heldur seg vera heimsins hepnasta oljuborara. Hann dylur ikki fyri, at hetta er dreymauppgáva honum er liti upp í hendi, tí talan er um at bora fyrstu ferð í einum heilt nýggjum og jomfrúuligum øki, sum hevur [...] treytirnar í hesum sambandi. Verið glaðir fyri Buvik Og nú hann er komin til Føroya umleið fimm ár seinni er hann sera fegin um at síggja, at ein norðmaður, Alex Buvik stendur á odda fyri teimum skipanum, sum [...] boringunum úti á Vøringslættanum, ið er sera djúpt vatn og ein partur av tí sama jarðfrøðiliga øki vit hava um okkara leiðir. John sigur, at hann her eisini lærdi sera nógv um norsku loyviskipanina og treytirnar
Bolivia, sum so nógv lond í Suðuramerika, er fátækt. Nógv hava livað og liva í armóð, serliga upprunafólkið, sum er umleið 60 % av fólkinum. Uppi á Altiplano er tað serliga Aymara fólkið, sum heldur til [...] sítt fríska lív nú skjótt 30 ár eftir verkætlanin varð latin 42 bygdarløgum í Altiplano. Tann mátin hendan verkætlan varð framd eyðkennir arbeiðið hjá Egil í Bolivia. Tað avgerandi er, at fólkið á staðnum [...] undir tveimum øðrum verkætlanum á Altiplano, sum Føroyar hava fíggjað. Onnur er “TAEPO”, skúlin í Cochis í Bolivia, sum er fíggjaður við peningi frá Boliviahjálpini. Her fara studentaskúlanæmingar úr Føroyum
ið tað varð farið yvir til online skipanina, sum flutti Sparikassan og hinar peningastovnarnar fram í nýmótans tøkni. Millum arbeiðsfelagar er Heri kendur sum góður samstarvsfelagi, hann er friðarligur [...] spæla í Jönköping. Heri er framvegis trúgvur HB viðhaldsmaður, og tað kemur meiri enn so fyri, at tað verður havt á munni við hann, hvussu tað mundi havt lagað seg við fótbóltinum, um hann hevði havt verið [...] nógvar sangir, sum ofta eru at hoyra. Eitt nú hevur hann arbeitt væl saman við Karl Martini Samuelsen, og so hevur hann yrkt fleiri av sangunum, sum snúgva seg um HB. Konuna fann Heri í Vági - Dorrit, fødd
vera um eitt serligt fyribrigdi. Um menningina á landsliðnum, síðani vit fyri tíggju árum síðani fóru upp í altjóða fótbóltin, er Abraham eitt sindur ivasamur: - Tað er eitt sindur torført at meta um, tá [...] hevur spælt sjálvur. At spælið nú er øðrvísi er einki at ivast í, og hetta sæst kanska best, um tú hyggur eftir videoupptøkum av fyrstu landsdystunum. Føroyska liðið er í dag nógv longur frammi á vøllinum [...] hendingar inni á vøllinum, har onkur mótstøðumaður er farin langt út um mark - eins og eg sjálvur onkuntíð havi gjørt tað. Samanlagt hevur talan tó nærum bert verið um góð minni, og hetta sæst kanska best aftur
Sosialinum um mánaðarskiftið at ”prógva”, at Edmundur slett ikki er líka so raskur sum Høgni Hoydal (sic), men tað er synd at siga, at tað eydnast Fjallinum at sannføra okkum um, at tað er nakað sum helst [...] ministaran um bandupptakaran. Tey sonevndu Sjúrðarbondini hava fingið merkiliga lítla umrøðu í føroyskari pressu. Men tað er eitt faktum, at tann ódiplomatiski atburðurin hjá HH og SS var út um alt mark óhampuligur [...] Gamalt er, at hvør ber, sum hann roynist. – Harumframt er tað eisini ein sjálvsagdur rættur hjá frúnni at fjálga um sína privatu lívslygn, men tað tykist ikki heilt ósmæðið, at hon troystar sær at fara
