skuldu sett stig til í dag. Eitt stig er so altíð møguligt at vinna aftur. Men hinvegin er kappingin sera, sera jøvn í ár, og tí er einki at ivast í, at mest sum hvørt stig í endaspælinum verður avgerandi. Á [...] teir syrgja fyri, at teir í øllum førum koma heilt nær oddinum undan endaspælinum. Og so skulu teir bláu nokk eisini minnast til, at tað eru ikki meira enn tríggir dagar síðani teir vóru fyri eyðmýkjandi [...] hetta longu nú at gerast ein týdningarleysur dystur. Ikki minst tí talan ikki er um nakran niðurflytingarvanda. Men hinvegin er einki at ivast í, at báðir partar helst vilja sleppa undan at skula halda til
stovnar, sum ynskja at nema sær førleikar til at gagnnýta vitlíki til at styrkja marknaðarføringina og søluna á netinum. - Tað hevur eydnast sera væl hjá okkara skeiðsluttakarum at fáa størri gagn burtur [...] almennir stovnar eftirlýstu í september, at Landsstýrið tók politisk stig til at raðfesta og taka støðu til vitlíki í føroyska samfelagnum. Staðfest bleiv, at menningin av vitlíki gongur skjótari, enn [...] hevur, og eisini taka støðu til, hvussu vit verja okkum fyri møguligu neiligu ávirkanini av tøknini. Raðfesting á hesum økinum verður avgerandi fyri at varðveita okkara mál, mentan og vælferð. Føroyskar fyritøkur
gøturnar saman við Sosialinum í dag, ber til at lesa samrøðu við Hall Hansson, sum um vikuskiftið var við til at vinna á FCK í Parkini, sum tó var tóm fyri áskoðarum. Les eisini um støðuna hjá spælarunum [...] spælarunum í AC Horsens og hvussu teir fyribyrgja, at nakar í hópinum skal blíva smittaður. Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER Les eisini um hondbóltsvikuskiftið, har VÍF meldaði seg inn aftur í FM-stríðið
Kosovo. KÍ tapti fyrsta dystin greitt fyri vertunum úr Apollon, men fekk síðani óvæntaðan javnleik ímóti PAOK. Tað hevur við sær, at um KÍ-kvinnurnar megna at vinna seinasta dystin í bólkaspælinum í dag [...] í bólkinum. Mótstøðuliðið í dag luttekur fyri fyrstu ferð í Champions League kappingini, men meistararnir úr Kosovo hava fingið góð úrslit. Tær taptu tepurt fyri Apollon og spældu javnleik ímóti PAOK. [...] Spurningurin er so, hvussu KÍ og Hajvalia eru fyri, nú triði dysturin innan 6 dagar skal spælast, og hvussu liðini standa til hvørt annað. Tað verður aftur heitt í Limassol í dag, seinnapartin verður hitin
tum út í Kalsoyarfjørð at kasta fløskupost. Tey føroysku træseglskipini verða við og hópin av størri so smærri motorbátum og føroyskum róðrarbátum. Tey sum ynskja at skipa fyri framsýningum o.ø. á Føroya [...] Leygardagin 18. august verður Føroya Sjómannadagur fyri 8. ferð, og fyri kortum undirskrivaðu EIK og Føroya Sjómannadagur samstarvsavtalu. Føroya Sjómannadagur hevur gjørt avtalu við ársins høvuðssponsorarnar [...] til, tí vinna og feløg standa saman um tiltakið. Í vikuni fram til Sjómannadagin verða fleiri fyrilestrar, og stóra familjutiltakið verður aftur á skrá í ár hin væl umtókta fiskikappingin fyri børn, stóra
