andlát hansara hevur sett eina røð av hátíðarhaldum og markeringum í gongd í Noregi. Her er eitt yvirlit yvir, hvat fer at henda, og hvussu norska samfelagið verður ávirkað komandi dagarnar. Tá Haraldur [...] miðlinum VG verður Haraldur kongur jarðaður í kongliga mausoleuminum á Akershus slotti í Oslo. Mausoleumi er almenna gravkapellið hjá norska kongshúsinum. Fríggjadagin seinnapartin var enn ikki kunngjørt, nær [...] til at vísa sorgina á virðiligan hátt. Til ber millum annað at flagga á hálvari stong, halda tøgn í ein minutt á almennum tiltøkum, tendra ljós ella seta myndir av Haraldi kongi fram. Stjórnin og almennir
hóast komið er inn á eitt vegastrekki, har loyvt er at koyra 80 km/t. Fyri ein føroying, sum kennir vegakervið og reglurnar, er hetta kanska ikki ein stórur trupulleiki. Men støðan er ein onnur hjá einum [...] ferðavmarkingar enda ella ein hægri hámarksferð aftur er galdandi. Tøknin í bilunum er broytt. Tí er rímiligt at spyrja, um okkara skelting eisini eigur at fylgja við. Talan er í grundini um eina einfalda [...] Men tað er ikki vist, at førarin fremst í røðini veit, at hann hevur loyvi at koyra 80 km/t. Hetta er ein av orsøkunum til, at eg havi sett Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í vinnumálum, ein §52 a-f
Tórshavnar kommunu er at vera talurør fyri tey eldru í kommununi. Tí hevur ráðið vitja støð í kommununi, har eldri savnaðast og/ella búgva. Á tann hátt metti ráðið, at tað kundi hoyra, hvat rørist millum tey [...] lk, avvarðandi og starvsfólk. Spurt var um nøgdsemi við tænastuna, sum kommunan veitir – hvat var gott og hvat var ynskiligt at fáa broytt. 29 ymisk viðurskifti blivu nevnd, sum ynskt var at kommunan gjørdi [...] frásøgnini. Størri mál Eitt av fyribyrgjandi tiltøkunum er at byggja bíligar eldravinarligar íbúðir. Tí verður mælt til at fara undir at byggja slíkar íbúðir. Ein týðandi táttur fyri at kunna vera heima og virkin
Tað eru mørk fyri, hvat eitt spektrum kann fevna um. Í øðrum endanum eru fólk uttan mál og við tørvi á hjálp alt samdøgrið, meðan onnur taka hægri útbúgvingar og halda, at autisma bert er eitt náttúrligt [...] enda meiningsleys. Samstundis er vandi fyri, at tey, sum hava størstan tørv á hjálp og stuðli, verða gloymd, sigur hon. Formaðurin í danska Autismufelagnum, Karina Bundgaard, er ósamd í metingini. Hon heldur [...] Uta Frith, sum í áratíggju hevur verið millum fremstu autismugranskarar í heiminum, heldur, at tíð er komin at endurskoða, hvussu autisma verður skilmarkað. Í samrøðu við Kristeligt Dagblad sigur hon,
somu treytir í bólki 5B, kunnu brúka. Hetta er sostatt ein almenn politisk avgerð fyri ein heilan bólk og ikki ein serstøk tillutan til mín. At ein politikari, eins og onnur í samfelagnum, kann verða ávirkaður [...] í 2026. Tað er ein skerjing upp á meira enn 70 prosent. Bólkur 4 hevur eisini verið fyri sera stórum skerjingum. Bara frá 2023 til 2026 er bólkur 5 farin úr 9.456 niður í 6.468 dagar – ein lækking upp [...] arbeiðsbólkinum frá 2021, til ein nýggj og breið semja er gjørd. 4. Tú stendur sjá lvur til at f á a ein ágóð a av uppskotinum, t í báturin Freyr hevur fiskiloyvi 5B. Er tað fyri egnan vinning, at tú ynskir
salmonis ). Tað er eisini skiljandi. Laksalúsin er ein specialistur, ið í høvuðsheitum livir á laksi og síli, og hon er ein av teimum best kannaðu parasittunum í havinum. Men tað finst ein onnur lús, sum [...] sum hevur fingið nógv minni ans: Caligus elongatus – seiðalús. Henda lúsin er ikki ein specialistur, men ein generalistur. Hon er skrásett á meira enn 80 fiskasløgum, millum annað toski, hýsu, upsa, sild [...] av pørtunum nevna alivinnuna sum ein møguligan part av trupulleikanum hjá okkara fiskastovnum. Og tað er undarligt, sera undarligt, tí hvør einasti fjørður í Føroyum er fyltur upp til stokkanir við laksi
Ein 70 ára gamal maður er fríkendur fyri at hava sett eld á almenna vesið á Mylnugøtu í Havn leygardagin 9. november í 2024. Tað skrivar Frihedsbrevet, sum var til staðar, tá málið varð viðgjørt í Føroya [...] sett eld á ein serviett og tveitt hann í eina ruskspann á kvinnuvesinum. Sjálvur noktaði hann seg sekan og greiddi frá, at hann hevði varnast eldin, tá hann kom framvið, og síðani ringt 112. Ein av høvuð [...] høvuðsspurningunum í rættarmálinum var, hvat maðurin hevði sagt undir fyrstu avhoyringini hjá løgregluni. Í løgreglufrágreiðingini stóð, at hann hevði játtað, men hetta avvísti hann í rættinum. Verjin vísti
samstundis, at úrvalsskipanin framvegis er ung og nýggj og hevur fleiri menningarøki. Í nógvum sambondum er fyrisitingarliga orkan avmarkað, og í fleiri ítróttagreinum er heimliga venjingar- og kappingarumhvørvið [...] Analyseinstitut (IDAN) gera eina umfatandi greining av føroyskum úrvalsítrótti, og niðurstøðan er, at Føroyar eru ein lítil tjóð, sum avrikar oman fyri allar væntanir. Frágreiðingin Elite Sport in the Faroe [...] ov lítið til at menna bestu íðkararnar heilt upp á hægsta altjóða stig. Fráfallið í tannárunum er eisini ein avbjóðing, serliga hjá gentum og ungum kvinnum. Í einum so lítlum samfelagi hevur tað stóran týdning