maður til sjóndar á gøtuni. Hann gongur skjótt framvið húkandi ommuni, sum hevur ommudóttrina við sína lið. Maðurin er í svørtum klæðum og hyggur niður. Tær geva sær ikki stórvegis far um hann og tveita seinastu [...] niðara hylinum. Tað vísti seg at vera eitt lík. Sonurin hjá Mortani og Kirstin, Rasmus Rasmussen. Ársins gittarleikari í 2005 og ein høvuðspersónur í politisku orrustuni um støðu teirra samkyndu. Eftir [...] instrumentalar solofløgur. Hann var vertur í útvarpssendingini Rokkstovan. Og í 2005 varð hann kosin ársins gittarleikari á Atlantic Music Event í Norðurlandahúsinum. Sambært einum vinmanni í bólkinum Makrel