fullveldisflokkunum meirilutan. Tað er at vera errin av. Men tað hevði verið óhugsandi, var tann mentanarliga og málsliga kjølfestan ikki so góð. Men tað er ikki av tilvild, at vit hava fótað okkum sum tjóð. Føroyingar [...] hvønn dag. Myndin hjá SvF verður, at føroyingar eru ein samrunnin partur av donsku tjóðini, sum kortini líkist nakað frá orsakað av geografisku frástøðuni, og tí tað lokala málið er øðrvísi. Føroyingar eru [...] dag, hann flytir til Danmarkar. Okkara almenna sjónvarp sendir eisini alt ov lítið av føroyskum tilfari. Og alt ov nógv av donskum. Í staðin fyri at víðka okkara sjónarring, styrkir SvF heimføðisásin Før
Alivinnan er ein útflutningsvinna. Av tí samlaða føroyska vøruútflutninginum sum er áleið 12, 7 milliardir, so stendur laksa útflutningurin fyri 5,4 milliardum, sum er áleið 42 % av samlaða útflutninginum. Hetta [...] gera langsiktaðar ætlanir. Eigaramarkið fyri hvørt felag kann ikki fara upp um 50 % av samlaðu laksaloyvunum, og úrslitið av hesum er tískil, at vit í dag eiga 3 vælkonsolideraðar og sterkar fyritøkur í Føroyum [...] semja komin í lag millum samgonguflokkarnar og Sambandsflokkin um skattingina av alivinnuni við einari tvíliðaðari skipan við einum tøkugjaldi á 7,5 % og einum partafelagsskapi á 12 % (bert galdandi fyri
so bussurin endar úti av vegnum. Eg veit, at aðrir bilar eisini hava gjørt sama feilin og hava fylgt slóðini hjá landsverkfrøðinginum. Av tí sama eru teir eisini endaðir úti av vegnum, og er tað sera [...] koyrdi út av tunnilsvegnum á veg aftur til Klaksvíkar. Bussurin hevði verið í Hvannasundi, og var á veg inn í tunnilin í Árnafirði, tá ein bilur kom ímóti honum. Nógvur kavi lá á vegnum, og av tí sama sá [...] óheppið, sigur bussførarin. Men han leggur afturat, at landsverkfrøðingurin ikki skal fáa nakra skuld av óhappinum. - Teir síggja jú heldur ikki, hvat vegurin endar. Teir royna jú bert at gera teirra arbeiði
rakstur? Rinda vit fyri framtíðar íløgur? Skal gjaldið bara vera súmbolskt? Ella gera vit eitt sindur av hvørjum? Málið er ikki at øll skulu vera javnsett, skilt soleiðis, at øll skulu rinda ta somu upphæddina [...] er ikki eitt mál í sjálvum sær. Málið er, at øll skulu rinda eftir somu fortreytum. Vit skulu rinda av somu orsøk, og so kann tað merkja, at summi koma at rinda eitt sindur meira enn onnur, og øvugt. Um [...] at tryggja raksturin og viðlíkahaldið. Eg havi heilt einfalt ikki álit á, at vit leggja størri part av viðlíkahaldinum inn í fíggjarlógina, tí tað verður og er eisini tað fyrsta staðið, har politikarar
flokkar á evropeiska meginlandinum ynskja at gera upp við altjóða sáttmálar og fáa í lag eina nýggja skipan, sum tryggjar londunum nationalt sjálvræði. Tann grundleggjandi rætturin til friðskjól er undir trýsti [...] taka ímóti flóttafólki, uttan beinleiðis at seta henda spurning. Fyri at beina allar misskiljingar av vegnum spurdi kanningin m.a., hvønn hugburð fólk persónliga hava til, at flóttafólk koma 1) til landið [...] steðga vit eini søguliga stórari flóttafólkakreppu í heila tikið? Tað finnast í høvuðsheitum tvey sløg av flóttum í heiminum. Tann eini bólkurin verður róptur “spontanir flóttar” og umfatar øll tey, sum sjálvi
