ella fyri trimum árum síðani. Avleiðingin er, at privatu miðlarnarir hava ongantíð verið í so ringari støðu sum teir eru nú. Ístaðin fyri at gera tað, sum er endamálið við teimum, nevniliga at skapa kritiskan [...] ið frá privatu miðlunum. Hann setti nevniliga eina nevnd við einum løgfrøðingi á odda at gera av, hvat privatu miðlarnir skuldu skriva um og varpa út. Tað merkti, at miðlarnir skuldu gera ymsar verkætlanir [...] ikki vóru miðlafólk, skuldi góðtaka, annars varð fíggjarliga grundarlagið rykt undan teimum. Hetta er ein skipan, sum hevur virkað stak illa, og sum fullkomiliga hevur tikið pressufrælsið frá privatu miðlunum
trinum, er saman við Tráin Petursson Nónklett, granskara, farin undir at kanna, hvønn týdning tað hevur fyri samleikan hjá føroyingum, at fuglaveiða møguliga skjótt fer í søguna. Kanningin er partur av [...] veiðihættir og matgerð, sum nú er í vanda fyri at fara fyri skeyti. Tá umstøðurnar broytast, og siðbundin livikor og handverk missa sín týdning, hava vit ikki somu amboð at skilja, hvat hesi tap hava við sær, [...] hækkandi sjóhitin ávirkar fuglastovnin í so stóran mun, at veiða av nøkrum fuglasløgum er um at doyggja út. Vit vilja kanna, hvat hetta merkir fyri mentan og samleika hjá føroyingum, sigur Tráin Petursson Nónklett
effektiv. Munurin er, hvat effektiviteturin verður brúktur til. Undir fiskidagaskipanini gevur effektivisering størri veiðu og harvið størri umsetning. Í eini kvotuskipan er veiðan longu avmarkað [...] lívfrøðiliga burðardygt. Útblaking er ikki eitt argument móti kvotum Eitt av sterkastu argumentunum móti kvotuskipanum undir Føroyum er vandin fyri útblaking. Tað er ein verulig avbjóðing, sum ein [...] størst møguligt virði fyri føroyska samfelagið. Vit kjakast sjáldan um, hvat endamálið við byggivinnuni, alivinnu ella aðrari vinnu er. Har taka vit sum givið, at vinnan skal skapa størst møguligt virði
men enn er eingin niðurstøða komin úr kanningunum. Kári Jacobsen, kanningarleiðari hjá løgregluni, segði við Kringvarpið í gjár, at arbeitt verður við at lýsa so neyvt sum gjørligt, hvat er farið fram [...] ikki enn siga, um nakað revsivert er farið fram. – Enn eru vit ikki komin til nakra niðurstøðu, og tí fái eg illa úttalað meg um málið. Heldur ikki, um nakað revsivert er farið fram, sigur kanningarleiðarin [...] hjá løgregluni. Og sambært vaktleiðaranum á politistøðini í morgun, so er framvegis einki nýtt at frætta um málið í morgun. Óvist er, nær kanningarnar verða lidnar.
, skrivar Veðurstova Føroya. Tað er í kvøld, at partvís sólarmyrking er. Tað er gjørt eitt burturúr á portalum, útvarpi og sjónvarpi, hvat ein partvís sólarmyrking er, so tað verður ikki endurtikið her [...] faroeislands.com og trýsti á Feed, sum er beint niðriundir Føroyarkortinum. So síggja tit nógvar myndir ísenn. Vit vóna tað besta. Frystilínuskipið Pison av Viðareiði er til fiskiskap í Eysturgrønlandi. Teir [...] tættur heilt niður á sjógv. Sýnið bert 100-200 metrar. Hann sendi okkum myndina niðanfyri. ##med2## Tað er at vóna, at teir umborð á Pison síggja ta fullu sólarmyrkingina seint seinnapartin í dag. Tað fer sjálvandi
gjørdar í og við eini húsi á Bøvegi í Fuglafirði. Hvat er hent og ikki fáa vit ikki at vita frá løgregluni, sum tó staðfestir í morgun, at ein persónur er deyður í sambandi við »hendingina« í Fuglafirði [...] á politistøðini í Havn í morgun. Lesið eisini: Stór løgregluatsókn í Fuglafirði Tað sum vit vita er, at »ein hending«, sum løgreglan málbar seg í gjár, fór fram í Fuglafirði. Løgreglan stongdi eitt øki
verið í sambandi við Føroya Politi, sum váttar, at »ein hending er í Fuglafirði«, men løgreglan kann í løtuni ikki siga meira um, hvat er hent – og fer heldur ikki at greiða nærri frá í kvøld, verður upplýst [...] fór fram, hevur eisini verið sperraður, og fólk sluppu ikki til hús, frættu vit úr Fuglafirði. Men nú er vegurin ikki stongdur longur, og fólk eru sloppin til hús. Málið tykist tó vera álvarsamt, tí løgreglufólk
grundgevast fyri, hví viðkomandi eigur at fáa herðaklappið, hvat viðkomandi persónur ella felagsskapur hevur gjørt, og hvussu man metir, at hetta er til gagns fyri borgarnar í kommununi. - Uppskotini skulu
størri javnstøðu. Endamálið við Fakdegnum er í ár at varpa ljós á týdningin av umsorganar- og læringsarbeiði í einum samfelagsligum og búskaparligum sjónarhorni; hvat er framleiðsluvirði innan eitt nú pedagogiska [...] útreiðsla heldur enn ein íløga, hóast tað er sjálvt grundarlagið undir bæði búskaparligari menning og sosialari burðardygd. Eitt av høvuðssjónarmiðunum hjá Holten er, at samfelagið eigur at víðka sína fatan [...] Boðskapurin hjá Emmu Holten er tí, at umsorgan eigur at verða fatað sum ein grundleggjandi samfelagslig íløga heldur enn ein kostnaður. Eitt samfelag, sum virðismetir umsorganararbeiði, er betur ført fyri at skapa
serdeildin hjá løgregluni var eisini við. Løgreglufólk leitaðu í ruski og runnum í økinum, men ikki er upplýst, hvat leitað varð eftir. Eisini varð eitt annað serdeildarátak framt nær Kauptúni millum Garðabæ og [...] Íslendska løgreglan er framvegis fáorðað um drápsmálið á Kársnesi í Kópavogi, men íslendskir miðlar hava fingið fleiri upplýsingar um hendingina. Um trý-tíðina seinnapartin sunnudagin fekk løgreglan fráboðan [...] Fleiri fólk sita nú í varðhaldi, men løgreglan hevur ikki upplýst, hvussu nógv tey eru. Heldur ikki er enn greitt, um løgreglan fer at krevja, at ein ella fleiri av teimum handtiknu verða varðhaldsfongslað