eisini sigur so. Men tað er ikki so. Okkurt býr í øllum. Onkustaðni inni í tykkum er ein rødd sum sigur: Hetta er tað, eg haldi! Hetta eru míni virði! Hetta er mín áhugi - tað er hetta, eg vil! Tann sum [...] - og hóast hetta er ein serlig tíð hjá tykkum, so ger tað ikki tykkum til nakað serligt. Tað er tvørturímóti nettupp tað, sum er tað serliga - at tað ikki er so serligt. Tað serliga er, at í Føroyum kunnu [...] so ymisk, at tað er ógjørligt at geva tykkum ítøkilig ráð um, hvat og hvussu tit skulu gera í lívinum. Men tað er kortini eini ráð, sum eg haldi, at øll fáa gagn av at fylgja. Tað er, at tit í øllum lívsins
at kappingarførið er so vánaligt, at tær kasta onki av sær. ? Skulu vit tí gera okkum vónir um at menna aðrar vinnur í Føroyum, er tað eisini neyðugt at bøta um kappingarførið. ? Tí er tað neyðugt at halda [...] a hongur tað ikki saman, at tað nú skulu hava tað aftur, sum tey hava mist í fortíðini. ? Nú er tað framtíðina, sum vit skulu byggja á. Tað er framtíðin tað snýr seg um. ? Og tað eru framtíðarútlitini [...] Tað er tó ongin loyna, at tey hava havt tað ómetaliga trupult. ? Men tað, at lønirnar hava staðið í stað og at kappingarførið tískil er batnað, er kanska júst ein gund til, at okkara flakavirki nú eru
sáttliga. Lodd Hesin handilin hevur nú verið opin í meiri enn 70 ár, og lítil ivi er um, at virksemið hevur verið skiftandi. Helst var meiri at gera fyrr enn tað er nú. Hóast nútíðin krevur skjótleika og [...] samstundis veksur í miðalaldri. Og á onkrum støðum verður enntá tosað um at vandi er fyri at bygdin doyr út. Her er ofta talan um pláss á útoyggjunum, har ferðasam-bandið og aðrar tænastur eru ein alneyðugur [...] slíka løtu er altíð gott at práta eitt sindur við handilsmannin. Jú, John er afturkomin til bygdina. Ein bilur við merkinum "Sosialurin - Úr bygd og bý" er komin til bygdina. Tja, og veðrið er betri í dag
Sambandsflokkinum, er nú rættuligt lív komið í hendan runnin, síðani hann er komin at standa í lýðkuni, undir bæriligu, magnfullu og treystu fullveldistrøunum Óla Breckmann & Bjarna Djurholm. Nú gongur eftir [...] ið um Leirvíksfjørð Tá ið alt hetta er sagt, skal landsstýrismaðurin hava tøkk fyri, at hann hevur latið kanningina gera, soleiðis at orð kunnu skiftast um framtíðar samferðslukervið í Føroyum. Nú bíða [...] vinnulívið hevur tað, tess størri avkastið er, tess betri er trivnaður á øllum samfealgsins økjum. Hetta hava eisini føroyskir politikarar ásannað fyri mong-um árum síðani, og við einum sterkum og dynamiskum
lívshættisligir, serliga nú tá so nógv tung ferðsla er, slær Atli fast. Serliga um summarið ger hetta seg galdandi, tá nógv ferðsla er av teim vitjandi. Saman við stóru lastbilunum er ikki óvanligt at proppur [...] ætlan um tunnil Norður um Fjall, sum skal loysa báðar teir gomlu tunlarnar av. Og einari ætlan um tunnil millum Hvannasund og Viðareiði. Men einki verður sagt um tunnilin til Árnafjarðar! Sjálvur er Atli [...] henda. Tann stóri spurningurin er kortini um nakað verður gjørt við Árnafjarðartunnilin, nú tvær aðrar tunnilsætlanir eru í umbúna í økinum norðanfyri. - Men okkara tunnil er í øllum førum ótíðarhóskandi
