kvinnurnar sambært AFP, at menn skulu hava loyvi til at royna eftir kvinnum. 74 ára gamla Catherine Deneuve hevur í fleiri áratíggju arbeitt innan filmsvinnuna í Frankaríki og verður mett at vera ein av fremstu [...] ein brotsgerð, men at royna at tøla onkran – sjálvt um tað er áhaldandi og klossut – er ikki eitt machoálop, skriva brævaskrivararnir sambært AFP. - Menn eru hissini revsaðir, noyddir at fara úr størvum sínum [...] altjóða. - Mær tykir ikki, at hetta er rætti hátturin at broyta tingini. Hetta er yvirdrivið, segði hon í fjør. - Hvat kemur aftan á Avdúka tín grús? Avdúka tína skøkju? Heldur enn at hjálpa kvinnunum, hjálpir
okkum, at fáa øll fólkini inn í skipanina, so at tey kunnu fáa útgjald, tá vit rinda út næstu ferð, sigur Magni á Deild Olsen, stjóri í ALS. Hann sigur, at ALS var til staðar í Runavík í gjár, so at fólk [...] beinanvegin. Hann sigur, at tey longu eru farin í holt við at royna at finna onnur størv til tey uppsøgdu fólkini. - Tá vit frættu um hetta fóru vit beinanvegin í gongd við at seta okkum í samband við [...] loyna, at tað mangla fólk í dag á fleiri virkjum. Tað eru útlit fyri, at fleiri av hesum fólkunum fara til arbeiðis aftur heilt skjótt, sigur Magni á Deild Olsen. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra
skrivaði álit um eitt føroyskt fátækramark heldur, at tá tølini fyri 2016 verða tøk, fara tað at vera nakrar færri barnafamiljur í fátækraváða. Hetta tí at lutfalsliga stórur skattalætti varð latin lá- og [...] brúkast til at stuðla undir politikkin á økinum, men tað er ikki altíð, at tólini, ið bøta um fátækraváðamarkið hjálpa so nógv uppá sosialu støðuna hjá tí einstøku familjuni. Til dømis nevnir hann, at eitt [...] stríðið móti fátækradømi at hava alment mark. Mátini kunnu brúkast at stuðla politikkinum, men kanningar á økinum høvdu verið meir eftirfarandi. Tað kann tó fyri nógv tykjast løgi at brúka pengar til kanningar
av, at nýggjársaftan fellur á ein sunnudag, so er ikki loyvt at selja fýrverk í morgin. Tað merkir, at tey, sum mangan er í seinra lagnum, mugu heldur skunda sær. Tí í kvøld er seinasta freist at selja [...] tó onkur ivaleyst hevur opið longri. Í morgin, nýggjársaftan, verður fínasta veður at skjóta fýrverki í. Tað letur til at verða av fagrasta veðrið ta løtuna, vit fara inn í nýggja árið. Norska veðurstovan [...] kvøldið ella seinni á nátt. Danska veðurstovan DMI sigur tað sama, meðan íslendska Belgingur sigur, at tey í Sundalagnum kunnu vænta nakrar dropar um midnáttarleitið.
Djóralæknatænastuna, tí tey hava frætt, at tað ber til at fáa doyvandi heilivág til hundarnar, og onnur kenna ræðsluna frá undanfarnum árum. Kristina Dahl Joensen, sigur, at tey geva ongantíð doyvandi heilvág [...] sum er tættast at eigaranum, sigur Kristina Dahl Joensen. Hon sigur, at teir flestu hundarnir eru bangnir, teir renna runt og ristast og hvína, og hjá summum tekur tað eina heila viku at koma fyri seg aftur [...] fjósinum. Nógvir eigarar síggja til, at ross og neyt eru í fjósinum, og at vindeyguni verða myrkaløgd, so djórini ikki síggja tað sterka ljósið. Ein fyrimunur er eisini, at fjósini sum oftast eru rættiliga
Reuters komu hesar samráðingar ikki á mál. Høvuðsorsøkin til tað skal vera, at Emirates vil hava Airbus til at binda seg til, at framleiðslan av A380 heldur fram í minst 10 ár afturat. Higartil hevur Airbus [...] Fyritøkan Airbus umhugsar nú at steðga framleiðsluni av risaflogfarinum A380, tí tað gongur so illa at selja flogfarið. Tað skrivar Check-in. Flogførini verða framleidd í Toulouse í Fraklandi og í Hamburg [...] ferðin á framleiðsluni longu sett niður, og møguleiki er fyri, at hon verður steðgað. Airbus hevur framleitt A380 í 15 ár, men tað gongur illa at selja hetta slagið av flogførum, og um Airbus ikki fær stóran
semingsmaðurin ásannaði, at onki er at gera. Hetta er onnur semingsroyndin sum miseydnast og Jógvan Philbrow sigur, at nú væntar hann, at arbeiðssteðgurin fer at draga út. Hann sigur, at eftir hansara tykki [...] fer nú at umrøða støðuna, og í hesum sambandi fara tey eisini at tosa um at herða verkfallið. Og tey hava onkrar møguleikar. Ein møguleiki er at taka undantøk, Almannaverkið hevur fingið til at hava pedagogar [...] heldur hann, at gjáin er størri nú enn hon var, tí onkrar tilsøgnir, sum tey hava fingið fyrr í samráðingunum, vórðu tiknar aftur í gjár, uttan at hann sigur akkurát, hvat talan er um. Hann sigur, at Pedagogfelagið
telja við, at onkur av teimum, sum hevur sitið í býráðnum í 28 ella 24 ár kann gera politiskt »come-back«, so kunnu vit við rímuligari vissu siga, at Heðin Mortensen kemur ikki at uppliva at missa metið [...] Tað verður ringt hjá hinum 12 býráðslimunum í Havn at taka metið frá Heðin Mortesen. Marin Katrina Frýdal er tann fyrsta, sum fær møguleikan – men tað verður í fyrsta lagi í 2052. Og Annika Olsen klárar [...] hevur sitið longst í Tórshavnar býráð. Í gjár sendi Tórshavnar býráð út eina heilsan í sambandi við, at Heðin Mortensen á nýggjárinum hevur sitið í Tórshavnar býráð í 45 ár. Og hann er so langt framman fyri
Fuglafirði, reist. Hetta var tískil ein stórur dagur í søgu felagsins. Øll stálkonstruktiónin er komin upp at standa og aftrat framleiðsluhøllini er eisini ein tilbygningur stoyptur, har skrivstovuvirksemið hjá [...] Petersen Contractors, sum stendur fyri stóru verkætlanini hjá Vónini, og hjá felagnum siga tey í dag, at arbeiðið í Fuglafirði gongur væl.
fyrr í mánaðinum fekk Fíggjarmálaráðið eitt tilboð um at keypa ognarlutin hjá tí almenna. Danski staturin segði nei tak og staðfestir, at tey ætla ikki at selja sín part. Hetta skrivar Jyllands-Posturin í [...] krónur, og nevndin fyri København Lufthavn hevði viðmælt søluni, tí hon helt, at fyrimunir vóru við henni. Tey, sum ætlaðu at keypa, vóru Arbejdsmarkedets Tillægspension, ATP, og kanadiski pensjónsgrunnurin