kona og maður eru prestar í fólkakirkjuni í Føroyum. Maður hennara, Tummas, er kallaður í embætið sum sóknarprestur í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi. Hann verður innsettur í Hvalvíkar kirkju 16. august [...] skipaði Idu í embætið við gudstænastu í Eiðis kirkju. ##med2## Undir somu gudstænastu doypti Henning Bøgesvang langabbason sín, Gilla. Eftir gudstænastuna bjóðaði kirkjuráðið á Eiði til drekkamunn í hølunum [...] Jonhard Jógvansson er í lestrarfarloyvi komandi tríggjar mánaðirnar. Kirkjuráðini hava tí kallað Idu at røkja tænastuna. Ida er ættað av Vestursælandi og varð prestvígd í Danmark í 2021. Hon hevur millum
stóran part av degnum í dagstovnum og í skúla, hava vit øll eina felags ábyrgd at skapa umhvørvi, har børn kenna seg trygg, verða sædd og læra virðini, sum bera eitt gott samfelag. Í Føroyum hava vit allar [...] áhugamál og ikki minst ymiskan máta at læra uppá. Kortini hava vit skipanir, sum í ov stóran mun vænta, at øll skulu mennast eftir sama leisti. Hetta gagnar summum, men als ikki øllum. Her er tað serliga fólkaskúlin [...] týdningarmikla uppgávu. Hann skal geva øllum børnum eina góða barlast og gott grundarlag fyri at fara út í lívið. Hóast tað hevur stóran týdning at børn duga øll tey grundleggjandi tingini, s.s. at lesa
veðurvitan kring landið. Í mars var Kunoy tann 41. bygdin, har fólk frá Veðurstovuni gjørdu samrøðu við heimildarfólk um staðveðrið. Ætlanin er at savna hesa vitan úr øllum bygdum í Føroyum. Í Kunoy varð tosað [...] harðir í ringum veðri. Vestanfyri liggur Kalsoyarfjørður, og haðani sleppur lotið næstan ótarnað inn í bygdina. Mjørki er serliga knýttur at lágættunum, og brimviðurskiftini broytast nógv eftir sjóvarfallinum [...] sítt lív. Hann hevur verið sjómaður, arbeitt við landbúnaði og hevur drúgvar royndir við veðurlagnum í bygdini. Sambært Veðurstovuni hevur Kunoy eitt sermerkt staðveður. Tey høgu og brøttu fjøllini eystanfyri
arbeiðslív og fíggjarstøða verða ávirkað. Tað er ikki í lagi. *** Løgmaður sigur í røðu síni, at neyðugt er at: “Styrkja samanhaldið millum ættarliðini í Føroyum. Samantvinna ung og eldri”. Tað er ein vøkur visjón [...] Eldraøkið var mestsum ikki nevnt í ólavsøkurøðu løgmans, tí var tað høvuðsfokus hjá undirritaðu til viðgerðina í Løgtinginum í dag. “Ein glotti fyri framman, ytst á havsbrúnni hómast ljós”. Soleiðis byrjar [...] Vit vita, at størsta avbjóðingin komandi nógvu árini er, at aldursamansetingin í Føroyum broytist. Vit vita, at vit fara at gerast nógv fleiri eldri, og at miðalaldurin bara hækkar. Samstundis missa vit
á Hadsten Skole í Eysturjútlandi er skelkað og stúrið, eftir at tríggir dreingir í dag vórðu skuldsettir fyri at hava ætlað at fremja eitt yvirgangsálop á skúlan. Tað sigur formaðurin í skúlastýrinum, Henrik [...] einum barni í skúlanum, so tað er natúrligt at vera stúrin, sigur hann. Í morgin verður kunningarfundur hildin á skúlanum, har umboð fyri løgregluna, Favrskov kommunu, skúlan og skúlastýrið fara at luttaka [...] lagt ætlanir um at særa ella drepa fleiri fólk á skúlanum. Ætlanirnar skulu hava verið lagdar gjøgnum samskifti á Discord og Telegram. Teir tríggir vórðu handtiknir í morgun, áðrenn nakað álop varð framt.
úr 10.478 døgum í 2021 niður í 6.468 dagar í 2026. Tað er ein lækking á 38,3 prosentum eftir bert fimm árum. Serliga álvarsamt er, at talið fór úr 9.456 døgum í 2023 niður í 7.565 dagar í 2024. Tað var ein [...] um hjá Bárði á Steig Nielsen, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, um at lata bólki 5 B 750 eyka fiskidagar í 2026. Hetta er ein neyðug avgerð. Gongdin í fiskidaganýtsluni vísir, at bátarnir hava brúkt [...] varð talið skert við 10 prosentum í 2025 og aftur við 5 prosentum í 2026. Um eingin árlig skerjing var farin upp um 5 prosent, hevði bólkur 5 havt umleið 8.108 fiskidagar í 2026. Veruliga talið er 6.468 dagar
m parkera nógv fólk har, tá tey fara oman á sandin. Kristian Oskar Henriksen heldur tó ikki, at vanlig bilferðsla er ein stórur trupulleiki. – Vit vilja verja vøkru náttúruna, men fólk mugu eisini sleppa [...] kommuna hevur í løtuni ongar ítøkiligar ætlanir um at gera gøtur ella timburleiðir við Mølheyggjarnar. Tað sigur Kristian Oskar Henriksen, borgarstjóri á Sandi, við Kringvarpið. Málið kom fram, eftir at leiðarin [...] leiðarin í Visit Sandoy, Michal Antony Charles Johannessen, í Degi og Viku vísti á eina hugsan um at gera eina timburgøtu við Mølheyggjarnar. Borgarstjórin leggur dent á, at talan bert er um eitt hugskot frá