ferðalagnum í Slovakia. Í gjárkvøldið varð upplýst, at hann er eftir heima í Føroyum, tí hann er sjúkur. Ein møguleiki var, at hann í dag fór at ferðast úr Føroyum og til Slovakia, men Magne Hoseth er framvegis [...] framvegis í Klaksvík og fer tí at fylgja við í sjónvarpinum. Hjálparvenjararnir báðir – Daniel Berg Hestad og Sjúrður Jacobsen – fara at taka sær av liðnum í kvøld. Allir í KÍ hópinum eru tøkur í kvøld uttan [...] at føroysk feløg fyrstu ferð luttóku í europeiskum kappingum í fótbólti. Tey vóru KÍ, sum í 1992 var við í europeisku meistarakappingini, og sama ár var B36 við í europeisku kappingini fyri steypavinnarar
Aftur í ár fer ungdómstiltakið Ekkó runt um alt landið í gjøgnum heystfrítíðina. Ekkó er í ár í seks ymiskum hallum runt um í Føroyum. Tiltakið byrjar í Salt í Suðuroy mánakvøldið 9. Oktobur, týskvøldið [...] týskvøldið er tað í Brúnni í Sandoy, mikukvøldið í høllini á Giljanesi, hóskvøldið í høllini á Kambsdali, fríggjakvøldið í høllini í Hoyvík, og so endar tiltakið í Badmintonhøllini í Klaksvík leygarkvøldið. Ekkó [...] k, sum fleiri samkomur runt um í Føroyum standa saman um, og skipa fyri. Endamálið við tiltakinum er at geva ungum runt um í øllum landinum eina uppliving fyri lívið. Í hvørjari høll verður stórur pallur
at vit varðveita trygdina og støðufestið, sum gevur Føroyum góðar karmar at mennast í. Eg vil tryggja, at okkara trygd og vælferð ikki verða sett í vanda av nationalistiskum eksperimentum. Vælferðarsamfelagið [...] Ung skulu ikki kenna, at tey mugu fara av landinum fyri at fáa møguleikar. Eg eri uppvaksin í Sandavági, men í dag búgvi eg á Stykkjunum og lesi á Fróðskaparsetur Føroya. Eg havi longu arbeitt fyri at seta [...] grundarlagið undir arbeiðspláss, vælferð og tryggleika. Eg stilli upp, tí eg vil arbeiða fyri: Føroyum í einum sterkum og tryggum felagsskapi. Einum búskapi, sum gongur á røttu leið. Betri møguleikum fyri
skrivar Havnar Fimleikarfelag: Í dag kappaðust tær aftur, og Mia fekk gull í barr og silvur á gólvinum, meðan Anna Sofía fekk bronsu í lop, bita og gólv. Hóast tær búgva í Føroyum og dagliga venja við Hanvar [...] luttikið í DM í amboðsfimleiki. Teir kappaðust fyri Greve, og megnaðu eisini at fáa heiðursmerki við heim til Føroyar. Rókur Vestergaard vann silvur í beinsveiggj, og Torleivur Christiansen vann bronsu í lop [...] Fimleikafelag, kappaðust tær í DM fyri KG66. Tær luttóku í aldursbólkunum fyri juniorar. Eisini eru Oddvør Alberta Kimsdóttir og Tóra E. Thorkildshøj við á ferðini, og hava luttikið í kappingini fyri ungar juniorar
kvinnulandsliðið í flogbólti spældi í gjárkvøldið ímóti Ísrael í Lettlandi í Silvurliguni, og í stuttum kann sigast, at annað sett hjá Føroyum var frálíkt, og at hini bæði fáa metingina miðal. Í fyrsta setti [...] vann Ísrael 25-14. Toppskorari hjá Føroyum í dag var Anja S. Danielsen við 9 stigum, harav 3 vóru serviess. Fríggjadagin 6. juni taka Føroyar ímóti Norðurmakedónia, sum í gjár tapti 3-2 fyri Íslandi. Leygardagin [...] dró frá og vann settið 25-14. Í øðrum setti hildu Føroyar leingi stand, men eftir 9-11 hevði Ísrael hug at slíta seg leyst og legði seg á odda 17-12. Føroyar spentu tó í aftur og minkaðu um munin til bara
