har omma goymdi alskyns gomul dag- og vikubløð – føroysk eins væl og donsk. Tað gav mær altíð eina serliga kenslu at sita og granska hesi gomlu bløð, ið kendust eins og ein tíðarlummi ella ein portalur til [...] kunnu hyggja eftir, og samstundist hava tey eisini verið ómetaliga glað um at kunna geva sítt íkast til verkætlanina og upplivað, at eitt brúksvirði er í gomlu filmsrullunum, ið hava ligið og savnað dust [...] apotekara, legði rættiliga fitt av filmstilfari eftir sær, tá ið hann andaðist í 1931. Julius var eftir øllum at døma ein verðinsmaður, ið hevði klárað seg væl og tískil havt atgongd til hópin av hentleikum
fyri leka í hesum økjum. Og sama geldur fyri endingarsjálvljóðini. Her hevur Jakobsen: -ir, -ur, -ar, og hann hevur -e og –o fyri Hammershaimbsa –i og -u. T.e., bæði Jakobsen og Hammershaimb ganga ímóti [...] hesin og hjáorð eins og har. Fólka- og staðarnøvn hava eina slíka funktión, t.e., tað er eitt beinleiðis samband millum orðið og tann/tað, orðið vísir til. Sigur onkur Jefrrei, so seta fólk í nærumhvørvinum [...] gamal, gamlan og ikki geamal, gamlan, og t.d. at vit hava: dagur, dag ...dagar og ikki: deavur, dea, dear. Men aftur her kemur fram ein ógvislig niðurstøða, sum ikki er grundað á nakað, og sum er skeiv
fjølbroyttari og dynamiskari eftirútbúgving av arbeiðsmegini, sum skal verða før fyri at taka av nýggjum og spennandi avbjóðingum virkinum, stovninum og landinum at frama. Fleiri og fleiri virki og stovnar eru [...] handil og umsiting og hava tørv á og ynski um eina útbúgving, sum hevur samband við dagliga yrki teirra. Útbúgvingin liggur á einum støði, ið liggur millum grundútbúgvingar á handilsskúlanum og útbúgvingar [...] ?Virkisfyriskipan?, ?Leiðsla og samstarv, Greining og fígging, Kreativar loysnir, Altjóða vinnulívsrættur, Arbeiðsrættur, Millumlanda distributión og Marknaðargreining og -strategi KOSTNAÐUR Kostnaður
væl í London, og hóast hon mangan hevur hugsað um at flyta heimaftur til Føroya at búgva, so fær hon seg ikki til tað, tí henni dámar so væl í Onglandi. ? Har er mítt lív og mín familja. Og tá eg so fái [...] knýttur at enska herinum og arbeiddi sum kokkur í Søldarfirði. Kærleikin teirra millum var eyðsýndur fyri ein og hvønn. Tey bæði vórðu vígd í Fuglafjarðar kirkju undir krígnum, og tá tað nærkaðist endanum [...] hon. Bakarí Verfaðir hjá Mary var bakari og hevði egið bakarí. Mary fór til arbeiðis hjá honum, og er hon sannførd um, at tað gjørdi sítt til, at hon fall til og byrjaði at finna væl runt allastaðni. Fýra
tað bara ein tekstahøvundur, og hetta ger eisini, at tað er ein reyður tráur í, og at alt er øðiliga væl samanhangadi, líka sum ein søga. Hví blandar tú enskt og føroyskt mál á fleiri sangum - Tað var [...] mær dámar heilt ótrúliga væl. Tað, sum eisini ger hesa útgávu serliga, er, at eg blandi enskt og føroyskt saman, og hetta hevur ikki verið gjørt serliga nógv av fyrr. Tað er Randi Ward, sum amerikanskur [...] setningar vóru blandaðir uppí, og eg helt, at tað var sera spennandi at royna tað. Hetta gevur løgunum ein heilt serligan stemning, og eg eri spent uppá at vita, hvussu føroysk og útlendsk oyru fara at taka
