teimum, sum koma á sjúkrahús, ofta er verri, enn hon hevur verið. Støðan í Portugál hevur ført við sær, at sjúkrahúsini og heilsustarvsfólkini, sum starvast her, eru rættiliga sperd. Ein lækni á einum sjúkrahúsi [...] hevur eisini ført til, at sjúkrabilar hava staðið uttan fyri sjúkrahúsini í fleiri tímar við sjúklingum, og sambært eygleiðarum er eisini líkt til, at tey í Portugál hava trupult við at rúma øllum líkunum [...] eitt flogfar til Portugáls við læknum, sjúkrasystrum, respiratorum og aðrari útgerð og heilivági, og Spania og Eysturríki hava eisini bjóðað sær at taka sjúklingar úr Portugál heim á sínar intensivu deildir
vísti á, at hetta var ikki skilagott. FAG vildi hava, at arbeiðini skuldu bjóðast út í fríari kapping við fullum gjøgnumskygni. Hevur FAG ikki broytt støðu, so má sigast, at hesi bæði dømini vísa, at FAG má [...] Christian í Grótinum, Norðborg, Fagraberg og Høgaberg. Eg skal her heita á FAG um at koma við einari dokumentatión, fyri hvussu tey fáa tað til, at tað vóru 20 nótaskip, sum nú eru vorðin til sjey nótaskip [...] Samstundis heldur FAG fast við, at í fiskivinnuni frámæla tey kapping, men viðmæla í staðin fáar aktørar við fríum serrættindum og brandskatting. Hetta samsvarar ikki við støðutakanina í 2016. Tá gjørdu
Klaksvík, og hon ætlar sær eisini at verða við til at vinna flokkinum og samgonguni í Klaksvíkar býráð meirilutan aftur. Men hon heldur ikki, at tað fer at nerva uppgávuna í fólkatinginum, sum hon heldur bara [...] tingi. Hon væntar ikki, at hon fer í fólkatingi. – Eg taki løgtingssessin framum. Eg eri vald á ting, og eg eri forkvinna floksins á tingi. Nú í heyst verða eisini nógv spennandi mál fyri, sum eg fegin [...] fegin vil verða við til at viðgera, sigur hon. Endaliga avgerðin er ikki tikin, men hon væntar, at hon tekur løgtingsessin framum. Nummar seks á listanum er Tórbjørn Jacobsen. Hann er borgarstjóri í Runavíkar
Seinastu tíðina hevur ein bólkur tó arbeitt við heimasíðuni og við at útvega tilfar til hana. Tað er við at koma undir land, og nú er ein persónur settur at leggja alt tilfarið inn á hana. Forritið til [...] undir við. ? Tað er ein grúulig skomm, men nú verður arbeitt miðvíst við henni, og vænta vit, at hon verður klár í leypi av summarinum, sigur hann. Raðfesting John Færø sigur, at hann dugir ikki at siga [...] verri. At hava eina heimasíðu, sum ikki er so víttfevnandi ella slettis onga. ? Eg kann bara siga, at tað hevur gingið striltið, men nú kemur hon skjótt. Og tá skal hon eisini røktast, tí eitt er at tveita
allan heimin Eftir at hava tosað við Hugo, fór eg á bókasavnið, har eg tosaði við 19 ára gamla Alexei Rakov, ið er úr Suður Uraløkinum í Russlandi. Hann lesur her á øðrum ári, og ætlar at lesa heimspeki, [...] Kuhn. Eg hoyrdi beinanvegin, at her er ein lesandi við sera góðum evnum, ið millum annað dugir at seta spurnartekin við stórar heimspekingar sum Nietzsche. Helst ein komandi altjóða granskari. At tað finnast [...] gentu. Á henda hátt kundi eg eisini lært onnur mál. Eg læri at kenna mentanir, og havi longu upplivað eina broyting í mínum egna sjónarhorni samanborið við tað sjónarhorn ein fær av at ganga í Studentaskúlanum