um, ið er í Montenegro í hesum døgum. Tað er greitt aftaná, at Føroyar taptu 25-35 (9-18) fyri Spania, og Frakland tapti 31-34 (16-19) fyri Svøríki. Tað gevur hesa støðuna í innleiðandi bólki D: 1. Spania [...] HM-endaspælið komandi ár, og 13 tey fremstu sleppa til EM-endaspælið fyri U18-landslið um tvey ár. So tað verður óannsæð nógv at spæla fyri hjá okkara monnum. [...] -11 0 stig 4. Føroyar 2 0 0 2 54 : 67 -13 0 stig Í morgin klokkan 15 spæla Føroyar og Frakland um at vinna stig við sær í niðara millumbólkin. Sum støðan er í bólki C nú vera tað Danmark og Slovenia, ið
sum hevur verið neyðugt at vinna, fyri at koma fremstur á mál. Soleiðis var tað ikki á Sundalagsstevnuni. Hjá øllum trimum bátunum – Hoyvíkingi, Eysturoyingi og Vestmenningi – var starturin góður [...] eru tað Eysturoyingur og Vestmenningur, sum eru mitt í stríðnum fyri at vinna FM í ár, og harvið í samantalda FM úrslitinum einsamallur at leggja seg á næstfremsta plássið. Kappingarnar í Klaksvík og Hvalvík [...] hjá Eysturoyingi. Søgan sigur, at Vestmenningur ofta hevur verið eitt sindur tungur í startinum, og at tað ikki hevur verið fyrrenn í miðróðrinum og í endaspurtinum, at Vestmenningur hevur tikið tað, sum
sum fyri fyrstu ferð í trettan ár fekk handað steyp og skreyt fyri at hava vunnið ein róður. Framúr tíð Klaksvíkingar og norðoyingar høvdu vónað, at 10-mannafarið Klaksvíkingur skuldi syrgja fyri kap [...] Norðoyastevnu. Hetta er einasta ferðin yvirhøvur, at Havfrúgvin við kvinnum hevur vunnið FM. Norðoyatevnuróðurin boðaði frá, at tær úr Vestmanna ætla at bjóða av í FM kappingini. Talan var um rættuliga [...] kappróðrarliga gullinum til heimafólkið á Norðoyastevnu í ár. At tað eisini skuldi eydnast kvinnunum á Páll Fanga at vinna, var eitt sindur óvæntað. Hvessingur misti FM heitið á Ólavsøku í fjør, og tær
hevði sjálvandi vónað, at fleiri útlendiskir veitarar fóru at nýta høvi at koma hendanvegin, nú oljuleiting stendur fyri durum. Og tískil varð tíð avsett á skránna soleiðis, at stevnan eisini gav møguleikar [...] og fremst at fáa oljufeløgini at kunna føroysku vinnuna um ætlannir sínar í leitiskeiðnum, og hvussu tey ætlað at røkka málinum um størst møguliga føroyska vinnuluttøku. Vinnuhúsið skipar fyri ráðstevnuni [...] føroyskum feløgum at hitta hesar. Ásannast má tó, at ráðstevnan kanska liggur í so tíðliga, og at nógvir útlendskir veitarar ikki enn hava tikið støðu til luttøku á føroyskum øki. Tó var valt at leggja hesa
manningin á Havnarbátinum lagt nógv fyri at venja 1000 metrar, sum er teinurin bæði á Vestanstevnu og á Ólavsøku. -Vit avgjørdu fyri fleiri vikum síðan at leggja okkum eftir at venja 1000 metrar, tí vit snøgt [...] undan ólavsøku. -Eysturoyingur er sjálvsagt stórur favorittur at vinna á ólavsøku, men alt kann henda. Vit fara at gera okkara ítarsta fyri at geva teimum kapping, tí ein sigur á ólavsøku kann heilt avgjørt [...] neyðugu venjingina til at standa okkum á 2000 metrum. Út frá teimum fortreytum, at vit vórðu seint mannaðir í ár og vit harvið ikki eru líka væl fyri sum hinar manningarnar, kanst tú siga, at vit róu optimalt