á Bakka og vit fóru av har. Men onkuntíð, tá bussurin ikki fór suðurum og vit fóru av á Gørðunum, so vóru vit vísir í, at abbi hevði eyguni eftir okkum, og so kom hann kvikliga eftir Sandinum og tók eina [...] sumri og heysti tók tú, abbi, okkum við á fjall. Lærdi okkum at klippa seyð og at fletta. Ja, í heila tikið allastaðni, har seyður var og tú varðaði av honum, hevði tú okkum við – á Homrunum og í Botni [...] lívsvónum – og eingin visti, hvat úr fór at verða hjá honum, sum tá sigldi vandasjógv millum minur og úr erva varð hóttur av bumbum. Sum tilkomin róði abbi út í Sandvík. Í Sandvík – segði hann – var róð
vekk í dystinum, og nú stóð KÍF á øllum. Skjótt og gott álopsspælið, sterkt verjuspæl, og tá fimm minuttir restaðu av fyrra hálvleiki førdi KÍF við heili átta málum, og ein stórsigur lá í luftini. Kanska [...] dystinum lá KÍF á triðja plássið í bestu mansdeildini. Gongdin hjá teimum hevur verið sera góð í endaspælinum, og fyrstu tveir dystirnir endaðu báðir við sigri ímóti ávikavist Neistanum og VÍF. Kyndil lá undan [...] ódnarveður, og longu eftir tveir minuttir høvdu teir lagt seg á odda 3-0. Kyndil fótaði sær tó beinanvegin. Teir komu uppá javnt, og so fylgdust liðini væl at ta fyrstu løtuna. Men so við og við kom tó
liðunum var í oddinum, og hvat lá í botninum. Dysturin var bert 15 minuttir gamal, tá hann í roynd og veru var avgjørdur. Tá hevði Neistin vunnið sær eina trygga 7 mála leiðslu, og StÍF sá ikki út til at [...] hjá Neistanum snøgt sagt StÍF um koll. Eitt mótálop fyri og annað eftir endaði við máli til Neistin, og munurin millum liðini bara øktist og øktist. Eitt korter inn í seinna hálvleiki hevði Neistin skorað [...] HONDBÓLTUR Undan dystinum lá Neistin á 2. plássi, meðan StÍF lá aftast, so Neistin var mettur at vera stórur favorittur, tá liðini brustu saman í høllini á Hálsi sunnudagin. Avgerðin fall beinanvegin Neistin
hvørja einastu svimjihøll. At byggja svimjihallir er nevniliga annað enn bert glas og betong. Her skal nevniliga nógv vatn í – og eisini reint vatn. Í triðja lagi er anleggið at viðgera vatnið eisini nógv annað [...] rutsjibreyt og mangt annað. Boð eftir Heina Frá fyrsta degi av, varð ein ætlan løgd um nær arbeiðið skuldi verða liðugt. Sum ikki einaferð var arbeiðið nakað seinkað. Orsøkin til hetta var fyrst og fremst vánaligt [...] fólki er at íðka svimjing. Hetta dáma bæði børnum og vaksnum væl, serliga um umstøður eisini eru til annað enn til bert svimjing. Tað var júst hetta sum lá sum orsøk fyri avgerðini at byggja nýggja svimjihøll
veruliga at royna sjólívið og spenningurin at uppliva okkurt nýtt og forvitnisligt. Eg kenni meg ógvuliga væl umborð, og tað er gevandi at uppliva tað samanhald, sum er. Hetta er hart og strævið likamligt arbeiði [...] tess. Annars er sjólívið, sum hann tekur til, at arbeiða, eta og sova. Menn ganga seks og seks, og tá nógv verður fiskað, og tað stendur á at framleiða, bróta nakrir mans vakt. Hetta gongur uppá skift, soleiðis [...] 58 ár og helt, at skuldi tað vera – ja, so skuldi tað vera nú. Tað sigur Høgni Debes Joensen, sum hevur verið landslækni í Føroyum síðan 1979. Men vártúrurin í 2003 gjørdist ikki hin einasti og seinasti
