manning royndu at fáa barnið at binda seg í trygdarbelti, men til fánýtis. Barnið varð ikki at tosa við. - Eitt lítið barn stóð uppi í setrinum og vildi ikki lata seg binda. Flogfarið kundi ikki fara avstað [...] CTV News. Úrslitið varð, at manningin í flogfarinum tískil noyddist at koyra innaftur til terminalin fyri at fáa ferðafólkini, sum áttu barnið, úr flogfarinum. Familjan fór úr flogfarinum, men arbeiðið við
løgregluna hjálpa sær at vekja ein fullan mann, sum lá og svav í forhøllini á gistingarhúsinum. Tað vísti seg at vera talan um ein gest á hotellinum, og han var tí fingin inn á kamarið. Løgreglan fekk í gjár fráboðan [...] fyrr enn klokkan 13. Tí kundi tað ikki koma undir seks tímars regluna, har tú kanst verða skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring upp til seks tímar eftir eitt óhapp. Gjár ferðsluóhapp 5 um morgunin, soloóhapp, [...] at hin hevði meldað. Løgreglan tók ein bilførara í Havn um midnáttarleitið, sum varð skuldsettur fyri at koyra áviraður av rúsevnum. Har var blóðroynd tikin, og so koyrir tað málið víðari í rættarskipanini
í gjár eina røð av treytum fyri USA. Millum annað krevur Iran, at amerikanski flotastongsilin og revsitiltøkini móti Iran verða avtikin, at amerikanskar herdeildir taka seg úr økinum kring Iran, og at [...] lata upp aftur fyri ferðsluni gjøgnum Hormuzsundið. Tann avtalan er síðani kollsigld, og álop á skip í sundinum halda fram. Leygardagin skuldsettu Sameindu Arabisku Emiratini Iran fyri enn eitt álop á [...] heimsins olju- og gassflutningi gjøgnum smala sundið millum Iran og Oman. Ósemjan um Hormuzsundið tók seg upp fyrst í mars, eftir at Ísrael og USA høvdu lopið á Iran. Iran svaraði aftur við at stongja sundið
heimsparti gevur avboð til endaspælið. Tað er komið fyri fyrr. Føroysku U18-mennirnir taptu í dystinum um 15. plássið í U18 EM-endaspælinum í Serbia 35-41 fyri Póllandi. Í steðginum vóru Føroyar á odda 19-18 [...] 19-18. Frá støðuni 27-27 gjørdi Pólland eitt skarvslop, og legði seg framum 36-29, og so var mest sum avgjørt. Føroyar hava staðið seg heiðurliga og hava tapt tepurt í fleiri dystum. Føroyar vunnu á Finnlandi [...] Spania gjørdist talan um heiðurlig fimmmálstap, og undan dystinum um 15. plássið var talan um tepur tap fyri Norðurmakedonia og Svøríki. Tiltiknu marginalarnir vóru snøgt sagt ikki við okkara monnum í fleiri
samstundis skuldi taka seg stigvíst aftur úr stórum pørtum av Gaza. Men hesum hevur Ísrael mótmælt. Trump segði í síðstu viku, at tað var eitt gjøgnumbrot, at Hamas hevði játtað at lata seg avvápna. Hóast vápnahvíld [...] Ísrael vrakar 15 punkta ætlanina fyri Gaza, sum friðarráðið hjá amerikanska forsetanum Donald Trump, sokallaða Board of Peace, hevur lagt fram. Tað staðfesti ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu [...] skjalið, segði Netanyahu sambært Times of Israel. Serliga er ósemja um, nær ísraelski herurin skal taka seg aftur úr Gaza. Netanyahu sigur, at eingin afturtøka verður, fyrr enn Hamas er veruliga avvápnað. –
undirskrivað av Brandi í Dali fyri Ríðisamband Føroya, Osvaldi S. Johansson fyri Føroya Ríðingarfelag, Niclasi Thomsen fyri Føroyskt Íslands Rossafelag og Leif Berg fyri Berghestar. in.fo hevur ikki fingið [...] Feløgini stúra fyri, at hetta virksemið verður munandi skert, verður súkklubreytin gjørd eftir ætlanini. Tey vísa eisini á, at Oyggjaleikirnir verða í háárstíðini hjá Berghestum. Siga seg hava fingið nýtt [...] Harumframt eru byrjan og mál teknað á gomlu ríðingarbreytini beint oman fyri høllina hjá Berghestum. Kortið frá Sersambandinum fyri Súkkling og Triatlon vísir fleiri breytarpartar. Teir reyði, ljósareyði
Amnesty International sigur seg kunna skjalprógva í minsta lagi 26 avrættingar í fyrra hálvári í ár, sum hava við mótmælistiltøkini í Iran at gera. - Men, vit stúra fyri, at talið av avrættingum í hesum
stórt korter var eftir av dystinum kom Árni Nóa Atlason á vøllin fyri Vendsyssel FF. Uppflytararnir, Vendsyssel FF hava tvey stig fyri tríggjar teir fyrstu dystirnar hetta kappingarárið. Komandi sunnudag
vánalig líkindi, so royndu báðir partar at spæla fótbólt. Fyrstu løtuna eftir steðgin gekk tað mesta fyri seg á B68 hálvuni, og tað vóru støður og møguleikar, men so við og við fótaðu gestirnir sær, og møguleikin [...] skorað í fyrra hálvleiki, tá ið B68 hevði vindin undan. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki legði Víkingur seg á odda, og stutt undan steðginum øktu víkingarnir um leiðsluna til 2-0. Fyrra málið skoraði Aron B [...] við Simon Jørgensen og Michal Przybylski er ovast á máltindinum. Fleiri ferðir royndu víkingarnir seg við fløtum innleggum til handara stólpa. Soleiðis var eisini hesa ferð, tá ið bólturin sá út til at
0-2 fyri Egersund. Strømsgodset hevði bóltin væl meira, og teir høvdu væl fleiri málroyndir enn útiliðið. Men Egersund tók av báðum málroyndunum teir høvdu innanfyri málrammurnar. Egersund legði seg á odda [...] Sandnes ULF við føroyska liðskiparanum, Gullbrandi í Horni Øregaard tapti í einum málríkum dysti 3-4 fyri Hødd. Sandnes fekk eina dreymabyrjan, tá Peder Brekke longu í sætta minutti legði teir á odda 1-0