allatíðina hava verið á konsertferðum, og sera sjálvdan búgva á einum staðið í senn, hevur sangarin Brian Littrell verið á skurðborðinum, í opnum hjartaskurði. Hann hevur etið alt ov nógvan vánaligan mat, sum [...] Counting Crows við nýggjari fløgu Counting Crows hava ikki verið at hoyrt í longri tíð. Teir vóru annars rættiliga væl umtóktir fyrst í 90?unum, og sýndist at at vilja rættiliga nógv, men teir hava ikki givið [...] einari nýggjari fløgu. 15 nýggir sangir er til fløguna, og væntandi kemur hon út einaferð í ár, ella tíðiliga í 1999, so tit sum dáma Counting Crows, gleði tykkum!
til Havnar Handverkarafelag (H. H.) ella Sosialin, tað átti at ligið á Sosialinum at borið sonn tíðindi. Nær hevur H. H. sagt limaskapin upp, um tað tók 2 ár at vera leysir av F.H.F.? Hví siga limaskapin [...] Og hvat snúði atkvøðugreiðslan seg um? Egoisma? Um eg ikki fari heilt skeivur, varð nýggj nevnd vald í H. H. á aðalfundi uml. 24. februar 1997 tvs., tað vera ikki 2 ár síðani, fyrr enn februar 1999. Muna
Í ár eru liðin 30 ár síðan Norðurlandahúsið í Reykjavík lat dyrnar upp á fyrsta sinnið. Í hesum sambandi verður stórt hátíðarhald í Reykjavík vikuskiftið 22- 24 august í ár. Høvuðsendamálið við Norður [...] húsið virkar eisini, sum kunningarmiðstøð og sosialt samlingspunkt í Reykjavík, bæði í gerandislívinum og til veitslur. Norðurlandahúsið í Reykjavík liggur sera væl fyri. Stutt frá miðbýnun og nærmasti grannin [...] Norðurlandahúsinum í Reykjavík var at styrkja bondini millum Ísland og hini norðurlondini. Og sigast má, at hetta hevur eydnast væl. Húsið hevur líka frá byrjan haft eina serstøðu í íslendskum mentunnarlívið
longu svarað Finni aftur. Í fyrstanini sat eg og nikkaði og frøddist um hetta nýggja lotið, sum er í greinini, men so kemur tað: »Finnur skal vita, at eru nøkur verulig tíðindi at bera um Føroyar á sjá [...] og hugskot, kunnu tey ikki fáa nakra serliga umrøðu«. Og verulig tíðindi eru verulig tíðindi, sum blaðstjórin metir eru verulig tíðindi. Nakað herfyri hevði Sosialurin oddagrein, har hann heitir á fólk [...] ikki skal vera er sakligt og opið orðaskifti. Bara at blaka orðið blokkstuðul í bløðini, ella at vit øll hava skilfólk og vinir í Danmørk, ella »at vit hugsa um vælferðina hjá fólkinum«, altso tað gera hini
kann í lag gott samstarv millum myndugleikar, oljufeløg og verkafeløg, soleiðis at vit í felag kunnu virka fyri, at arbeiðsumstøðurnar hjá teimum, sum í framtíðini koma at hava sítt dagliga virki í frá [...] dómstólin í Haag. Endar málið í Haag, verða vit noyddir at kanna møguleikarnar fyri kortini at hava eitt útbjóðingarumfar. Undir øllum umstøðum er tað mín ætlan at bera so í bandi, at fyrireikingarnar í sambandi [...] viðgerðar, og fari eg at tríva eitt sindur í olju- og umhvørvismál, ið eru tey málsøki, sum mær eru litin upp í hendi at umsita. Oljumál Síðan málsøkið »ráevni í undirgrundini« varð tikið yvir á heysti 1992