sær eisini virðing og fekk framt ta skipan, sum gav føroyskum útisiglarum krígspensjón, sum teir ikki høvdu fingið, men sum teir høvdu rætt til. Jákup hevur verið ein av fremstu monnunum í føroysku javna [...] løntakaran sum føðingardagsbarnið, Jákup Lindenskov. Í dag fyllir Jákup Lindenskov, sum hevur laðað nakrar av størstu varðunum á sosiala økinum, 80 ár. Líka frá tí hann varð valdur á ting 25 ára gamal, til hann [...] hann gavst fyri 19 árum síðani, virkaði hann fyri stevnuni at skapa sosialt rættvísi. Hann er ein av mongu hugsjónarmonnunum, sum hava mannað politiska liðið hjá Javnaðarflokkinum. Teir høvdu hugsjónir um
stovn skúla, sum hevur til endamáls at útbúgva enn fleiri av hesum somu heilsuassistentum, ið ikki kunnu brúkast í Heimarøktini, hóast ein partur av útbúgvingini hjá hesum starvsfólkabólki júst er í Heimarøktini [...] í Meksikanska flógvanum. Drúgvur burður Johan Mortensen, sum frá byrjan av varð umboðsmaður fyri Amerada Hess og tí eisini ein av fyrstu umboðsmonnunum, sum útlendskt oljufelag fekk sær í Føroyum, heldur [...] er eitt stórt og gott arbeiði, sum heimahjálpararnir hava gjørt og framvegis gera, alt síðan henda skipan varð sett í verk í 1973. Vit væntaðu, at verandi støða kundi ikki halda fram leingi aftrat. Øll vistu
avleiðingar. Tann, sum ikki sær, at í hinum norðanlondunum hevur gongdin verið ein støðug eftirlíkan av krøvum teirra samkyndu, er blindur við vilja. Sjálvandi vilja tey samkyndu krevja øll lógarfest rættindi [...] , sum hini norðurlondini eru vorðin. Og sjálvandi fer gongdin nú at vera tann, at sekulariseringin av føroyska samfelagnum fer at taka dik á seg. Hava vit fyrst givið eftir fyri villeiðandi og væltalandi [...] seta seg upp ímóti tí? Norðurlendska sjálvtøkuborðið Norðurlendsku vælferðarsamfeløgini verða hálovað av ja-síðuni. Formaður Tjóðveldisfloksins nýtir øll høvi at greiða frá, hvussu týdningarmikil altjóðagerðin
hagtøl sum venjari ið siga, at eg havi vunnið 47% av dystunum og leikt 31% av dystunum javnt. Tað vil siga, at seinastu 10 árini havi eg bert tapt 22% av dystunum, sigur Tom Saintfiet. Í fjør vann hann eisini [...] KÍ og seinni við TB. Eg gjørdist púra bergtikin av landinum, og sjálvt um eg havi ferðast í ógvuliga nógvum londum, meti eg framvegis Føroyar sum eitt av mest hugtakandi londunum, eg havi veri í, sigur [...] metir hann tíðina í B71 sum sera týdningarmikla. - Eg fekk eina rúgvu av royndum. Eg var 28, 29 ár tá, og eg havi lært eina rúgvu av teimum mistøkum, ið eg gjørdi tá, sigur Tom Saintfiet. Veldst um venjaran
Johnvá kendi nógvar av teimum ungu dreingjunum sum fóru við. Fleiri teirra vóru á sama aldri sum hon, og aðrir eldri. Hóast hon var einsamøll kvinna umborð, varð hon ongatíð happað av hesi orsøk. - Nei, [...] hevði sum vera man nakað av sjóverki, men tá tey vóru komin til Vestmannaoyggjarnar merkti hon einki til tað. Tað einasta sum hon ikki kundi etað var havragreytur, sum hinir av manningini hinvegin dámdu [...] hvussu eg hevði tað. - Hann var eisini bleytur av sær, og hann segði tá, at tað var sera gott at hoyra málið á eini kvinnu sum var til skips. Dagur datt av degi umborð á Jákupi B, og sohvørt sum lastin