smurt hjól í lættari rás um alt, sum er. Prátið er fjølbroytt og veruliga óskipað. Seinast vóru siðamisbrot tikin fyri, um eg minnist rætt, og um tað at góðtaka samkynt. Onkuntíð er eisini muran í føroyskum [...] umskapast í upplivan. Eg hugsi um vinkonu mína, sum komin er nakað til árs. Hugsi um svartakálk, gler, illfýsnan fyrrapart og so Ásu, sum gleið niðri í Jónasi Broncks. Tað er ikki bara tað hvíta og kalda [...] liggur hvítur og blankur, innrammaður í eitt lítið vindeyga. Myndin er vovin saman við ráki um Stongina og litbrigdum í fjørðinum. Hon er »suveren«, einastandandi, fræls, hvílir í sær sjálvum. Myndir hava
hesa sýning vóru tey ikki so glað um, tí tað var ov stórt og ópersónligt. Tískil valdu tey at gera framførlsurnar í Føroyum so persónligar sum gjørligt við at minka um áskoðaratalið. Bæði børn og vaksin [...] Nú eru nøkur ár síðani, at vit seinast høvdu sirkus á vitjan her í Føroyum. Eitt danskt sirkus, nevnt Cirkus Arena, vitjaði her fyrstu ferð í 1985, og tey vendu aftur einar tvær ferðir. Í vikuskiftinum [...] og kalda í verandi líki, og at tað fór at gerast lættari hjá teimum at fáa samband við áskoðararnar, um bert helvtin av høllini var nýtt.| Sum áðurnevnt, so hevði Cirkus Sirkør verið í Íslandi, beint áðrenn
stórur munur er á avleiðingunum á rúsinum, hvussu ber tá til at seta markið við sjálvan rúsin..? ? Eg ivist í, um spurningurin er so tekniskur. Sjálvandi er munur á monnum. Men, rúsandi løgur er nú einaferð [...] okkurt serstakt var í umbúna. ? Tað er greitt, at munur er á ungum og eldri í hesum føri. Hinvegin er tað bara gott, at hava eina barnsliga gleði, hóast ein er vaksin. Munur er tó á at hava eina barnsliga gleði [...] ber at hyggja út um urtagarðsmarkið; kanska tí hugur er at sleppa út. Onkur fellur kanska eisini út um stikið. ? Tað er kanska júst hetta, sum liggur í hasum spurninginum; hvussu langt ber mær til at sleppa
við høvdinum, og spyrja, um framgongdin, sum føroyska svimjingin hevur staðið fyri, er steðgað, ella um tað eru onnur viðurskifti, sum gera seg galdandi. Katrin Joensen, sum er skrivari hjá svimjisambandinum [...] upp. Kalendarafundurin er ein árligur fundur, har Svimjisambandið saman við svimjifeløgunum leggur komandi kappingarár til rættis, og síðani verður tikið saman um árið, sum farið er. Umframt fundin við [...] num og líkandi, so er tað kanska náttúrligt, at teir fylgja serliga væl við hesum. Tað er tó kanska torført at síggja, hvat er loyvt og ikki, tí tá vit spæla í altjóða dystum, so er dømingin aloftast heilt
vit hoyra er, at vit hava eina milliard kr. minni at ráða yvir, tá blokkurin er vekk. Men tað trúgvi eg ikki er rætt. Tað at vit missa blokkin er ikki okkara størsti trupulleiki. Hesin er er, at vit hava [...] fyrisitingini er vorðin lagdur lamin, tí allar kreftir skulu brúkast til at arbeiða við og innrætta samfelagið til fullveldi! -Um tað er rætt veit eg ikki, men tað er greitt, at alt, sum nú verður gjørt [...] fólkið fekk eitt sindur meira upplýsing um, hvussu langt man er komin á fullveldisleiðini - hvønn veg peikar tað, sum higartil er komið fram. Tað tú hoyrir er bert okkurt tjak í løgtinginum, sum so verður