samanberast við tað, vit hava í dag, frættist tað skjótt um hesa sermerktu skúlaskipan. Fyrsti føroyski háskúlanæmingurin, vitandi er um, er Ellen Elisabeth Catrine Jacobsen (deyð 1904). Heilt ung fór [...] spíssar, og semja var um bygging, men ikki um hvar skúlin skuldi vera. Símun og Rasmus hildu best vera at fara út um bygdarmark, og eftir ein róðrartúr vestan fyri Borðoy vórðu teir samdir um staðið. Teir funnu [...] fyri framman. Lærdu skriftmál Fyrsta reglugerðin fyri Føroya Fólkaháskúla er frá 1910. Grein 2 er soljóðandi: »Endamál skúlans er: 1) at vekja ans fyri andligari og kropsligari menning hjá Føroya ungdómi
Norðdepli, men tey seinnu árini er tað serliga í Hvannasundi, at ein hevur sæð eitt sethús fyri og annað eftir skjóta upp. Júst hví tað er so, er ikki lætt at finna nakra frágreiðing um. Men Veronika Petersen hevur [...] av hesum ágóðum er at barnafrádrátturin er rættiliga høgur - 5000 krónur. Haraftrat er skúlin í kommununi - skúlin á Fossanesi - útbygdur við íalt 550 fermetrum. Ikki nokk við tað, so er av álvara komið [...] forðing. Tað er nevniliga ikki alt sum kann koyrast ígjøgnum tunlarnar. Jú, tað er heilt sikkurt, at tað hevur sína stóru og negativu ávirkan. Kommunan stykkjaði í síni tíð út eitt vinnuøki, og um tað mundið
liðið í kappingini, tí okkara menn spældu sera væl. Um ikki hinir høvdu hesar ungu menn við, so vóru vit ikki í iva um, at vit vunnu allar dystirnar. Um nú tað føroyska liðið kom víðari til finaluna, so høvdu [...] sær, tá inn verður komið, er hylkið, sum John Glenn kom niður aftur á jørðina við eftir væleydnaðu ringrásina um jørðina í 1962. Hylkið er bert tríggjar metrar til hæddar, og er tað ótrúligt, at eitt menniskja [...] felagsskapi eru sjálvandi, at lættari er at samskipa arbeiðið, brennistøðirnar gera. Tí arbeiðið á brennistøðini er annað enn at savna inn rusk og brenna tað. Tað er í stóran mun at skilja tað, sum fólk
doyggja, um tær liggja ov leingi. Tvílembur verða tiknar oman í bygdina, har meira dyrkað lendi er, og hetta økir um mjólkina. Leivur á Torkilsheyggi vísir á, at umleið hálvan juli er áseyðaroyting. Nú skal [...] kjøtinum. Í dag er eingin kúgv í nøkrum kjallara. Hetta er søga, sum tó ikki er eldri enn so, at mong minnast aftur á tíðina. Eisini fjósini eru færri, enn tey vóru fyri nøkrum árum síðan. Mjólkin er vorðin meira [...] oy er nøkur mjólk, og í Norðoyggjum er bara stóra og lutfalsliga nýggja felagsfjósið á Viðareiði. Í Føroyum hava vit nú einar 13 mjólkarbøndur eftir, meðan seyðabøndurnir eru nógvir í tali kring um í oyggjunum
spádómum til skammar, so hesu ferðina farið eg ikki at meta um, hvussu langt kekkar fara at røkka. At Frakland eru heimsmeistarar boðar sjálvsagt frá, at talan her er um eitt sera sterkt lið. Hóast teir høvdu [...] pappírinum er líkt til, at bólkur B man vera tann veikasti bólkurin, og lítið er at ivast í, at Belgia er veikasta liðið, sum varð styrkismett í ovasta bólki. Orsøkin til høgu styrkismetina er tann, at landið [...] saman við Hollandi er vertur fyri kappingini. Seinnu árini hevur tað verið langt ímillum at belgisku áskoðararnir hava havt nakað at fegnast um, og liðið hevur als ikki somu styrki nú, sum teir reyðu devlarnir