síni, sum segði, at “teir hava verið á verksmiðjuni og vóru farnir við mammuni. Sjálv eydnaðist mær at sleppa til rýmingar.” So rópar hon: “Nú má eg rýma!”. Hetta var seinasta sambandið við systrina. Hanna [...] heyst og “slapp” eisini við til Mumansk! Honum dámdi so væl saman við føroyingum, at hann fegin vil koma aftur. At hava slíkar vinir kann saktans koma okkum til nyttu. [...] græt, tá hon fortaldi mær hetta. Eitt er at lesa um hesar ræðuleikar, men at sita saman við fólki, sum greiðir frá slíkum er ógloymandi. Ikki fyrr enn aftaná kríggið fekk Hanna váttan um, at mamman og
annar fær, eg skal nøra at mær” Í fylgi Norðlýsið sigur formaðurin í havnanevndini, Atli Justinussen, at hann lovar, um so var , at menn blivu samdir um at fyllast skuldi inn ímóti grótkastinum við Sandin [...] áhugavert at lisið niðurstøðuna! Seinasti pensjónisturin sløkkir Jógvan Skorðheim, formaður í vakstrarbólkinum, segði á fundinum, at nú mátti úrslitið av kanningini kjølfestast og at byrjast skuldi við skúl [...] umsitingin at duga betur at raðfest veruligan tørv. Lívið er annað enn spæl, tað er rætt, men ikki bara. Sjálvur hevði eg ikki viljað verið tað fyriuttan. Mínar royndir eru, at bestu úrslit, eg havi havt
dómaranevndini hjá FSF um, at dómarafelagið hótti við verkfalli bara ein dag undan at Effo-deildin skuldi byrja. Les Sosialin á netinum við at trýsta HER - Eg eri vónbrotin av, at tað verður tosað um verkfall [...] dómarafelagnum at takka, at tað bleiv dømt um vikuskiftið, sigur Petur Reinert, sum við tí leggur upp til, at dómararnir strektu seg langt í samráðingunum. Petur Reinert ætlaði sær ikki í miðlarnar Formaðurin [...] einasta orsøkin til, at eg svari aftur í fjølmiðlunum. Eg kann ikki hava sitandi á mær, at dómarafelagið skal hava tikið føroyskan fótbólt sum gísla, sigur Petur Reinert, sum tó vónar at finna ein loysn áðrenn
fyrispurningar. Nú veit eg, at tað kann vera freistandi at koma við slíkum áheitanum, tí vanliga geva tær nakað av fjølmiðlaumrøðu (um tað skuldi verið endamálið), men máti skal vera við øllum. Ófráboðaðir [...] Fróðskaparsetrinum. Men nú man fara at líða væl, at Setrið fer í summarfrí, og tí skal løgtingið kallast saman ”uttan óneyðuga dvøl,” soleiðis at møguleiki verður at halda fram at seta fyrispurningar. Eitt annað [...] tímir at møta upp, tá spurningurin verður svaraður. Skulu tey so harafturat brúka summarmánaðirnar til at svara fyrispurningum, so hava vit ein álvarsaman trupulleika. Eg haldi tað vera óseriøst at kalla
kvinnur ætla sær framat, skulu tær gera sær greitt, at tað er neyðugt at brúka albogarnar, og vísa, at tær veruliga ynskja at verða valdar, eins og menninir, sigur Kristianna Rein. Hon sigur, at kvinnur, sum [...] tað vera eitt frálíkt hugskot at gera ein innanhýsis kvinnulista. Hon greiðir frá, at tað fyrr hevur verið upp á tal at stilla tveir listar upp. Eisini sigur hon, at hon hevur altíð verið heit fyri einum [...] Rein. Hon endar við at senda eina áheitan til yngri kvinnur, um at taka stríðið fyri javnstøðu í politikki upp. - Mín tíð er farin. Eg havi gjørt mítt gjøgnum mong ár, og kundi hugsað mær, at yngri kreftir