Bashar al-Assad, er dømdur til deyða in absentia, sum tað verður rópt. Hetta merkir, at hann er dømdur til deyða - uttan at vera fysiskt til staðar. Tá Bashar al-Assad varð rikin frá valdinum í Sýria, [...] móti andstøðuni í sýriska Deraa-landslutinum fyri borgarakríggið. Tað var í desember, at Bashar al-Assad varð trýstur at geva valdið frá sær, og eftirmaður hansara gjørdist islamisturin, Ahmed al-Sharaa [...] al-Sharaa. - Fyrrverandi forsetin flýddi saman við familju síni til Moskva, og tað sama gjørdi beiggi hansara eisini, veit NTB at siga.
Tað var tann tíð, tá nógv hoyrdist um ILA-smittu í Føroyum, og sagt hevur verið, at ILA var ein orsøkin til, at føroyska alivinnan fór av knóranum tíðliga í hesi øldini. Hinvegin er tað javnan, at tað [...] hoyrist um ILA-smittu í norskari alivinnu, og hetta er eisini støðan í nøkrum alibrúkum í Noregi í løtuni. Ilaks.no visti herfyri at siga, at ILA er ávíst í alibrúkinum, Storvika í Skjerstadfjørðinum, [...] umgangast smittispjaðing. Týsdagin hin 25. august varð eisini boðað frá ILA-illgruna á einum øðrum alibrúki nærindis í Skjerstadfjørðinum. - ILA er ein álvarslig smittandi virussjúka, sum kann raka laks, veit
krevst loyvi frá landsstýrismanninum til nýggja lántøku og broytingar í lánitreytum, um nettoskuldin fer upp um árliga inntøkugrundarlagið. Runavík er sostatt bert sjey prosentstig frá hesum markinum [...] Fíggjarliga rásarúmið hjá Runavíkar kommunu er vorðið avmarkað. Við árslok 2025 hevði kommunan 278,8 milliónir krónur í nettoskuld. Tað svarar til 93 prosent av inntøkugrundarlagnum, sum skuldarloftið [...] nettoinntøkurnar frá skatti. Runavíkar kommuna brúkti 229,3 milliónir krónur til rakstur og 108,2 milliónir til íløgur. Nettorentuútreiðslurnar vóru 10,9 milliónir krónur, meðan nettoinntøkurnar frá skatti vóru
løgregluni er olja á vegnum allan vegin, og tí er vegurin serliga hálur. Enn er ikki greitt, hvaðani oljan stavar. Løgreglan veit ikki, um talan er um ein leka frá einum tangabili ella um oljan kemur frá hyd [...] varsemi á strekkinum frá Skálabotni til Leirvíkstunnilin, har olja er á vegnum. Løgreglan ávarar um, at tað er sera hált og vandamikið at koyra á strekkinum av Skála til Skálabotn og frá Skálabotni umvegis
nú 5,8 prosent í einari nýggjari Novus-kanning. Tað er ein ógvuslig framgongd frá 1,9 prosentum fyri fáum vikum síðani. Novus metir, at framgongdin nú er hagfrøðiliga trygg. Liberalerna hevur í endaspurtinum [...] fór at vinna svenska ríkisdagsvalið og taka stjórnarvaldið frá Ulf Kristersson. Men fýra dagar undan valinum er støðan broytt munandi. Orsøkin er fyrst og fremst Liberalerna. Lítli stjórnarflokkurin, sum [...] prosent. Stjórnarflokkarnir og Sverigedemokraterna fáa 48,1 prosent. Munurin er 2,6 prosentstig og liggur innan fyri óvissumarkið. Tað merkir, at valið sunnudagin nú kann fara báðar vegir. Samstundis vísir kanningin
Tað upplýsir norska kongshúsið í einari fráboðan. – Tað er við djúpari sorg, at vit boða frá, at Haraldur kongur í dag er farin, skrivar kongshúsið. Haraldur kongur hevði ligið á Rikshospitalinum síðan [...] blóðsjúkuna hemolytiska anemi og eina bakteriella infektión í blóðinum. Hósdagin boðaði kongshúsið frá, at heilsustøðan var versnað og var sera álvarslig. Nærmasta familjan savnaðist um kongin á sjúkrahúsinum
føroysku bygdunum. Karlamagnusarbreyt er vaksin skjótt seinastu árini. Í uppgerðini við árslok 2023 búðu 467 fólk í gøtuni. Eitt ár seinni var talið komið upp á 550. Tað er ein vøkstur á 83 fólk ella sløk 18 [...] Syðrugøta, Sandur, Skopun og Glyvrar. Nýggjastu bygdartølini hjá Hagstovuni eru frá juni 2026. Síðan uppgerðina frá januar 2025 er Sandur vaksin upp um 550 íbúgvar. Um sama markvirði verður nýtt við nýggjastu [...] Tað merkir, at fleiri fólk búðu á Karlamagnusarbreyt enn í 98 av teimum 119 bygdunum og býunum í hagtalsskipanini hjá Hagstovuni. Við øðrum orðum hevði henda eina gøtan í Hoyvík fleiri íbúgvar enn góð
til 23 kilo 249 krónur, um tað verður keypt á netinum í seinasta lagi tríggjar tímar fyri fráferð. Á flogvøllinum kostar tað 350 krónur. Við nýggja Standard-ferðaseðlinum er eitt kuffert upp á 23 kilo [...] Atlantic Airways fer frá 1. november at hava trý ferðaseðlasløg: Lætt, Hent og Vítt. Størsta broytingin fyri tey, sum vanliga keypa bíligasta ferðaseðilin, er, at eitt kuffert á 23 kilo ikki longur verður [...] eðlinum er einki innskrivað viðføri íroknað. Hinvegin kann ferðandi hava eina tasku undir stólinum og átta kilo av handviðføri við sær. Atlantic Airways sigur, at endamálið við broytingini er at geva ferðandi
heilsumiðstøð. – Landsstýriskvinnan er samd við borgarstjórunum í kommununum í Suðuroynni í, at tað er til fyrimuns fyri bæði heilsustarvsfólk og borgarar, og samsvarar tað eisini við ynski hjá bæði kommunulæknum [...] hevur svarað einum skrivligum fyrispurningi frá Jenisi av Rana um ætlanirnar fyri heilsumiðstøð og apotek í Suðuroynni. Í svarinum staðfestir hon, at tað er bæði til fyrimuns fyri borgarar og heilsustarvsfólk [...] útbúgving til kommunulækna, at tað verður ein heilsumiðstøð fyri alla oynna, skrivar hon. Kommunurnar hava svarað Landsstýriskvinnan upplýsir, at hon í summar boðaði kommununum frá, at hon við heimild í lógini
bóru tap við sær, varð ivi sáddur, og tað varð spurt, um FC Suðuroy fór at megna uppflytingina, sum fyrr í ár næstan sá út til at vera avgreiðsluspurningur. Enn er tað ikki staðfest, at FC Suðuroy, sum í [...] liðið er málsøkið. FC Suðuroy hevur 41 stig, nú tað resta sjey umfør. Tað eru 11 stig aftur til fuglfirðingar, ið eru teir einastu, ið hava møguleika at taka uppflytingarplássið, og í FC Suðuroy vóna teir [...] NSÍ hevur 22 stig, og hjá teimum gulu og svørtu er fokus fyrst og fremst á at sleppa undan at flyta niður. Tað eru trý stig aftur til FC Hoyvík, ið er undir strikuni. Einasta málið í fyrra hálvleiki á