frá báti, ið hevur enda inn á Molan og yvir á hitt landið. Royndin vísti, at hetta ivaleyst fer at rigga væl. Á Ólavsøku er tað trongligt á kappróðrarøkinum. Tí er neyðugt, at manningarnar vísa fyrilit [...] heldur Heðin Hansen, at árið hevur hilnast væl hjá HR. - Sílið við kvinnum er meistari, og tað skal vilja meiri enn illa til, um Gongurólvur við monnum ikki verður meistari. Fyri tveimum árum síðani vunnu [...] hesir hita upp uttanfyri Molan. Í morgun klokkan átta hittast fyrireikararnir í HR at taka saman um. Í dag er HR at hitta í hølunum hjá Skipafelagnum á eystaru bryggju, og punktum verður sett fyri róðrarárið
og síðani hvarv hetta eldfima kapitlið úr russiskum søgubókum, og nú er øll umrøða av hesum søguliga veruleika strangliga bannað. Hetta er dømi um klassiska søgureinging, soleiðis sum George Orwell [...] 2024, eftir jødiska søgufrøðingin Saul Friedländer. Høvundurin, sum nú er yvir níti ár, er tiltikin, tí hann hevur skrivað tvey merkisverd stórverk um Holocaust – The Years of Persecution. Nazi [...] Søgan um hesa gølu gjørdist skjótt kend, eisini í Norðurlondum og Føroyum. Tíbetur fekk Dreyfus heilhugaðan stuðul frá politikarum sum Clemenceau, frá radikalum andsmennum og frá umboðum
týskvøld, og tann triðja er ikki sett á skránna enn. Tann fyrsta sendingin eru um tíðina frá 1990-1992. Onnur sendingin er frá 1992 til partabrævabýtið í mars 1993. Og triðja sendingin er um tíðina til 1994 tá [...] tí, sum farið er. Nú skulu føroyingar lata fortíðina liggja og líta framyvir. Ja, men, mínar grundevingar fyri at gera hesar sendingarnar eru akkurát tær somu. Skulu vit kunna líta framyvir, er tað heilt [...] eina ógvuliga avdúkandi sendirøð um viðurskiftini ímillum Danmark og Føroyar hesi seinastu árini og um donsku kreppuloysnirnar, sum vórðu settar í verk her á landi Hetta er eitt tað mest dramatiska tíðarskeiðið
Kappingin um gull og silvur krónurnar sær út til at gerast tættari, enn tað leingi vóru ábendingar um. Skálamenn, sum hava lagt av at rógva kapp, savna seg nú um fótbóltin. Úrslitini hava verið góð tær [...] og um tað ikki fer at órógva ov nógv, tá teir nú aftur fara at fyrireika seg til eitt nýtt kappingarár í hondbólti, so kundi tað væl farið at laga seg soleiðis, at teir í AB fara at fáa kapping um plássið [...] Hjá teimum er talan um næstbesta liðið. Teir hava bara vunnið tvær ferðir í teimum fyrstu tíggju dystunum. Annars er tað stórur munur á, at tað gongur betur at fáa dómaraseðlarnar til vega nú, enn tað gjørdi
virðiliga gjøgnum bygt øki har, og her hjá okkum er longu bygt. Tískil er ongin ivi um, at neyðugt verður við einum ytra ringvegi afturat um heilt fá ár. Fyri ikki um at tala, tá landfast verður við Sandoynna [...] in kunnu gleðast um, at Havnin hevur pláss fyri fólki, sum brúka beinini og sum gleðast um tað, sum livandi er. Her er gott at vera sum er, men eitt satt paradís hevði tað verið, um tað bar til at spáka [...] halda vit eisini, sum búgva við Villingadalsvegin, har talan er um at leggja landsveg beint oman fyri húsini hjá okkum. Vit kenna við teimum í Sandavági, í Miðvági og ikki minst við teimum á Skipanesi