rakti, hevur kirkjan verið karmurin um lívsins mangan baldrutu siglingarleið. Kirkjan er karmur um gleði og sorg, hon fevnir alt lívið við øllum tess litbrøgdum, men er tó kjølfest í Jesusi, sum hevur sigrað [...] Purkhús, sóknarprestur, talaði um sjálva kirkjuna: Fyrst av øllum fara vit at ynskja hvør øðrum hjartaliga til lukku við kirkjuni á Kirkju, nú hon í dag fyllir 90. Hetta er ein stórur dagur, sum eg veit [...] menniskju, men sum eitt feltsjúkrahús, har bundið verður um sárini, og tey løstaðu og særdu verða reist á føtur aftur. Tað er eisini júst hetta sama, ið er og hevur verið aðalmálið við hesi kirkju: at bera fólkinum
at gera av, um leigumálið um Clare skal halda fram hetta summarið. Norrøna er bæði farmaskip og eitt luksusferðamannaskip. Ella sum Óli Hammer sigur, at talan er um ein skrokk, sum bæði er lastaskip og [...] hava nú ovmikið at plássi á bildekkinum, bæði til bilar og til farm. Um farmurin fer at órógva bilaflutningin, so mugu vit taka støðu til, um vit skulu loysa farmaspurningin á annan hátt, eitt nú við at [...] rættuliga ójavnir á máli um, hvørt tað almenna skuldi vera við í uttanlandssigling. Men politiska orrustan um uttanlandssiglingina hjá Strandferðsluni steðgaði ikki fyri tað, um landsstýrið gjørdi av at
meta um hesar atfinningar. Og tað er eingin annar tingmaður heldur. ? Men vit kunnu ikki taka endaliga avgerð um staðseting av flogvølli í Føroyum, uttan at hetta er útgreinað. ? Tí tá avgerðin er tikin [...] avmarka fráflytingina úr landinum. ? Skulu Føroyar mennast, er ein betri flogvøllur ikki bara ein fyrimunur. Hann er ein fortreyt. Og tí er heilt avgerandi, at vit velja ta allar bestu loysnina. Vágar [...] sum tørvurin veksur. Tosað verður um "tørv og krøv 20?30 ár fram". Prísurin fer uttan iva væl uppum ta hálvu milliardina. ? Mælt verður altso óbeinleiðis til, at vit nú endaliga gera av, at flogvøllurin
tú at gera sós?! Vanligt er, at tað er tíðindafólkið sum setur spurningarnar, meðan onnur svara teimum. Tá talan er um roynda kokkin og matgerðaran Jákup Ziskason í Klaksvík er øðrvísi. Hann vil fyrst hava [...] sigur: - Tað sum fyrr var mett sum fótatraðk er í dag at meta sum ein delikatessa. - Hugsa bara um skerpikjøtið, hvussu væl tað smakkar og hvussu vakurt tað er. Tað er næstan sum konfekt! Fyrstu ferð hann royndi [...] seg við matgerð til eina veitslu var á kyndilsmessu í 1966. So her er talan um ein royndan mann innan matgerð. Tí er helst lítil ivi um, at nógv fólk fer at koma til móttøkuna seinnapartin í morgin.
