vøksturin í høvuðsstaðnum Størsti parturin av fólkavøkstrinum var í Tórshavnar kommunu. Har vaks fólkatalið við 370 fólkum upp í 23.773. Góð 40 prosent av øllum fólkum í Føroyum búgva sostatt í Tórshavnar [...] fyri. Ein serlig broyting sæst í Múla. Tvey fólk fluttu hagar í juni, og hetta er sambært Landsfólkayvirlitinum fyrstu ferð í góð tólv ár, at fólk aftur eru skrásett at búgva í bygdini. Kelda: Hagstova Føroya [...] Tann 1. juli búðu 55.505 fólk í Føroyum. Tað eru 643 fólk fleiri enn somu tíð í fjør og svarar til ein fólkavøkstur á 1,2 prosent. Eftir góð tvey ár við lítlum vøkstri er sostatt aftur komin ferð á fó
- Í samband við, at ein stór partvís sólarmyrking verður í Føroyum hin 12. august, har umleið 91 prosent av sólini verður fjald, hava vit keypt brillur til íbúgvar í kommununi. Tað siga tey í Skopunar [...] kommunuskrivstovuni í Skopun frá 10. august klokkan 9. - Um sólarmyrking er at siga, at hetta er eitt náttúrufyribrigdi, har mánin kemur millum jørðina og sólina og forðar fyri ljósinum, siga tey í Skopunar kommunu [...] kommunu. Fyrrapartin í dag høvdu vit ein greinastubba úr Skálavík, har kommunan boðar frá, at tey eisini hava keypt brillur til borgararnar í sínari kommunu. Lesið eisini: Kommuna letur borgarum brillur
fyribils í Føroyum, fáa hjálp frá læknavaktini. Løgtingsmaðurin spyr eisini, um greiðar og felags mannagongdir eru fyri, hvussu gjøld frá útlendingum skulu handfarast, og hvussu hetta verður gjørt í verki [...] læknahjálp til útlendingar verða handfarin í læknavaktini. Tað heldur Jóhannis Joensen, løgtingsmaður, sum tí hevur sett Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinnu í heilsumálum, ein grein 52a-fyrispurning [...] upplýst, hvussu kommunulæknin verður samsýntur fyri at veita útlendingum læknahjálp í læknavaktini, og hvør ber útreiðsluna í teimum førum, tá viðkomandi ikki hevur rætt til ókeypis læknahjálp. At enda spyr
og café. Nógv verður gjørt burtur úr í Silvalandi, og í ár eru nýggjar og stórar hoppiborgir, sum ongantíð áður hava verið í Føroyum. Fyrikomandi Silvi vitjar eisini í Silvalandi hvønn dag, og høvi verður [...] Tíðindaskriv: Tað væl umtókta Silvalandið verður aftur í ár á Summar Festivalinum. Silvland er fyri børnini og familjurnar og heldur til í báðum ítróttarhallunum í Klaksvík. Øll, sum hava armband til Summar Festivalin [...] verður hjá børnum at heilsa upp á hann. Á pallinum í Silvalandi verða fleiri konsertir og framførslur. Hósdagin undirheldur festligi Bubu. Fríggjadagin hava Operetturnar framførslu, og sangarin Bjarki, sum
Bara í juli vórðu 138 nýggj akfør skrásett. Í juli í fjør vóru tey 125. Tað svarar til ein vøkstur upp á góð 10 prosent. Persónbilarnir vóru tó eitt vet færri í juli í ár – 65 í mun til 68 í juli í fjør [...] mun til 66 í fjør. Talið av nýggjum vøruvognum er farið úr 163 upp í 185. 49 nýggj prutl eru skrásett higartil í ár í mun til 35 í fjør, meðan 16 nýggj lendisakfør eru skrásett í mun til níggju í fjør. Bara [...] skrásettir í Føroyum í mun til 849 fyrstu sjey mánaðirnar í fjør. Tað eru 74 fleiri, svarandi til ein vøkstur upp á 8,7 prosent. Eisini er stórur vøkstur í søluni av viðfestivognum. 83 eru skrásettir í ár í