við fyrisiting og málsviðgerð. Í 15 ár hevur Katla búð í Danmark, og gleðir hon seg nú koma aftur til Føroya. Nú, hon hevur fingið hálvtíðar starv hjá Etiska ráðnum í Føroyum, hevur hon fingið lovað hálvtíðar [...] og granskingaretikk. Katla hevur í nøkur ár starvast innan vísindi og etikk á National Center for Etik í Keypmannhavn, har hon m.a. hevur greinað etiskar trupulleikar í kliniskari gransking. Afturat hesum [...] hálvtíðar starv, har hon er í løtuni, og við bústaði í Føroyum. Katla byrjar sum fakligur skrivari 1. mai 2025. – Etiska ráðið takkar Regini Berg hjartaliga fyri íblástur og arbeiðið sítt fyri Etiska ráðið
Vitjanin á forsetaborgini kom í lag í sambandi við, at Sirið Stenberg vitjaði í Kyiv saman við Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharra. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur á ferðini havt høvi at greiða [...] viljan hjá Føroyum at stuðla Ukraina – bæði ítøkiligu ætlanina um skjóttgangandi bátar og humanitera hjálp. – Stríðið hjá Ukraina fyri rættinum at vera til er avgerandi fyri trygdina og støðufestið í Evropa [...] Evropa. Tí fara vit í Føroyum enn meira miðvíst at raðfesta stuðul til Ukraina. Eftir at hava hitt umboð fyri stjórnina, vitjað vinnufyritøkur og heilsað upp ukrainskar hermenn, eri eg sannførd um, at føroysk
róðurin fram í Trongisvági tann 1. november, síðani á Kambsdali 29. november, áðrenn finalan og føroyameistarakappingin verður 7. mars í ítróttarhølini við Streymin. At áhugin fyri inniróðri er í stórari menning [...] menning, sæst aftur í tilmeldingunum: Heili 95 rógvarar hava teknað seg til kappingina á Eiđi – tað hægsta talið, sum nakrantíð hevur verið til eina inniróðurstevnu í Føroyum, FM undantikiđ. Hetta boðar [...] stuðli og við eini so sterka byrjan liggur alt til rættis fyri, at inniróðurin í Føroyum fer at taka enn eitt stórt fet fram í 2025/26. Høvđus- og stórstuđlar hjâ Róđrarsambandi Føroya eru: Kemilux BURN Føroya
Tað verður í Hoydølum, Sanatoriuvegur 11, hóskvøldið 11. desember kl. 19. Við framsýningum um náttúru og mentan og eini serligari framsýning um tuberklatíðina í Føroyum er ætlanin at Hoydalar verða karmur [...] Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og mentamálum. Við at leggja Tjóðsavnið í Hoydølum verður søguliga økið varðveitt og miðlað, og upprunaligu dygdirnar í økinum kunnu koma okkum øllum til [...] gagns fyri dagstovnar, skúlaflokkar, ferðafólk og fólkið í Føroyum. Fyri friðaðu bygningarnar er tað ein stórur fyrimunur, at teir verða settir í stand og varðveittir. Sambandið við frílendið á Boðanesi
útreiðslurnar í Føroyum til gransking og menning sum partur av BTÚ lægri enn í hinum Norðanlondunum. Í Danmark eru útreiðslurnar 2,9 prosent, í Íslandi 2,7 prosent, í Noregi 1,6 prosent og í Svøríki 3,4 [...] Tað skrivar gransking.fo Í Føroyum varð í 2022 granskað fyri 376 milliónir kr. Tað svarar til 1,5 prosent av bruttatjóðarúrtøkuni (BTÚ). Í 2003, tá seinasta kanningin av útreiðslum til gransking og menning [...] ferðir so nógv ársverk Talið á granskarum í Føroyum er meira enn tvífaldað seinastu 20 árini. Í 2022 vórðu tilsamans 276 ársverk innan gransking og menning. Í 2003 vóru 131 ársverk. Áleið líka nógvar kvinnur