føroyingum, at fuglaveiða møguliga skjótt fer í søguna. Kanningin er partur av granskingarverkætlanini LostToClimate , som er ein av fleiri verkætlanum í stóra granskingarátakinum hjá NordForsk um Arktis [...] samfeløg hava sum avleiðing av veðurlagsbroytingum. - Í føroyska døminum leggja vit dent á at lýsa, hvussu hækkandi sjóhitin ávirkar fuglastovnin í so stóran mun, at veiða av nøkrum fuglasløgum er um at [...] Lundi, lomvigi og annar sjófuglur hava heilt síðani landnámstíðina verið ein týðandi partur av føðini hjá nógvum føroyingum. Tá eingin fiskur var í sjónum, var fuglurin ein týðandi føðslukelda. Í 1900
kvinnur raktar av arbeiðsloysi. Umroknað til fulla tíð vóru 117 kvinnur arbeiðsleysar, og tað svarar til 0,8 prosent. Hetta er 0,1 prosentstig minni enn árið fyri. Hjá monnum vóru 192 raktir av arbeiðsloysi [...] prosent. 40 langtíðararbeiðsleys Størsti bólkurin av teimum arbeiðsleysu hevði verið uttan arbeiði í ein til tríggjar mánaðir. Tey vóru 35 prosent av øllum teimum arbeiðsleysu. Í juli høvdu 40 fólk verið [...] verið arbeiðsleys í meira enn eitt ár. Tað svarar til 12 prosent av teimum arbeiðsleysu. Sambært Hagstovuni hevur talið av langtíðararbeiðsleysum verið rættiliga støðugt yvir tíð. Uppgerðin fevnir um fólk
er tað eitt stig fram til KÍ og fýra stig fram til NSÍ. Sunnudagin fær NSÍ vitjan av AB, og mánakvøldið fær KÍ vitjan av EB/Streymi. Hálvleiksstøðan var málleysur javnleikur, og tað var Víkingur, sum legði [...] felagið. Umleið 20 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, tá ið HB javnaði. Víkingarnir mistu í uppspæli í vinstru á egnari hálvu, og gestirnir gjørdu skjótt av. Í fyrstu atløgu hálvbjargaði Bárður á [...] n, sum við frísparki legði innfyri. Lítla løtu eftir leiðslumálið hjá Víkingi fór Aron Benjaminsen av vøllinum. Sambært dimma.fo fer hann mánadagin til Skotlands at hyggja eftir umstøðunum í Hearts og
landspartavalinum í Sachsen-Anhalt í eystara parti av Týsklandi. Sambært valhølakanningini hjá týsku sjónvarpsstøðini ZDF fær flokkurin 44 prosent av atkvøðunum. Hjá ARD er undirtøkan 44,5 prosent. Ka [...] Flokkurin stendur sambært ARD til 18,5 prosent av atkvøðunum. Á seinasta vali í 2021 fekk CDU 37,1 prosent og stendur sostatt til at missa umleið helvtina av undirtøkuni. CDU hevur staðið á odda fyri la [...] flokkað sum ein høgravíðgongdur felagsskapur av týsku innlendis fregnartænastuni, skrivar dpa. Flokkurin varð stovnaður í 2013, men hevur ongantíð verið partur av einari landspartastjórn ella týsku samvel
Tær eru tveir lærarar í flokkinum meginpartin av skúladegnum. Eitt nú kundi annar lærarin lesa við einum minni bólki, meðan hin lærarin undirvísti restini av flokkinum, ella kundi fara til síðis við einum [...] uppgávurnar. Vit hava nokk av útbúnum lærarum, tí kunnu vit væl seta fleiri lærarar í starv í fólkaskúlanum til t.d. at fáa tveir lærarar í hvønn flokk. Og tað hava eisini verið nóg mikið av væl skikkaðum umsóknum [...] bara, at tá næmingatalið í flokkinum verður 18 ella fleiri, so eru tveir lærarar í flokkinum ein part av skúladegnum. Tá 18 næmingar eru í flokkinum, eru tveir lærarar í flokkinum ein tíma hvønn dag, restina
