samstundis, at úrvalsskipanin framvegis er ung og nýggj og hevur fleiri menningarøki. Í nógvum sambondum er fyrisitingarliga orkan avmarkað, og í fleiri ítróttagreinum er heimliga venjingar- og kappingarumhvørvið [...] møguleikarnar fyri IOC-góðkenning Hvat hendir nú? Frágreiðingin gevur ÍSF, Úrvali og sersambondunum eitt sterkt vitanargrundarlag at byggja víðari á. Næsta stigið er at gera tilmælini til ítøkilig átøk [...] Idrættens Analyseinstitut (IDAN) gera eina umfatandi greining av føroyskum úrvalsítrótti, og niðurstøðan er, at Føroyar eru ein lítil tjóð, sum avrikar oman fyri allar væntanir. Frágreiðingin Elite Sport in
tíðina. - Baksíðan á medaljuni í metsølu av grundstykkjum er, at tørvurin at útvega fleiri grundstykkir í kommununi er átroðkandi. Kommunan er væl fyri fíggjarliga, hevur góðar skúlar, stovnar og frítíðar- [...] - Lyklatøl staðfesta, at áhugin at seta búgv í Sunda kommunu í løtuni er sera stórur, og tað gongur væl í kommununi. Hetta verður staðfest við fólkatalinum, søluni av grundstykkjum og skattainntøkunum [...] unnilin lat upp, noyddist kommunan tó at fyrihalda seg til ein nýggjan landafrøðiligan veruleika, hvat samferðslukervinum viðvíkur. Hetta sást eisini aftur í til og fráflytingini nøkur ár aftaná. 1. august
valhølini í Íslandi lata aftur klokkan 22 íslendska tíð. Tað er klokkan 23 føroyska tíð. Hóast bert ein spurningur er á atkvøðuseðlinum, er ikki vist, at endaliga úrslitið verður greitt beinanvegin. A [...] kósina hjá landinum. Spurningurin á atkvøðuseðlinum er, um Ísland skal taka samráðingarnar um limaskap í Evropeiska Samveldinum uppaftur. Einki úrslit er enn, men íslendsku miðlarnir fylgja fólkaatkvøðuni [...] eingin munur er á ja- og nei-síðuni. Í einari kanning hjá Maskínu søgdu 51,3 prosent av teimum, sum høvdu tikið støðu, at tey ætlaðu at atkvøða ja. 48,7 prosent ætlaðu at atkvøða nei. Munurin er tó innan fyri
Erasmus+ verður ofta sett í samband við lesandi, sum fara uttanlands at lesa. Men skipanin er nógv meira enn tað. Ítróttur er eitt sjálvstøðugt øki, har stuðul millum annað kann fáast til førleikamenning hjá venjarum [...] at gloyma íðkaran sjálvan. Eitt av tilmælunum hjá IDAN er at gera tað lættari hjá úrvalsíðkarum at sameina ítrótt við útbúgving og arbeiði. Tað er júst ein av raðfestingunum í Erasmus+, har dentur verður [...] millum ung – og serliga gentur og ungar kvinnur – er ein av avbjóðingunum, sum IDAN peikar á. Her kunnu vit læra av øðrum londum: Hví gevast gentur? Hvat riggar aðrastaðni? Og hvussu fáa vit fleiri at halda
við egnum samstarvs- og fíggingarmøguleikum. Dømir: 1. Ein serlstakur norðurlendskur LGBTI-grunnur er settur á stovn. Síðani 2021 hevur Norðurlendska Ráðharraráðið fíggjað verkætlanir, sum serliga miða [...] LGBTI-persónum. Í 2026 hevur grunnurin serstakt raðfest umsøkjarar úr Føroyum, Grønlandi og Álandi. 2. Tað er ikki bara talan um symbolskan stuðul. Søkjast kann um DKK 50.000 til 500.000 fyri hvørja verkætlan [...] háttaløgum (metodik), m.a. 3. Føroyar hava verið serliga raðfestar í 2026. Embætisliga grundgevingin er, at føroyskir, grønlendskir og álendskir aktørar higartil hava verið minni við í verkætlanunum hjá
