rúsdrekkakoyrarum at rokna út, hvar politiið er. Tað skal verða strangt eftirlit í tunnlunum, og ov nógv ferð í hesum skal ikki góðtakast. Ein ferðsluvanlukka í tunnlum kann jú skjótt gerast til eina veruliga [...] myndugleikar fyri at gera nakað - og tað skjótt. Lurtið eftir Rúnu Sivertsen og roynið at finna ein eins framfýsnan og eldhugaðan formann til Ferðslutrygd, so nakað munagott hendir. Vit kunnu ikki liva
kappast við Atlantsflog, so skal tað vera »undir somu treytum« sum Atlantsflog. Og tá hann hugsar um treytir, so meinar hann við, at einhvør kappingarneyti hjá Atlantsflog skal tvingast [...] Á bankaøkinum ræður duopol – sum fyri brúkaran er eins ringt og monopol. Sama skilið er á oljumarknaðinum, og á matvørumarknaðinum eru vit við at fáa monopolstøðu, tí handilslívið verður [...] men heldur at tjóðartaka flogfelagið aftur, so tað bara verður alment. Soleiðis hava vit nú ein eigara, Vinnumálaráðið við Johan Dahl sum landsstýrismanni, sum bæði eigur flogfelagið, og
menna ferðafólkavinnuna, so hon veruliga gjørdist eitt ískoyti til búskapin. Eyðvitað er, at eins og onnur smá oyggjasamfeløg kunnu vinna fitt upp á ferðavinnuna, so kunnu vit í Føroyum [...] Smyril Line. Um tað er gott ella ringt, tað kundu vit altíð kjakast um, men tað er í øllum førum ein veruleiki, sum forpliktar. Smyril Line hevur verið rikið á privatum grundarlag, hóast [...] so krevur tað, at landið gevur vinnuni góðar og tryggar karmar. Lyfti hava verið um sertreytir fyri heimligu vinnuna við eitt nú lækkaðum meirvirðisgjaldi. Men hetta tykist ikki blíva
fosturtøku. Tað merkir, at vit lata tað upp til ta einstøku kvinnuna at gera av, um hon skal taka fosturtøku ella ikki – sjálvandi eftir teimum treytum, sum eru í galdandi lógum og læknavísindi
at tosa við um hesi viðurskifti. Tað tykist sera løgið, at reglurnar í Føroyum skulu vera eins strangar, sum í ES ? og ofta nógv strangari. Gamaní má allur okkara útflutningur lúka heilsufrøðiligu [...] taka seg saman. Hann segði, at 180 milliónir eru í jarðargrunninum, sum áttu at verið brúktar til ein nýmótans sláturhús. Tað er nú ikki vist, at vit mugu taka so rívan til. Tað má kunna bera til at
rnar, vit hava eftir. Atlantsflog er parvíst privatiserað, ein triðingur varð seldur privatum. Landsstýrið gav lyfti um, at ein triðingur afturat skuldi seljast. Men tað var ikki gjørt, hetta [...] útreiðslur, sum politikarar dýkja á slík feløg, fyri at fáa ferðaseðlarnar dýrari. Tað er so einfalt sum tað. Hetta er eitt mál, sum Sambandsflokkurin av ølllum kann avgreiða í eini handavend [...] vinnuvirki, sum ikki kláraði seg. Viðhvørt er tað neyðugt at gera tað. Tað er eisini neyðugt at lofta einum felag sum Smyril Line, um tað er í vanda fyri at fara á heysin. Tað er bláoygt at siga, at um
Tað hevur sjálvsagt áhuga, bæði hjá løgtinginum og hjá almenninginum at vita, um tað passar, at ein landsstýrismaður soleiðis setir almennar pengar upp á spæl. Tí við hesum letur hann eitt útlendskt [...] Javnaðarflokkurin vil hava formansskapin í tinginum at burturvísa málið, tí tað lýkur ikki treytirnar fyri at verða lagt fram. Tað hendir valla. Men lagnunnar speisemi verður tað helst, at J
eftir øllum at døma ein ófrávíkilig treyt, at einki uppskot verður borið niðan í tingið, sum samgonguflokkarnir ikki eru samdir um. Sjálvstýrisflokkurin er so onkustaðni her ímillum. Ein møguleiki er sjálvsagt [...] hugsast, at Tjóðveldisflokkurin fer at verða sitandi í landsstýrinum. Hetta man kortini metast sum ein hypotetiskur møguleiki, tí neyvan fer formaður Tjóðveldisfloksins, Høgni Hoydal, at tíma tað. Hann
di Atlandsflog er motorvegur okkara út í heim. Hesin motorvegur skal haldast. Tað er eisini ein treyt fyri fólkavøkstri í Føroyum. Hjartaliga tillukku við nýggja flogfarinum! [...] beinleiðis úr Føroyum suður til Afrika. Ítøkjuliga hevur skapt eina rutu til Barcelona í Spania, meðan ein ruta til Kanarisku Oyggjarnar í vetur er í umbúna. Um USA eisini verður eitt ferðamál, tykist [...] amerikanska fastlandið upp í netið hjá Atlantsflog. Vit kunnu so bert at vóna, at Atlantsflog fær ein so burðardyggan rakstur í hetta flogfarið, at tað kann skapa grundarlagið fyri tí næsta. Tað hevur
eftir marknaðartreytum, og tí verður enn politiskt gjørt av, hvussu kvotur og fiskidagar skulu býtast, og harvið er tað ikki fiskivinnan sjálv, sum stýrir vinnuni, men ein nógv størri fel [...] Hetta er ein ógvuliga viðkomandi spurningur at seta sær – hóast vit øll nikkandi kunnu svarað, at sjálvandi hava vit lært nakað – fyri ikki at siga nógv. Meðan vit í 1992 í alt ov stóran mun fiskaðu [...] í landskassanum heldur enn á grunnunum, so hava okkara politikarar ikki enn góðtikið - ikki ein gong teir borgarligu - at marknaðarkreftirnar eiga at sleppa at ráða í fiskivinnuni. Og hóast