virkinum er ein flakalinja, og hana var ætlanin at brúka russarafisk. Hetta hevði givið ein hóp at arbeiði í Vági. Men talan er um eina ómetaliga stóra íløgu. Jákup Olsen sigur, at talan var um at keypa [...] Polarfrost er ikki í serliga góðum standi longur. ? M.a. er takið illa farið, men ymiskt annað er eisini at gera við tað, neyðug verður at keypa nýggjar trukkar o.s.fr. ? Somuleiðis eru tað tey heilsufrøðiligu [...] raksturin á Fiskavirking. ? Tað er nevndin í Fiskavirking, sum umsitur tað. Hann vil ikki siga, um boð eru komin úr Tinganesi til Framtaksgrunnin um Polarfrost. ?Men skuldi so verið, er adressan púra skeiv, tí
eigarunum, sum upprunaliga vóru 16 í tali, men sum nú eru 11. Nógvir mans hava gjøgnum hesi mongu ár havt sítt livibreyð umborð á hesum skipi, sum nú er farið úr føroyska fiskiskipaflotanum. Danir siga, at [...] men enn er ikki endaliga gjørt av, um hetta verður so – ella um teir fýra føroyingarnir bara sigla skipið til Írlands. Tróndur í Gøtu hevur sína søgu, og ein heilur hópur kundi verið sagt um hetta skip [...] á Gøtuvík. - Eg hugsaði slett ikki um skipið ella stálið sum fór, men um tey fólk, sum hava verið um hesa verkætlan, heilt frá byrjan til dagin í dag. Eg hugsaði um allar teir og øll tey, sum hava staðið
alt, sum farið er og fyri alla tíð. Takk for minnir góð, vit hava takk og takk um alla tíð. Takk Guð fyri alt, sum hendi, fyri gávur, tú oss ber, fyri tíð, sum er at enda fyri náðina, sum er. Takk fyri [...] navnið við húsinum, soleiðis at barnaheimið hjá mammu verður rópt í Norðhúsi. Nú er einans ein bróðir eftir á lívi, og er tað Petur Jacobsen, eisini nevndur Petur í Norðhúsinum. Hann hevur við síni familju [...] “Vit børnini hava alt gott at bera tær, góða mamma. Tað er so undarligt, nú, ið tú ikki ert her meira. Vit sakna teg stórliga, men kenna, at tú nú ert okkum ein verndareingil !” Vit liva upp á serliga rík
málbera teg um hesa bók, at hon er leskilig. Kápumyndina hevur Heðin Kambsdal gjørt. Hann er í fjórða lið. Hann er langabbasonur Lamba Símun. Hann er óførur at mála ljós. Eg hugsi at myndin er væl vald. [...] bókin boð um. Vóru eitt við natúrina Hetta er ein søga um eina bygd, sum verður reist úr ongum. Soleiðis verður sagt um allar bygdir í Føroyum, men fæstu kunnu vísa á fólkini, sum festu búgv - um teirra stríð [...] á hesi mynd? Nú heldur onkur, at hetta er tann reina romantisma - ja, lat tað so vera tað, men veruleikin er jú eisini romantisma. Helena er eisini romantisk í bókini og hví ikki tað? Er hetta ikki ein
tað sum er. Er tað gjørligt, so er tað fínt, men er tað ikki gjørligt, lat okkum so síggja, hvussu langt vit koma. Tað eg tosi um er broytt lóggáva. Hin parturin, sum ikki er broytt lóggáva, er tað sum [...] eru menn samdir um at brúka tað, sum ikki verður brúkt á íløgusíðuni til í næsta ár. Síðani er enn eitt "stríðsmál" Vágs havn. Hon er eisini samtykt, men tað er stuðulsveiting, og tað er spurningurin, nær [...] Men spurningurin er at fáa politiska undirtøku fyri at avtaka tær, meðan tíð er. Tað er væl hetta, sum skal til nú. -Tað ljóðar so lætt og flott! -Tað veit eg og viðgangi eisini, at tað er ikki bara lætt