lítla og onga skuld og til eitt samfelag, sum í stóran mun var dubbað til eina lovandi framtíð. Sjálv hevur hon at kalla onki fingið á skaftið. Avgreitt tað sum lá klárt at undirskriva, eftir at Anfinn [...] boð. Ein mánaða eftir at løgtingið hevur samtykt, hvussu fíggjarligi raksturin av samfelagnum skal fara fram í hesum árinum – 2007 – trínur føroyski ”forsætisráðharrin” fram á torg, og boðar tjóðini frá [...] frammanfyri ein av gomlu svørtu SEV-málarunum, og tað einasta ið hann gáar eftir, og sum fær eygnalokini at kvaklast, er lítli reyði bletturin, sum av og á kemur í eygsjón á ævigu rundferðini. Tá er tíðin
undir seinna heimsbardaga, og ofta var Gestapo eftir honum og avhoyrdi hann, men tað er ein onnur søga. Hinvegin hildu fleiri, at hann var ov væl við týska hersetingarvaldið, og hetta gjørdi somuleiðis [...] framsýning upp við verkum eftir Ruth Smith á Listasavni Føroya, har eini 200 oljumálningar, tekningar og vatnlitamyndir verða at síggja. Stórur áhugi er fyri hesi framsýning, og umboð fyri m.ø. Jyllands-Posten [...] Jyllands-Posten hava longu verið og hugt eftir, meðan framsýningin er vorðin til. Í hesum sambandi gevur Listasavnið eisini út eina sera prýðiliga bók um lív og verk hennara. Listfrøðingurin Dagmar Warming, sum
eftir at síggja og nerta við stóra fiskin. Hetta var eitt rættiligt upplivilsi fyri tey. Hemarin, sum Alfred og Peili komu til lands við hendan dagin, vigaði heili 458 pund – sum havnamenn siga – ókruvdur [...] sær eina hemaralínu til, og tá ið hendan verður sett, og stendur og rekur, er spenningurin stórur. So mikið størri verður spenningurin, tá ið tað merkist, at fast er á línuni! Og soleiðis var mikudagin í [...] umleið 14 favna dýpi, og longu eftir lítlari løtu var fast. Skjótt merktist, at talan var um ein rættiliga stóran hemara, sum gjørdi ógvuliga nógv um seg. Hann rykti og skrykti í línuna, og einki bendi á, at
tjóðskaparligu menningini lá tung í sjónum. Skírnarstevnan og hennara framherjar, við Victori á odda, lagaðu køvandi múrarnar niður, yvirhálaðu við sjeymíla fetum, so tað stóð eftir í, og vóru sannir tjóðarbyggjarar [...] hetta, og hartil ætla, at fáa okkum onnur at atkvøða fyri hesum landsskaðiliga virksemi. §2 stk. 3 – Bispur kann loyva, at fremmant mál verður brúkt við gudstænastur og kirkjuligar tænastur. Stk. 4 – Avgerðin [...] í hvussu er gáttin fyri fremmandum valdi og tanka. Her skula føroyingar og føroyskt mál ráða fyri borgum. Ongin undir og ongin undir liðini á hesum lívgevandi og stabiliserandi løki fólksins. Omanfyri bara
á barr eftir arbeiðstíð, og tá eru barrirnar ofta á tremur av fólki. Tey drekka sær eini 2-3 øl, áðrenn tey fara heim. Avstralska fólki er eisini sera avslappað og frítt. Samkynd fáa frið her, og hevur [...] Avstralia, og mær hevði dámt væl at farið her at lisið. Avstralia er tó sera langt vekk frá Føroyum, og avstandurin hevði gjørt tað ógjørligt at komið heim til familju og vinir hvørji jól og hvørja summarferiu [...] ymsikar dialektir, ið vit ongantíð høvdu hoyrt áður, og vit hildu, at fólk tosaðu ótrúliga skjótt. So við og við gjørdist vit sterkari í enska málinum, og ikki gekk long tíð, so tosaði vit tað flótandi. Tað