kostnaðinum. 20 av teimum 39 verkætlanunum endaðu enntá á ella undir ætlaða kostnaðinum. Millum stóru verkætlanirnar, sum hildu kostnaðin, nevnir landsstýrismaðurin Dalstunnilin, útbyggingina av Miðnámi á Kambsdali [...] hevur landsstýrið gjørt av, at ábyrgdin fyri byggiverkætlanum skal flytast frá Landsverki til einstøku aðalráðini. Jacob Vestergaard vísir á, at nakrar byggiverkætlanir eru farnar av lagi, og at Landsgra [...] nin hevur víst á, at fíggjarliga ábyrgdin og leiðslan av byggiverkætlanum ikki hava verið nóg greið. Í verandi skipan hava aðalráðini ábyrgdina av verkætlanunum og biðja Løgtingið um pengar, meðan Landsverk
og veksur, reisir seg spurningurin, um grannar og grannaløg hava somu gleði av vøkstrinum sum tú. Hvørja gleði hevur grannin av, at títt træ verður so høgt og stórt, at alt útsýni, sólargangur og ljós má [...] men ikki tekur ábyrgd av tí, ið hesin vøkstur kann elva til. Tí eigur Tórshavnar kommuna at taka ábyrgd, hjálpa til og hava eftirlit við, at trævøkstur ikki verður “ov nógv av tí góða”. Heðin Mortensen [...] vit seta niður smá trø í okkara egna urtagarði, fyri síðani at fylgja við, hvussu tey vaksa. Summi av hesum trøum vaksa hálvan til heilan metur um árið, samstundis sum tey spíla seg út og uppeftir. Skjótt
skuggi ella ein kensla av, at onkur hevur verið har. Arkitekturur, tómleiki, mjørki og ljós gerast sálarlig rúm. Smáar menniskjafigurur standa móti stórum formum og skapa eina kenslu av frástøðu, einsemi og [...] landslagið er ikki endurgivið, sum tað sær út. Heldur er tað til staðar sum ein innara mynd av einum staði – formað av tíð, frástøðu og minni. Verkini røra seg millum veruleika og dreym, millum tað kenda og [...] fine-art prent við pigmentblekki á útvald listapappír frá Hahnemühle. Val av pappíri, strukturur, ljós og yvirflata eru ein týðandi partur av endaliga úttrykkinum og geva hvørjum verki sín egna karakter. Summi
Hann var ein av bleiktrandi stjørnunum í sjónvarpsrøðini Hoydalar, sum Kringvarpið sendi fyrr í ár. Bjarki Virgarsson Trondesen er úr Vestmanna, og hann hevði fleiri frálíkar tulkingar av kendum sangum [...] sangum í Hoydølum – ikki minst var hansara útgáva av sanginum "Spor í sandi" hjá Martini Joensen framúr. Sangurin fekk nýtt lív og varð eitt hitt. Síðani luttøkuna í Hoydølum hevur Bjarki framført til ymisk
fór út av vegnum og niður í veitina, og bilurin mátti hava hjálp fyri at sleppa uppaftur. Løgreglan fekk eisini eina fráboðan um ein bil, har illgruni var um rúsdrekkakoyring ella koyring ávirkað av narkotika [...] Vatnsoyrar. Eingin fólkaskaði var, men báðir bilarnir fingu stóran materiellan skaða og máttu flytast av staðnum, tí teir vóru ikki koyrandi. Um klokkan 15.30 komu grindaboð úr Kaldbak. Tá ið nærri varð hugt [...] narkotika. Løgreglan fór at leita og fann bilin, men eingin førari var á staðnum. Av tí at fráboðarin var dulnevndur, bar ikki til at fáa fleiri upplýsingar, og tí varð ikki gjørt meira við málið.