Tey bæði eru eisini virkin hvør sær sum tónleikarar. Monika Stauss Joensen er virkin sum spælari um alt landið og ikki minst í nærumhvørvinum í Leirvík, har hon býr. Hon framførir eisini regluliga við øðrum [...] Sum partur av Summartónum, fara tey bæði, Monika Stauss Joensen á violin og Ólavur Jakobsen á gittar, at spæla konsertir. Mánakvøldið 15. juni klokkan 19.30 - tað er í kvøld - verður konsert í Ribarhúsi [...] leygardagin 20. juni klokkan 15 verður konset á Biskupsstøðgarðinum í Klaksvík. Ólavur Jakobsen og Monika Stauss Joensen hava saman framført víða um. Tey høvdu stórar konsertferðir í USA í 2005 og aftur