um hetta, og tað er stuttligt og áhugavert. Børnini eru sera trygg í Føroyum, og eg sakni hugnan og samkomur í sambandi við jólini, flaggdagin, tá ið tú kanst ganga ein túr og práta við. Og so er tað sangurin [...] við føroyskt. Annars tosi eg føroyskt og enskt við børnini. Við hvørt tosa vit norskt, tí mamma mín er norsk, so vit royna eisini at halda tað viðlíka. Eisini eru nógv fólk her, sum tosa franskt, og tey [...] keypa indiskan, japanskan og teilendskan mat – vit kunnu eisini keypa svenskt knekkbreyð og danskan brie-ost. Eg eti havragrýn og frukt til morgunmat, og í dag høvdu vit gestir og ótu vit laks, grísasteik
Maðurin siglir og er tveir mánaðir úti og tveir heima. Tað er stór hjálp hjá Jóhonnu, men umframt tað hava børnini ommu og abba í Klaksvík og somuleiðis í Havn, at dúva uppá. Hugsar ikki í kvinnu og mannfólkastørvum [...] altjóða vinnu, og at vera sølu- og tænasturættað í sínum arbeiði og at hava sambandi við onnur fólk. - Tað er har, alt byrjar, uttan tað onki virksemi, sigur Jóhanna á Bergi. Politiska skipanin og globaliseringin [...] leiða og samskipa arbeiðið og at geva starvsfólkunum góðar arbeiðsumstøður. Um framtíðarvónirnar sigur Jóhanna á Bergi: - Fyrst og fremst síggi eg fyri mær, at tað kemur at henda nógv í Føroyum, og at tað
rákið er bæði fjákut og ljótt, sigur hann. - Tað eru hesi smørtu marketing-fólkini, sum finna upp á, og viðhvørt mislukkast tað og í tveimum førum er tað gingið heilt galið – við betri og Hey. Eg skal siga [...] í Føroya Tele í gjár og tordi næstan ikki at siga hey við fólk, sigur hann. Seinastu árini hava vit sæð eitt rák í Føroyum, har nøvn á stovnum, fyritøkum og øðrum gerast styttri og styttri. - Tað skal vera [...] skammast man eitt sindur av tí føroyska, og vil amast í tí útlendska heldur. - Tað er sum man heldur, at tað er ov bygdasligt, um tað eitur eitt føroyskt navn og verður ov torført hjá útlendingum at úttala
tað, sigur Arnfríða og flennir. Hon tók bæði 9. flokk og FHS við Áir og síðani fór hon á HF, har hon gongur í dag. Dóttirin Anna gongur í 2. e á málsligu deildini á studentaskúlanum, og sonur Óli á matematisku [...] síðani fór Arnfríða úr skúlanum. Hon gavst eftir sjeynda flokk og hevur arbeitt síðani tá. Men í 1999 legðist hon sjúk. Talan gjørdist um langa sjúkralegu, og læknin mælti henni til at fara undir endurútbúgving [...] endaliga av-gjørdar, men hon hevur hugsað um at fara at lesa føroyskt. Tað passar tó so illa, at Føroya-málsdeildin tók næmingar inn til føroyskt í ár, og tískil ikki aftur fyrr enn í 2006. ? Nú er tað soleiðis
inn og høgra er kvik niðri aftur á línuni og loysir húkin. Vinstra fer upp í agnabakkan, høgra rættar húkin, krøkir í, og so liggur húkurin niðri í stampinum við agnhaldinum uppeftir og bíðar eftir næsta [...] útróðrarflotanum í dag. Hon er feit og fiskar nógv longri enn annað agn. Tað bráar leingi frá henni. Og so tekur toskur serliga væl í hana. Av handahógvi Nakrir manns standa og egna. Teir eru so vanir, at fingrarnir [...] pund, 62.000 pund, 52.000 pund, ja tær hava ikki verið óvanligar í heyst. Og í skúrinum verður prátað um fisk og alt møguligt annað og mest um fisk. Sam hjá Ginnu-Palla, Sam Bjartalíð er komin inn at vitja