nakað við ferðaendurgjaldið, hvør á sínum øki. Løgmaður segði við Rás2 í gjár, at eitt hitt fyrsta hann tók stig til eftir at verða blivin løgmaður, var at seta ein areiðsbólk at endurskoða samsýningar [...] tað líkist ongum, at so stórur munur er á ferðaendurgjaldi hjá tingfólki og vanligum fólki. Tí ætlar hann sær at leggja uppskot fyri Tingið um at skarva av koyripengunum. Hetta tekur Kári P. Højgaard tó ikki [...] tingfundir, men eisini til nevndarfundir og aðra umboðan hjá Løgtinginum, sigur Kári P. Højgaard. Hann kallar eisini fráboðanina hjá John Johannesen um eitt løgtingsuppskot til at skarva av ferðaendurgjaldinum
hugskot, sum er reist fyri at effektivisera og rationalisera raksturin. Fleiri fyrimunir Kortini dugur hann at síggja fleiri eyðsýndar fyrimunir við at leggja Posta og Rúsdrekkasøluna saman. - Rúsdrekkasølan [...] vísir tað seg, at virksemið hjá Posta fyllir minni og minni, so stovnurin krevur ikki nógv pláss. Hann vísir eisini á, at Posta hevur rættiliga stórt goymslupláss á høvuðsstøðini á Óðinshædd í Havn. - [...] rationellari. - Tað er ein rationalisering bæði hvat hølisviðurskiftum og hvat flutningi viðvíkur, leggur hann afturat Sofus Clementsen leggur afturat, at enn eru ongar útrokningar gjørdar, sum nágreiniliga lýsa
ferð spældi móti Slovenia tíðliga í september í 2000. Jákup Mikkelsen vardi sum sagt málið. Umframt hann, er ein annar á liðnum, sum framvegis er aktivur í bestu føroysku fótbóltsdeildini, Øssur Hansen. [...] Mikkelsen, Óli Johannesen, Julian Johnsson, Uni Arge, Todi Jónsson, Øssur Hansen, Sámal Joensen og Hans Fróði Hansen. Inn komu Kurt Mørkøre og Jóannis Joensen. Fara vit eitt gott ár fram í tíðina, til [...] sá liðið soleiðis út: Jákup Mikkelsen, Óli Johannesen, Jens Kristian Hansen, Johan Byrial Hansen, Hans Fróði Hansen, Øssur Hansen, Rógvi Jacobsen, Kurt Mørkøre, Jákup á Borg, John Petersen og Christian
hálvleiki. Miðvallarin feldi fyrst Pætur Dam Jacobsen, sum noyddist út við skaða, og síðan var hann ov seinur, tá hann takklaði Daniel Udsen. Sorin Anghel, Gudmund Nielsen og Arnbjørn T. Hansen stóðu fyri málunum [...] málunum hjá EB/Streymi. Jóhan Dávur Højgaard, B68, var eisini vístur av vølli í seinna hálvleiki. Hann fekk tvey gul kort. Seinastu stóru løtuna hevði heimaliðið tískil lætt spæl.
Tummas Christophersen, reiðari í Vestmanna, sigur, at upsaprísurin hevur verið góður í seinastuni. Hann vísir á, at skipini hjá teimum hava fingið í miðal einar 8,50 krónur fyri kilo, sum má sigast at vera [...] Klaksvík, hevur nakað við møguligan ótryggleika um avrokning frá Faroe Seafood at gera, men tað heldur hann ikki. - Vit selja veiðina, har vit fáa mest fyri fiskin, og eg haldi ikki, at hetta hevur nakað við [...] upsaveiðina í løtuni. - Veiðan er misjøvn. Summir túrar eydnast væl, og aðrir eydnast minni væl, leggur hann aftrat. Í fleiri ár hevur upsaveiðan annars verið rímiliga góð, og líkt er til, at eitt nú partro
flest mál fyri StÍF. Teir fingu seks mál hvør. 41 ára gamli Ingi Olsen var aftur eyðsýndur hesaferð. Hann og Hanus Hanusarsson vóru toppskjúttar við seks málum. H71 vann tvey kærkomin stig seinnapartin, tá [...] seinna hálvleikinum. Tá vóru gestirnir framman fyri trimum málum. Kyndil hótti ongantíð leiðsluna. Hans Áki Dal-Christiansen, Kyndil, og Bogdan Florea, H71, vóru toppskjúttar við seks málum. VÍF og KÍF [...] á odda 24-21. Áki G. Olsen, VÍF, var toppskjútti við átta málum. Ási Dam skeyt flest mál fyri KÍF. Hann fekk sjey mál. Stigatalvan: 1. Neistin, 8 stig (4 dystir) 2. KÍF, 7 stig (5 dystir) 3. Kyndil, 6 stig
javnvág millum verjupartin og álopspartin á liðnum. Hetta hevur við sær at profilar, so sum Arnbjørn og Hans Pauli, rættuliga eru komnir fyri seg. Teir báðir vóru eygsýndir í dystinum ímóti B71 sunnudagin, har [...] gongd í eftir steðgin. Tá 10 minuttir vóru spældir av seinra hálvleiki, bragdaði hjá EB/Streymi, tá Hans Pauli Samuelsen fekk bóltin framvið Markovic í B71 málinum. Tað var sum um leiðslumálið tók luftina [...] frá sandoyingum, meðan gestirnir fingu nýggja megi. Tískil var tað fult í trá við dystargondina, tá Hans Pauli økti um leiðsluna, eitt gott korter fyri dystarlok. Síðstu 10 minuttirnar fingu sundalagsmenn
Men, hvat sigur vit og skil. Um bóndin drepur ærnar beint áðrenn lembing. Kann hann so klaga um, at tað var vána lambaár? Hann kann klaga, men ikki av røttum! Vit hava altíð gjørt tað, er svarið, og tað er [...] de små« kenna vit, men tá tað ikki eru smáir fiskar at eta, tí gýtingarfiskurin varð veiddur áðrenn hann/hon kom av við eggini upp á natúrligan hátt. So má tilfeingið minka ár um ár? Hettar er logikkur fyri
vikur fáa at vita, hvar tað er best at gera íløgur í ein framtíðar flogvøll. Men tað vil hann ikki svara upp á, tí hann sigur, at tað er ein politiskur spurningur. Nakrir fáir politikarar hava verið ivingarsamir [...] milliónir, áðrenn vit vita, hvar ein framtíðarflogvøllur liggur best. Vit spurdu Oyvind Brimnes um hann heldur at tað er samfelagsliga rætt, at politiski myndugleikin tekur eina so stóra avgerð, tá ið vit
fyri alt landið, serliga tá hugsað verður um bygdamenning, segði Heðin Mortensen við Rás2 í gjár. Hann heldur, at vit eiga at sipa so fyri, at lív kemur aftur í tómu húsini. Alternativið er, at bygdirnar [...] og tað er ikki bara sum at siga tað. Tá skulu helst løgtingslógi roytast, sigur Heðin Mortensen. Hann ásannar víðari, at Nólsoy á ongan hátt er í nakrari serstøðu. Vit kenna til somu støðu her í høvuðsstaðnum [...] okkum at gera nakað við. Tað er jú eisini talan um tænastur og annað líknandi, sigur Heðin Mortensen. Hann heldur tað tí verða sannlíkt, at Tórshavnar býráð tá tíðin er komin fer at heita á landsstýrið um