tá ”vit mugu koma tí æviga nær og stíga um markið tá yvir”. Hans, hóast tú á mangan hátt komst ”hátt í hesi verð”, og tú nú skuldi hugleitt og tikið saman um, so veit eg , at tú hevði gjørt orð skaldsins [...] útbyggingini í 1992 ,síggi eg teg fyr mær, har tú heldur røðu og fegnast um úrslitið av góðum kommununalum samstarvi, valaverki sum økti um møguleikar teirr eldru í Eysturoynni, tá tørvur fyri ”hjálpandi hondum” [...] frøddist, at nú var komið á mál við tí, sum longu 5. januar 1961 var gróðursett! Tú tókst ikki orðið, men ”lat verkið tala fyri seg”! Eysturoyar Røktar-og ellisheim stendur sum ein varði um títt áhaldni
Hóast talan er um vinardyst, so er spenningurin stórur av fleiri orsøkum. Ein er, at Jón Rói Jacobsen og Todi Jónsson aftur eru tøkir, og ein onnur er, at nú fer at bera til at finna svarið uppá, um Malta eigur [...] og tað er rætt, at tað framvegis er nógv at spæla um. Aldudalurin Síðani summarsteðgin er tað týðuligt, at trý feløg hava rættuliga torført at fóta sær. Tey eru botnliðið B68, KÍ og so NSÍ. ÍF er næstaftast [...] munnu vera greiðir yvir, at brekkan niðan á, sum skal gangast, um B68 skal halda fram í bestu deildini, er brattari nú, enn hon var undan ÍF sigrinum í Runavík. B68 hevur tvey stig, og nú hevur ÍF sjey stig
brekøkinum. Nú fíggjarlógaruppskotið fyri 2019 er lagt fram, er avbjóðingin sjálvsagt, at hetta er seinasta fíggjarlógaruppskotið hjá sitandi samgongu. Løgtingsval verður aftur seinast um eitt ár, so her [...] Eisini er játtan sett av til Bú- og umlættingardepil til fólk við autismu. Hetta fegnast MEGD um. Tó er stóra avbjóðingin, at tíðarætlanin er løgd inn í komandi valskeið, nøktandi fígging er ikki sett [...] lønarhækkingar. Hugstoytt er at síggja, at eingin játtan í fíggjarlógaruppskotinum er sett av til útbygging á Rásini, sum er skúlatilboð til ung við menningartarni. Hetta er eitt gott og mennandi skúlatilboð
summarstevnunum herheima. ? Tað er ongin ivi um, at norðoyastevna er hæddarpunktið á sumrinum her, og tað er eitt gott høvi til at hitta vinir og kenningar. Men tað er sjálvandi ymiskt sum fólk velja at [...] Sólvá og etur fransbreyð. Hóast hon er prikkut um alt andlitið og allan kroppin av skaldkoppum, so er lagið gott, og hon tykist ikki at ørkymlast av, at ókunnugt fólk er komið á gátt. Fimm ára gamla Turið [...] Tóra spæla í gongini, meðan Tórálvur, sum einans er knappan mánaða gamal liggur á sofuni og ger vart við, at tað nú aftur er tíð at fáa at eta. Sigmundur er blíður og býður sess, meðan hann tekur lítla Tórálv
úr Farley og yvir á Hunter. Hetta komst lutvíst av tí, at Farley er eitt gamalt skip, ið næstan ikki er sjóført, lutvíst tí at skipið siglir ólógliga og hald kann verða lagt á skipið, um tað leggur at [...] hansara framferðar- og hugsunnarhátti er at trýsta málið ígjøgnum. Hvalaveiða er ikki banna, men tó heldur ikki heilt loyvd. Hetta er ein ógreið støða, ið er úrslit av politiskum neyðsemjur og stuttskygni [...] Ásigling er hansara eyðkendi taktikkur. Og tað var júst tað, sum hann og manning hansara ætlaðu at gera móti japansku skipunum hendan vetrardagin, tað var altso um teir kunnu finna tey. Watson er 56 ára
politiskari gølu, sum bert snýr seg um landsstýrismannin, og als ikki um Vinnumálaráðið. Hetta er i grundini óhoyrt, og als ikki sambæriligt við tær uppgávur embætisverkið er sett at røkja. Landsstýrismaðurin [...] stýrisskipanarlóg og lóg um ábyrgd landsstýrismanna vavdar uppi ein ellibita, sjálvt um tær eru tvær sjálvstøðugar og fullkomuliga atskildar lógir. Sigast má, at her er ikki annað enn talan um eitt burturbrigdi [...] valdsapparatið altíð roynir at verja síni ólíkindi. Tá so er, vera øll segl sett til, - her er onki heilagt - og her vera ongar skitnar “metodur” spardar! Langt áðrenn sjálv niðurstøðan í Landsstýrismannanevndini