslu er mettur til umleið 430 GWt – tað er nærum ein trífalding av tí grønu framleiðsluni, vit høvdu, tá ætlanin varð gjørd. Og hetta er uttan at rokna við vøkstrinum í vinnuni