handil og fleiri ferðafólk til karibisku oynna. Tað skrivar Reuters. Talan er um 34 síður við nýggjum reglum og lógarbroytingum, sum millum annað skulu gera tað lættari hjá bæði útlendskum og kubanskum íleggjarum [...] hevur í nógv ár verið afturhaldin við at loyva marknaðarbúskaparligum nýskipanum. Oscar Pérez-Oliva Fraga, kubanskur uttanríkishandilsráðharri, viðgongur, at støðan er trupul, og at tað er torført at fáa [...] arbeiða sum ferðaleiðarar. Reuters lýsir hetta sum stórar broytingar í eini vinnu, sum higartil hevur verið nærum fullkomiliga stýrd av kubanska statinum. Nýggju reglurnar koma afturat einum søguligum nýsk
Henriksen og Gunnar Reynslág, vóru í vár ofta millum teir fyrstu ellivu. Tað hava teir ikki verið so javnan í summar. At teir vóru tað í dag mundi komast av, at onkrir, sum eru á markinum til at verða leikbannaðir [...] handara stólpan eftir innlegg úr høgru. Hjá AB er tað kærkomið, at málverjin Jesper C. Sørensen er tøkur aftur, eftir at hann í fleiri mánaðir hevur verið skaddur. Eftir steðgin legði NSÍ tungt trýst á [...] eitt korter var farið av seinna hálvleiki, men tað eydnaðist ikki at halda tørn um javnleikin. Tríggjar minuttir eftir, at hann varð skiftur inn, var tað Meinhard Egilsson Olsen, sum legði NSÍ á odda.
kom ein nýggj fráboðan um, at støðan var óbroytt. Tað merkir, at heilsustøðan framvegis verður mett at vera sera álvarslig, men tað er ikki staðfest, at støðan er versnað enn meira. Hin 89 ára gamli kongurin [...] Haraldur kongur hevur verið innlagdur á Rikshospitalinum í Oslo síðan 17. august. Í gjár boðaði norska kongshúsið frá, at heilsustøða hansara var versnað og var vorðin sera álvarslig. Seinni sama dag kom [...] í løtuni uppgávurnar sum ríkisstjóri, meðan kongurin er sjúkrameldaður. Túsundtals norðmenn hava verið á Slottsplassen í Oslo, har fólk hava lagt blómur, kort og heilsanir. Hóskvøldið sungu fólk eisini
Tað er hevur verið siður á Ljósfest í Vági at heiðra borgarar, ið hava givið serligt íkast til felagsskapin. Ljósfest byrjaði í kvøld og heiður fingu Heri Hjelm, ið fór foldum frá fyri stuttum, og hjúnini [...] mangan hátt hava tikið lut í samfelagslívinum, og enntá verið lyklapersónar, so at alt gongur sum eftir ánni. Nevna vit Skótaliðið Royndina, so eru tað óvað nógv, ið hugsa um Maritu Vestergaard í Lágabø og [...] maðurin Rúni er burturstaddur í arbeiðsørindum. Grundgevingarnar og myndir síggjast her: Heri Mørk Hjelm Tað finnast oddvitar, ið longu á ungum árum vísa, at mansevni og vit ganga hond í hond, og at framburður
U15-landsliðið við gentum slapp veruliga at royna seg í Baltic Cup, sum seinastu dagarnar hevur verið í Litava —————— Tað gekk ikki akkurát sum ætlað hjá føroysku U15-gentunum, sum farnu dagarnar hava tikið lut [...] vera eitt læruríkt umhvørvi. Genturnar hava verið virknar í eftirmetingunum, har tær sjálvar hava greinað støður úr dystunum og sett orð á sínar upplivingar. – Tað er ein týdningarmikil partur av menningini [...] . Einsamalla málið hjá Føroyum gjørdi Rebekka Skoradal. – Sum heild eru vit rímuliga væl nøgd við tað, sum genturnar hava víst í kappingini. Hjá teimum flestu var hetta fyrstu ferð, at tær royndu seg í
í átta dystum skoraði heili 94 mál. Tað átti at rokkið til at verið toppskjútti í U18 EM-endaspælinum í Serbia. Men stórskjúttin hjá Ísrael, Yonathan Pelach vildi tað øðrvísi. Undan plasseringsdystinum [...] Yonathan Pelach er sostatt EM-toppskjútti við 97 málum. Boas er næstbesti skjúttin við 94 málum. Tað er tað mesta nakrantíð hjá einum føroyskum leikara í einum EM ella HM-endaspæli. Triðbesti málskjúttin
móti Fleetwood Town í heimadysti í League Two. Geza legði eisini upp til tað, ið hevði verið 3-2 sigursmálið hjá Grimsby, um tað ikki var kolldømt fyri rangstøðu. Aftaná dystin var Geza heiðraður sum dagsins [...] hann iðraði seg um, at Grimsby ikki vann. Tað harmar eisini Geza, at teir í Grimsby lótu ov løtt mál fara inn í hinum endanum. HER ber til at síggja og hoyra tað sum Geza hevði at siga aftaná 2-2 javnleikin
nýggjum verkætlanarleiðara, og áhugin hevur verið ovurhonds stórur. Vit hava fingið 195 umsóknir úr Føroyum, Íslandi, Danmark, Svøríki, Noregi og Finnlandi . Tað er fantastiskt, at so nógv vilja gerast partur
Hetta er ikki tað miðlar eru settir í verðina til. Nú Fólkaflokkurin fekk landsstýrismannin í mentamálum, vónaðu vit, at hendan høpisleysa skipanin varð avtikin beinanvegin. Men tað sær tað ikki út til - [...] trimum árum síðani. Avleiðingin er, at privatu miðlarnarir hava ongantíð verið í so ringari støðu sum teir eru nú. Ístaðin fyri at gera tað, sum er endamálið við teimum, nevniliga at skapa kritiskan journalistik [...] framvegis vera undir eftirliti av einum løgfrøðingi og eini almennari nevnd. Tað merkir, at vit fáa ikki pressufrælsið aftur, og tað er ein forðing fyri menning, tí ístaðin skal øll orkan framvegis brúkast
Sosialinnu 7. august 2026: Tað gevur skeiv insitament, ger vaksandi effektivitet til ein trupulleika og ger tað truplari at røkka endamálinum við fiskivinnustýring. Tað skrivar Hans Ellefsen, lektari [...] sambært avtaluni. Men tað almenna ger ikki av, hvussu arbeiðið verður skipað, hvørjar maskinur skulu brúkast ella hvussu nógv fólk skulu arbeiða á byggiplássinum. Tað hevði verið løgið, um myndugleikarnir [...] Fiskidagarnir hava nærum ongantíð verið bindandi Ein reguleringsskipan hevur bert týdning, um hon er bindandi. Tað hevur fiskidagaskipanin undir Føroyum nærum ongantíð verið. Sambært tilmælum frá Havstovuni