væntar, at tey fara at fáa brenni á bilarnar, um verkfallið verður drúgt, og pumpurnar á støðunum gerast tómar, er svarið: - Vit vænta ikki, at hetta verður ein trupulleiki. Vaktleiðarin visti at siga, at [...] Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at eingir trupulleikar higartil hava staðist av lýsta verkfallinum hjá arbeiðarafeløgunum. - Nei, her hevur einki verið higartil. Vit virða sjálvsagt [...] at onkur avtala er um, at neyðsendaraakfør, sum eitt nú løgregla, sjúkrabilar og sløkkilið fáa atgongd til brenni.
Vakthavandi hjá Sev sigur, at tey fóru beinanvegin at leita eftir feilinum og tað vísir seg, at tað er onkur í Hvalba, sum hevur grivið ein kápul av. Tískil eru tey farin at skoyta kápilin aftur, men akkurát [...] akkurát, hvussu langa tíð tað tekur, dugir hann ikki at siga.
Hann vísir á, at tað, sum keypast og brúkast skal, er líka dýrt fyri ein, sum hevur lága løn, sum tað er fyri ein við høgari løn. Og við at samráðast um prosent verður lønarmunurin bara at vaksa alla tíðina [...] samráðst verður. Ikki annað enn, at tað ongur, sum tað plagar. Ein avgerandi munur er tó, og hann er, at hesaferð samráðast øll arbeiðarafeløgini í landinum saman, og tey standa sum ein maður í sínum kravi. [...] einki at fara í handilin at keypa fyri prosentir, sigur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag. Vit vilja hava sama krónutal, sum onnur, ið longu hava gjørt sáttmála, hava fingið. At tosa um
verða mestsum bara heilt nýggjar myndir, siga teir. Torbjørn Olsen sigur, at hansara eru allar frá í summar, meðan Olivur við Neyst sigur, at hjá honum er onkur, sum hevur ligið eina tíð. Umleið tjúgu verk [...] kvøldi. Torbjørn Olsen sigur, at av hansara myndum eru nógvar úr Sundalagnum. Og eitt evni, sum gongur aftur í myndunum, er brúgvin um Sundalagið. Olivur við Neyst hevur myndir, sum fyri tað mesta mynda útsýnið [...] útsýnið úr vindeyganum í atelierinum. Nógvar teirra vísa Vágsbotn, sigur hann. Onkur er tó aðrastaðni frá kortini. Til dømis er ein úr Hattarvík.
stavar serliga frá, at samkomurnar gera eitt størri arbeiði. Fleiri teirra hava valt at senda heilar bólkar avstað. Tað vil siga, at tey senda bæði ung, hjálparfólk og leiðarar, ið koma at fylgjast allan vegin [...] vegin, sigur Elisabeth. Stevnan byrjar 1. august í týska býnum Offenburg, so tað er ikki bara sum at siga tað, at frakta umleið 400 fólk úr Føroyum til Týsklands. - Vit hava gjørt avtalu um eitt leiguflogfar [...] hevur so valt at ferðast sjálvi til Týsklands, greiður Elisabeth Christiansen frá. Luttakaratalið úr øllum londum verður um 4000-4500 fólk. Sostatt er einki at ivast í, at føroyingar fara at seta sín dám
Føroya vita tey í dag at siga, at línuskipini, sum fiska á landgrunninum, koma inn at landa, sum næsta vika gongur. - Nøkur línuskip liggja við bryggju, men væntandi loysa onkur skip í næstum, verður lagt [...] Eitt ísfiskaskip, sum í løtuni fiskar á Rygginum, kemur inn at landa mánadagin. - Harumframt eru seks ísfiskalínuskip á landgrunninum, og tey fáa mest av toski og hýsu og so nakað av longu og brosmu. Á [...] veðrið eisini brúkiligt. - Vit vænta tí nógvan útróður, og útróðrarbátarnir hava góðan fiskiskap, siga tey á Fiskamarknaði Føroya í dag.
viðtikið út. At kalla ongin grein er eftir á trænum, sum myndin eisini vísir. Onkur helt fyri, at næsti porkeningur, ið gevur út greinasavn, verður undir illgruna fyri stuldur. Annar helt, at helst hevur [...] hevur bygdafólkið sitið sum á nálum, men onkur tók til, at hetta gav nýggjan íblástur til hugtakið "á berajólum". Vit hava tó eina greining av málinum: Rætta søgan er tann, at vantandi greinarnar hava onki [...] onki við veðrið at gera, tí tað eru kommunumenn, ið hava avmonterað træið, og hesi tíðindi hava vit frá vælvitandi keldum, so til ber at siga, at vit her hava grein í okkara málið.
kundi nú hugsað sær at vitað, um nakar kennist við, og um so er, hvør søgan er aftan fyri hesar lutirnar. Kaj heldur sjálvur, at tað kanska er eitthvørt nýggjárslyfti, sum givið er um, at nú skal okkurt barn [...] hon so varð afturfunnin tann 30. august 2001. Um onkur kennist við hesa suttuna og veit søguna aftan fyri rekan at siga, hevði finnarin verið fegin um at frætt frá viðkomandi. [...] og so hevur ivaleyst onkur vinalig sál vilja hjálp viðkomandi við at binda hana upp í eina rakett og senda hana langt burtur. Møguliga er hon so dottin á sjógv onkunstaðni og at end rikin á land í Dali
meira høgligt at fara eftir teimum aftur. Ein maður til hvønn seyðin plagar at vera við. Hendan dagin er eisini ein fjallaklintrari við, sum hevur roynt seg í Himmalaya fjøllunum. Onkur skal sigla bátin [...] sagt verður, at vit leggja at, so er tað kanska at taka munnin ov fullan. Heldur verður lagt so frægt at landi, at menninir fáa lopið í land. Fyrst fara fýra mans á land. Eitt sindur av rópi skal til, sjálvandi [...] verður niðaná, at tað góða grøna grasið í fitilendinum er at finna. Royndirnar vísa, at tað nyttar ikki bert at fáa seyðin líka niðan á grasið. Hann skal leiðast allanvegin niðan til eitt ból, sum væl má liggja
dagsskránni. Tá plagar hugurin at taka orðið at vera stórur, og soleiðis fer tað ivaleyst eisini at verða hesa ferð. Flokkarnir profilera seg, og tingmenn nýta høvið at profilera seg sum umboð fyri tey [...] síðani kreppuárini verið íløguparturin. Tað er nógv, sum av ymsu pørtunum í samfelagnum verður hildið at vera bráðneyðugt at gera, men ráðini eru ikki til at gera alt í senn. Tað eru allir partar greiðir yvir [...] bendi á, at tað er møguleiki fyri einari breiðari semju, sum fer at binda ein stóran part av løgtinginum í nógv ár fram í tíðina. Okkara uppskot í sambandi við fíggjarlógarviðgerðina er, at stórur dentur