afturum, men landsstýrismaðurin er tann sami. Bara onkur hendinga tíðindi hava verið um tunfiskaætlanir. T. d. at eitt skip er keypt í Malaysia og at onnur hava gjørt samstarvsavtalur við japanskar fyritøkur [...] forgjørt í tí. Tað er at fegnast um, at føroyingar alla tíðina ganga nýggjar leiðir og royna eftir nýggjum fiskasløgum. Hetta er neyðugt, um vit skulu lívbjarga okkum er á klettunum. Ikki minst nú í hesum [...] eina stutta tíð, og neyvan eru nógvir menn við skipunum. Men kortini. Alt ger mun. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ringir, og boðar frá, at fiskimálastýrið hevur gjørt av, at hetta og hatta felagið hevur
eg eini grein í Dimmalætting og segði spontant, at hon minnir um Ekstra Blaðið. Hetta var harðliga afturvíst í DL, men latum okkum hyggja nærri at greinini og blaðnum tann dagin í viku 33. Í blaðhandlun [...] tvey dagbløð í Føroyum, sum kappast - og tey eru Sosialurin og Dimmalætting. Yvirhøvur er tað ein kapping um lesarar - ella rættari sagt blaðkeyparar - og hetta gongur ofta út yvir tað sakliga. Í royndini [...] heldur er tað ein góð lýsing av kjakinum, sum fór fram í bløðunum fyri einum 15 árum síðani; einvíst og keðiligt. Men her er tíbetur vend komin í. Av teimum gomlu bløðunum, er tað bert Dimmalætting, sum
Solbergabadet er bygt í 1961, og 16. juni í ár varð tað stongt av myndugleikunum, tí tað var í ringum standi, og sagt varð, at tað kundi ikki góðtakast av starvsfólkunum at halda fram í tí vánaliga umhvørvinum [...] keðiligan trupulleika: Svimjihøllin í Visby er stongd, og verður ikki latin upp aftur áðrenn Oyggjaleikirnir verða settir síðst í juni komandi. 20. august avgjørdi býráðið í Visby, at Solbergabadet skal umbyggjast [...] góð tíðindi fyri fyrireikararnar av Oyggjaleikunum, men trupulleikin er bert tann, at umbyggingin tekur 15 mánaðir, umframt at tað tekur hálvt ár at projektera, so umbyggingin byrjar ikki fyrr enn í mars
leita - elektroniskt - í øllum tilfarinum, sum hevur verið í Sosialinum seinasta árið. Í dátabásanum liggja gott og væl 7.400 greinar og tíðindastubbar, sum hesa tíðina hava verið í blaðnum - og talið økist [...] hundratals lýsingarnar, sum eru í blaðnum hvønn dag 7.406 greinar á internetinum Í dátabásanum hjá Internet-Sosialinum í gjár lógu 7.406 greinar og tíðindastubbar, sum hava staðið í Sosialinum seinasta árið. [...] tað starvsfelagar í útlondum, sum hava sett fram hesar spurningar. Men tá vit hava svarað, at vit hava fleiri túsund lesarar úti í heimi, sum á henda hátt hvønn dag kunnu fáa tíðindi heiman - so skilja
Í íslendska høvuðsstaðnum Reykjavík er nógv í at velja. Á Laugarvegnum, sum er høvuðsgøtan, liggja mat- og kaffistovurnar á hvørjum horni. Tað eru eisini nógv støð at búgva í, tá tú vitjar í høvuðsstaði [...] var ov lítil, og í 1978 byrjaði arbeiðið við at gera eitt føroyskt sjómansheim í Reykjavík. Eitt stórt innsavningararbeiði varð sett í verk, studningur varð fingin úr Føroyum, og fyrsta í áttatiárunum stóð [...] sum var her í Reykjavík. Fyrr arbeiddu nógvir føroyingar í Íslandi, og tað var stórur tørvur á eini tílíkari stovu. Tað hevði týdning fyri føroyingar at hitta aðrar føroyingar og frætta tíðindi heimanífrá