hjá einum landi. Tað er sjálvandi ikki tað sama um, at oljuleiting nú er ólóglig. Men spurningurin um fossila framleiðslu er, umframt at vera politiskur og búskaparligur, eisini er rættarligur. Tað snýr [...] markið í Hetlandsrennuni, er eitt gott dømi. Tað er eitt av størstu óútbygdu olju- og gassfeltunum á bretska landgrunninum, við eini ætlaðari framleiðslutíð á umleið 25 ár. Í løtuni er støðan tann, at Bretland [...] staðfesti, at tá ein oljuverkætlan verður umhvørvismett, ber ikki til bara at hyggja at útlátinum frá sjálvum boripallinum og framleiðsluni. Útlátið av oljuni, sum seinni verður brend, er eisini ein avleiðing
til: Hvussu vita vit, um ein kelda er álítandi? Hvat er munurin á samanhangi og orsøk? Hví kunnu tvær kanningar koma til ymiskar niðurstøður? Hvat merkir vísindalig óvissa? Og hví er tað tekin um styrki - [...] okkum. Ein kaldur vetur kann kennast sum prógv ímóti veðurlagsbroytingum. Ein einstakur persónur, sum ikki gjørdist sjúkur, kann kennast sum prógv fyri, at ein heilsuvandi er íspunnin. “Eg kenni ein, sum [...] eina áhugaverda samrøðu. Tað er ikki ein vísindalig kanning. Vísindi eru heldur ikki bara ein samling av pástandum, sum serfrøðingar krevja, at vit skulu trúgva. Vísindi eru ein háttur at verja okkum móti
ringt um Tjóðveldi, hóast tey tá eins og vanligt eru handlingslamin. Men tað, sum man serliga eigur at bíta merki í, er hetta: EBS avtalan hjá EFTA umfatar ikki fisk! Tískil er tað burturvið, at Jóannes Eidesgaard [...] einastandandi at hoyra Jóannes Eidesgaard í Breddanum, tí ferð aftaná ferð verður staðfest, hvat hansara egentliga agenda er: At geva Sambandsflokkinum skyldina fyri allar heimsins trupulleikar. Hann harmast um [...] EFTA. Illusjónin hjá Jóannes Eidesgaard er, at einki ber til uttan loysing. Men pessimisma gevur okkum ikki betri handilstreytir. Visjónin hjá hesi samgonguni er at betra um handilssambondini hjá Føroyum
fullari grønlendskari yvirtøku, og hvat hetta fer at kosta. Sambært sjálvstýrislógini kann Grønland yvirtaka loftferðsluøkið eftir samráðingar við donsku stjórnina. Tað er tó Grønland sjálvt, sum skal taka [...] svarinum á, at Føroyar og Danmark hava valt eina stigvísa skipan. Ein slík loysn ger tað møguligt at byggja neyðugar førleikar og ein føroyskan loftferðslumyndugleika upp so líðandi. Føroyar og Danmark [...] nakrari ítøkiligari avtalu ella tíðarætlan fyri Grønland. Tað nýggja er, at hon beinleiðis vísir á føroysku stigvísu yvirtøkuna sum ein møguligan leist fyri Grønland. Kelda: Fólkatingið og Check-in.dk .
frá listini? Øll tiltøkini eru almenn og ókeypis. Skráin er hendan: Bókasavnið við Løkin mánakvøldið 14. september kl. 19 Upsi og aling – hvat vita vit um seiðin á firðunum og møguliga ávirkan av aling [...] Runge, Havstovan Ein lítil tráður úr Føroyum: handrit á alnetinum Heiðrún Hõdd Guðmundsdóttir, Landsbókasavnið Miðlatún í Vági mánakvøldið 21. september kl. 19 Føroyskir hvalir ella ein felags stovnur? [...] Jákupsstovu, bókmentagranskari, og Maja Friis, myndlistakvinna frá Visual Science hittast til prát um, hvat listin sigur okkum um veðurlag, landslag og tíð. Við støði í gransking, listaligum arbeiði og ítøkiligum
Ein 70 ára gamal maður er fríkendur fyri at hava sett eld á almenna vesið á Mylnugøtu í Havn leygardagin 9. november í 2024. Tað skrivar Frihedsbrevet, sum var til staðar, tá málið varð viðgjørt í Føroya [...] sett eld á ein serviett og tveitt hann í eina ruskspann á kvinnuvesinum. Sjálvur noktaði hann seg sekan og greiddi frá, at hann hevði varnast eldin, tá hann kom framvið, og síðani ringt 112. Ein av høvuð [...] høvuðsspurningunum í rættarmálinum var, hvat maðurin hevði sagt undir fyrstu avhoyringini hjá løgregluni. Í løgreglufrágreiðingini stóð, at hann hevði játtað, men hetta avvísti hann í rættinum. Verjin vísti
Tórshavnar kommunu er at vera talurør fyri tey eldru í kommununi. Tí hevur ráðið vitja støð í kommununi, har eldri savnaðast og/ella búgva. Á tann hátt metti ráðið, at tað kundi hoyra, hvat rørist millum tey [...] lk, avvarðandi og starvsfólk. Spurt var um nøgdsemi við tænastuna, sum kommunan veitir – hvat var gott og hvat var ynskiligt at fáa broytt. 29 ymisk viðurskifti blivu nevnd, sum ynskt var at kommunan gjørdi [...] frásøgnini. Størri mál Eitt av fyribyrgjandi tiltøkunum er at byggja bíligar eldravinarligar íbúðir. Tí verður mælt til at fara undir at byggja slíkar íbúðir. Ein týðandi táttur fyri at kunna vera heima og virkin
arbeiðis, og nevnir trý dømi um, hvat ein líknandi stuðul kundi givið við 200 skúladøgum um árið: Ein næmingur úr Havn, sum gongur til tekniskan student í Klaksvík: 8.580 krónur . Ein næmingur úr Oyndarfirði á [...] Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður, sum hevur sett Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, ein skrivligan fyrispurning um ferðing hjá lesandi og lærlingum. Hann vil hava greiði á, hvussu nógv ferðast [...] í Føroyum, hvussu langt tey hava at fara, og hvussu nógvar dagar um árið tey skulu møta. Endamálið er at fáa eitt grundarlag fyri møguligum lógaruppskoti um ferðastuðul til lesandi og lærlingar á skúlaparti