Í dag er seinasti dagur á ársins Summar Festivali, og kvøldið bjóðar ellivu konsertir umframt undirhald og framførslur í Silvalandi. Útlendska høvuðsnavnið á Vágsbø í kvøld er poppsangarin Andreas Odbjerg [...] Odbjerg, sum ongantíð áður hevur framført í Føroyum. Hann fekk stórt gjøgnumbrot í Danmark fyri nøkrum árum síðani og hevur hittað við sangum sum "I morgen er der også en dag", "Hjem fra fabrikken" og "Stor [...] framføra aftur eftir langan steðg, og í kvøld spæla tær sína størstu konsert nakrantíð. Føroyska tónleikadrotningin Annika Hoydal hevur konsert á Vágsbø klokkan 20 í kvøld. Dagurin byrjar við familjukonsertini
n sást tí serliga væl her hjá okkum, og eftir øllum at døma var Eiði eitt av heilt fáum støðum í Føroyum, har til bar at uppliva fyribrigdið. Martin Kristoffur Kristiansen skrivar, at av tí sama var tað [...] standa heima á Eiði og síggja eina sólarmyrking. Hesaferð vóru vit á rætta staðnum undir rætta gloppinum í skýloftinum. Hann leggur aftrat, at hetta var ein stutt, men serlig løta á Eiði mikukvøldið.
alivinnu, og hetta er eisini støðan í nøkrum alibrúkum í Noregi í løtuni. Ilaks.no visti herfyri at siga, at ILA er ávíst í alibrúkinum, Storvika í Skjerstadfjørðinum, sum liggur í Bodø kommunu. Norski djóral [...] um ILA-smittu í Føroyum, og sagt hevur verið, at ILA var ein orsøkin til, at føroyska alivinnan fór av knóranum tíðliga í hesi øldini. Hinvegin er tað javnan, at tað hoyrist um ILA-smittu í norskari alivinnu [...] djóralæknastovnurin boðaði Matvørueftirlitinum í Noregi frá um ILA-illgrunan í Storvika hin 12. august, og hin 26. august varð smittan staðfest. Fyri at avmarka smittuútbreiðslu hevur alistøðin fingið nøkur
samanhang til kristindómin. Í Vestmanna kirkju vísa tey á, at summi helst minnast Ronald Risvig, tí hann var fótbóltsvenjari hjá ÍF í Fuglafirði í 1981, og hann hevur vitjað aftur í Føroyum heilar 35 ferðir. - [...] Fyrilesturin varar í umleið hálvan tíma, og í steðginum verður ein drekkamuður at fáa í forkirkjuni. Sjálvur sigur Ronald Risvig, at hetta er ein fyrilestur um hin reyða tráðin í lívinum, sum hann lýsir [...] hvønn týdning tey hava havt í mínum lívi. Danski presturin fer eisini at lýsa, hvønn týdning fótbóltur hevur havt fyri hansara máta at hugsa uppá. - Hetta seti eg í fyrilestrinum í samband við sangirnar “Den
Kári Jacobsen, leiðari á kanningardeildini hjá Føroya Politi, í samrøðu við Kringvarp Føroya. Útmeldingin kemur í kjalarvørrinum á málinum í Danmark, har tríggir tannáringar – tveir 16 ára gamlir og ein [...] umráðandi at hava ans eftir, hvørjum umhvørvum tey luttaka í á netinum, sigur hann við KVF. Hann vísir á, at føroysk ung brúka somu talgildu pallar sum ung í øðrum londum, og tí eru Føroyar ikki avbyrgdar frá [...] ein 15 ára gamal – eru ákærdir fyri at hava ætlað eitt yvirgangsálop á ein skúla í Jútlandi. Sambært Kára Jacobsen vísir málið, hvussu sosialir miðlar og netbólkar kunnu verða brúktir til at ávirka og r