annað kann verða lagt undir dagamark? Um trupulleikin er ójøvn krøv, er tann natúrliga loysnin at hyggja at krøvunum – ikki at avmarka kappingarneytan. Hvat gera Norðurlondini? Danmark: Dagamørkini á 30, 70 [...] Endamálið er at fáa fleiri bústaðir út á fasta leigumarknaðin. Tað er eitt gott endamál. Men eitt gott endamál ger ikki av sær sjálvum eitt lógaruppskot gott. Áðrenn vit velja amboðið, eiga vit at vita [...] gistingarvirksemi, og hvussu nógv veruliga kundu komið út á fasta leigumarknaðin. At eingin er skrásettur á adressuni, er ikki tað sama sum, at ein leigubústaður stendur tómur. Lógaruppskotið leggur eingi hagtøl
kundaráðgeva. Tað eru fýra eigarar í Lunnar, og stjóri er Signar Nielsen. - Tað týdningarmesta fyri okkum er, at kundarnir vita, at vit finnast, og hvat vit kunnu hjálpa teimum við. Vit eru ein heildarveitari [...] tøkni, er høvuðsmálið einfalt: Tøknin skal gera gerandisdagin lættari. – Tað er ein góð heimasíða, tá snið, brúkarauppliving, trygd og skjótleiki renna saman í eina heild, sigur Signar. Hjá Lunnar er hugsanin [...] rturin er framvegis ein týðandi partur av virkseminum. Men í dag fyllir menning av serskipanum og appum størsta partin av virkseminum. – Vit gera ofta tekniskt kompleksar loysnir, men málið er altíð, at
vinnuligari hvalaveiði, sum er lóglig sambært íslendskari lóggávu. Manningin á Bandero er eisini ákærd fyri vandamikla atferð á sjónum. Watson vísir ákærunum aftur og sigur, at eingin enn er ákærdur ella dømdur [...] handtóku manningina og fluttu flestu manningarlimirnar av landinum. – Endamálið við øllum, sum vit gera, er at fáa fólk at varnast tað, sum fer fram, sigur Watson. Bandero hevði trupult við at finna íslendsku [...] dømdur. Íslendska løgreglan kannar tó framvegis hendingarnar. Nógv próvtilfar er sambært løgregluni savnað, men roknað verður ikki við nakrari ákæru í næstum. Millum annað verður kannað, um ein netarest varð
tá ES samtykkir reglur, sum seinni verða settar í gildi gjøgnum EBS. Ein óloystur spurningur er nú, hvat skal henda við formligu íslendsku umsóknini um ES-limaskap. Ísland søkti um limaskap í 2009 eftir [...] úrslitið og ikki fer at halda fram við ES-tilgongdini í hesum valskeiðinum. Hon metir ikki, at tapið er eitt álitisbrot móti stjórnarsamgonguni. Heldur vísir stóra valluttøkan, sambært henni, at fólkaatkvøðan [...] yvir fiskatilfeinginum og ikki gerast partur av felags fiskivinnupolitikkinum hjá ES. Fiskivinnan er ein týðandi partur av íslendska búskapinum og útflutninginum og hevur samstundis stóran týdning fyri
hámarksferð aftur er galdandi. Tøknin í bilunum er broytt. Tí er rímiligt at spyrja, um okkara skelting eisini eigur at fylgja við. Talan er í grundini um eina einfalda loysn: Tá tað aftur er loyvt at koyra [...] km/t, hóast komið er inn á eitt vegastrekki, har loyvt er at koyra 80 km/t. Fyri ein føroying, sum kennir vegakervið og reglurnar, er hetta kanska ikki ein stórur trupulleiki. Men støðan er ein onnur hjá einum [...] bilurin vísir, at hámarksferðin er 60 km/t, er tað púra natúrligt, at førarin lítur á tað. So kann úrslitið gerast, at koyrt verður 60 km/t kilometur eftir kilometur, hóast loyvt er at koyra 80. Ferðarmunur hevur