frá teimum. Filmsbókin finst á føroyskum og enskum og kann sostatt geva føroyingum og útlendingum eitt greitt yvirlit yvir førleikar og tænastur sum finnast í Føroyum og styrkja møguleikarnar fyri sam [...] samframleiðslur um altjóða filmsframleiðslur og førleikamenning fyri filmsfólki. Filmsbókin er eitt livandi yvirlit har filmsfólk sjálvi stovna og dagføra sínar upplýsingar. Filmshúsið góðkennir innihaldið
á borgarstjóran og tosa um leyst og fast. Dagurin byrjaði við, at umboð fyri kommununa gingu runt í bygdini saman við umboði fyri staðbundnu nevndina. Hugt varð eftir ymiskum viðurskiftum, sum ynski er [...] hvat rørir seg millum fólk í Kirkjubø, og fólk fingu høvi at siga sína hugsan um ymiskt, sum liggur teimum á hjarta. Ætlanin er at gera fleiri slíkar dagar, har borgarstjórin fer at flyta sína skrivstovu
gerandiskvøld, undantikið mánakvøld, umframt nøkur útvald leygarkvøld. Hvønn týsdag verður opið fyri teimum yngru børnunum. Ymiskt nýtt verður á skránni í vetur, sum verður kunngjørt so hvørt. - Hildið verður [...] heimasíðuni hjá Vestmanna kommunu í dag. Her verður lagt aftrat, at í kvøld letur Staðið upp aftur fyri ungdóminum eftir at hava verið í summarfrí. - Pauli Magnussen og hini dugnaligu starvsfólkini á Staðnum
seg og laga seg til tann heimin, sum Danmark, Føroyar og Grønland eru partur av. Hon vísir á, at fyri bara fimm árum síðani høvdu heilt onnur mál fylt mest á einum ríkisfundi. Á hesum ríkisfundinum var [...] kk. – Trygdarpolitiska støðan kring lond okkara – øll trý – er fullkomiliga broytt samanborið við fyri bara stuttari tíð síðani, segði Mette Frederiksen. Hon heldur framvegis, at Danmark, Føroyar og Grønland [...] Grønland standa sterkari saman, men leggur dent á, at ríkisfelagsskapurin má broytast eftir tørvinum hjá teimum trimum londunum. Jens-Frederik Nielsen segði eisini við KNR, at Grønland í fleiri ár hevur tosað
sambært blaðnum ikki sjálvur á fundinum. Flestu av teimum fimm luttakarunum høvdu ongantíð hoyrt um ætlanina, áðrenn fundurin varð hildin. Trý av teimum góðkendu ætlanina, meðan tvey atkvøddu ímóti. Sambært [...] rikið og stýrt í 96 ár – komið á privatar hendur. Sambært blaðnum hevði arbeiðið við ætlanini gingið fyri seg í fleiri mánaðir undir strongum loyndarmáli í samstarvi við íløgufelagið Thrive Eternal hjá Joshua
lýkur tey trygdarkrøv, sum eiga at galda fyri eitt øki við meira enn 3.000 íbúgvum og altjóða flogvølli. Eisini vil hann hava at vita, hvørji átøk verða sett í verk fyri at tryggja eina støðuga sjúkraflutn [...] eisini, at ein stórur vandi liggur í at miðsavna virksemið. Sambært teimum upplýsingum, sum løgtingsmaðurin hevur fingið, kemur tað fyri, at sjúkraflutningsdepilin í Miðvági stendur ómannaður, og at eingin [...] eingin sjúkraflutningsvakt er tøk í Vágum. Er tað rætt, kann tað fáa álvarsligar avleiðingar fyri tilbúgvingina í einum øki við fleiri enn 3.000 íbúgvum og við Vága Floghavn, har fleiri túsund ferðafólk ferðast
an NTB. Kongshúsið boðaði fyri einari viku síðani frá, at Haraldur kongur var innlagdur eftir eina læknakanning. Vikurnar frammanundan hevði hann fingið kortisonviðgerð fyri blóðsjúkuna hemolytiska anemi [...] privatari ferð saman við Sonju drotning. Tá varð hann viðgjørdur fyri eina infektión í beininum og vætutrot. Seinastu dagarnar hava fleiri av teimum nærmastu í kongafamiljuni vitjað kongin á sjúkrahúsinum. /Ritzau/ [...] Sunnukvøldið upplýsti kongshúsið, at støðan hjá kongi var versnað um vikuskiftið. Hann fær antibiotika fyri eina bakteriuinfektión í blóðinum og hevur sambært kongshúsinum reagerað væl upp á viðgerðina. Hákun
heimaliðið seg á odda 2-1, men í tíðini dómarin hevði lagt aftrat javnaði Etienne Beugre fyri FC Kyzylzhar, og tryggjaði teimum eitt stig. FC Kyzylzhar er nummar átta í deildini við 23 stigum. FC Kyzylzhar hevur
landafrøðiliga soleiðis fyri, at útgangsstøðið fyri rúmdarvinnu í Føroyum er sera gott. Hetta, saman við at Evropa ynskir egnar førleikar innan rúmdarvinnu, skapar fortreytir fyri, at Føroyar kunnu vera [...] løgtingsmaður fyri Framsókn, hevur sett Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í vinnumálum, ein grein 52a fyrispurning um rúmdarvirksemi í Føroyum. Hann vil hava greiðu á, hvørjar lógir galda fyri rúmdarvirksemi [...] føroyskt lógargrundarlag er til staðar fyri at seta upp og reka jarðbundna infrakervi, sum samskiftir við fylgisveinar í ringrás kring jørðina, og um sama grundarlag er fyri at senda lutir í ringrás. Føroyar
veljarakanningini, sum Voxmeter hevur gjørt fyri Ritzau. Flokkurin fær 7,1 prosent. Tað er vánaligasta úrslitið hjá Venstre, síðani Voxmeter byrjaði at gera kanningarnar fyri tíðindastovuna í 2001. Munurin er stórur [...] umstríddu taðingarlógina. Hon skal áseta kvotur fyri, hvussu nógv køvievni danskir bøndur kunnu lata út í firðir og fram við strondunum. Harvið gingu fimm av teimum 18 fólkatingslimunum hjá Venstre ímóti kósini [...] kósini hjá formanninum, Troels Lund Poulsen. Hann hevur eisini verið fyri atfinningum frá øðrum borgarligum floksleiðarum. Í august segði Inger Støjberg í TV 2-sendingini »Besserwisserne«, at hon saknaði