gjár, at flokkurin hevur fingið veljarar, tí hann hevur lagt stóran dent á at bøta um viðurskiftini hjá teimum gomlu og skúlaverkið, og tí hann ætlar at bøta um skattaskipanina. Kortini helt hann, at tað [...] Tað gongur strúkandi hjá norska Arbeiðaraflokkinum í løtuni, og heldur gongdin fram, er lítið at ivast í, at Noreg fær eina reyð-grøna stjórn aftan á stórtingsvalið. Tann seinasta veljarakanningin, sum [...] fimm ár. Tað merkir eisini, at flokkurin hevur ongantíð havt so stóra undirtøku, síðani Jens Stoltenberg gjørdist formaður fyri trimum árum síðani. Politiskir eygleiðarar siga, at nógv fólk, sum ikki vóru
fyritøkunum í heiminum innan tráðleyst breiðaband. Í royndunum at økja um marknaðar- og vakstrarmøguleikarar metir Føroya Tele tað at vera neyðugt at førka føroyska fjarskiftismarknaðin inn á nýggj virkisøki [...] um. Tað eydnaðist okkum ikki at fáa fatur á leiðsluni á Føroya Tele fyri evstamark á blaðnum. Økja um vitan og virksemi Føroya Tele sigur, at endamálið við keypinum er at økja um samlaða »føroyska« te [...] betri møguleikar fyri at menna føroyskar skipanir til útflutnings, eitt nú saman við føroysku KT-vinnuni. Áhugamálini hjá Føroya Tele eru at fáa høgliga atgongd til nýggja vitan, at fáa ein áhugaverdan
- Vit ætlaðu at hava eina ársveitslu í felagnum Grót. Á ársveitslum hevur man loyvi at skeinkja. Tað stendur í rúsdrekkalógini. So hetta var í lagi. Tað fingu vit millum annað at vita úr Vinnumálaráðnum [...] Vit spurdu okkum nevniliga fyri ymsastaðni og vístu á, at veitslan var bara fyri limir, og at hesir skuldu vera omanfyri 18 ár. Vit gjørdu so av at hava veitsluna leygardagin, sigur Jón Tyril. - Men leygardagin [...] Politiviðtøkurnar skulu haldast. So vit máttu góðtaka, at vit ikki kundu halda ársveitslu, sigur Jón Tyril. Løgfrøðingur á fútaskrivstovuni sigur, at hátturin, sum veitslan varð fyriskipað, var í stríð við
Við Útvarpið stutt undan dystarbyrjan segði venjarin, at broytingin gav seg sjálva, tí Marni Djurhuus hevði boðað frá, at hann ikki var førur fyri at spæla. Eftir hendiligan samanstoyt við Rógva Jacobsen [...] vøllinum at fáa viðgerð. Átta minuttir seinni kom Óli aftur á vøllin, men tá bað hann skjótt um at verða útskiftur. Tá fór Jón Rói í miðverjuna, Atli á høgra vongverja, og Marni var nóg birgur at seta á [...] fínan dyst ímóti italsku heimsmeistarunum. Kortini hevði Jógvan Martin Olsen gjørt av at seta tveir spælarar av og at broyta uppstillingina á fýra plássum undan avbjóðingini ímóti Skotlandi í gjár. Sum tað
Jan heldur at enda, at føroyingum dáma slíkar kappingar, og m.a. tí er luttøkan so stór. Hann sigur eisini, at eitt blað sum - Stóra luttøkan vísir heilt víst, at fólk í Føroyum dáma, at stig verður tikið [...] sjálvandi eisini hugaligt at vinna nakrar flogferðir frá Atlantsflog, sum sja´lvandi flýgur til nógv ymisk lond. Eg haldi eisini, at vit sum Miðlahús og blað hava til uppgávu at skipa fyri slíkum kappingum [...] við kappingina. Tað vísir seg, at sera nógv fólk hava tikið lut í hesi kappingini, tí túsundtals fólk hava sent kalendarar inn til okkum. Tí er eisini ótrúliga stuttligt at standa her og finna vinnararnar
ávara ímóti, at politisku flokkarnir soleiðis leggja seg út í samráðingarættin og verkfalsrættin hjá føroysku fakfeløgunum og vit skulu minna á, at vanligi føroyski løntakarin neyvan fer at gloyma hesa [...] Undirritaðu fakfeløg mótmæla harðliga, at landsstýrismaðurin við fíggjarmálum hevur noktað at góðtikið eina semju, sum Maskinmeistarafelagið og Elfelagið SEV hava gjørt eftir uppskoti, sum varð lagt fram [...] fram av semingsfólkunum. Tað er átaluvert, at landsstýrismaðurin vrakar eitt av pørtunum góðtikið semingsuppskot, sum hevur til endamáls at javna lønina hjá maskinmeistarum, sum starvast hjá SEV við aðrar
vórðu hildin at misprýða klæðini, er tað at fegnast um, at hugburðurin í dag er heilt øðrvísi. Nú finnast endurskin í alskyns fantasifullum útgávum, og millum børnini og tey ungu er tað meir at kalla smart [...] heimild til at áleggja ítróttrafeløgunum ella øðrum beinleiðis reglur hesum viðvíkjandi. Men vit vilja avgjørt staðiliga heita á tey, um at fáa hetta í rættlag, sigur Rúna Sivertsen. Rúna vísir á, at meðan endurskin [...] Ráðið fyri Ferðslutrygd er tað umráðandi at øll, tað veri seg íróttarfeløg, foreldur og onnur, altíð hava ferðslutrygdina í huga. Í so máta er ongin undanførsla fyri, at tær væl umtóktu ítróttardraktirnar ikki
hugsandi í dag. Men støðan í 1965 var tann, at HB og B36 høvdu sama venjara. Í »Rennið Dreingir«, sum B36 gav út í 1997, verður skrivað, at bæði HB og B36 høvdu ilt við at finna sær venjara til kappingarárið, [...] hvør teirra skuldi hava gullið. Og at tað gjørdist HB, høvdu tey reyð/svørtu helst eisini eina eyka orsøk at fegnast um. Í øllum førum ljóðaði tað í HB-leguni, at venjaranum dámdi betri B36. Bengt var [...] framamn. Á felags nevndarfundi varð tí gjørt av, at feløgini skuldu seta seg í samband við skrivaran hjá DBU, sum var væl kendur í Havn. Úrslitið av hesum varð, at Bengt Anneman varð settur sum venjari hjá báðum
Geisling sigur, at hann hevur ætlanir um at koma aftur hendavegin, men honum dámar best, um onkur verkætlan er knýtt at ferðini, og hann hevur leysligar tankar um, at hann møguliga fer at gera okkurt fj [...] Hetta er aðru ferð innan stutta tíð, at danski læknin vitjar í Føroyum. Síðst framleiddi hann eina sending úr Føroyum, men hesuferð hava ørindini verið at hildið skeið ella fyrilestur fyri starvsfólki [...] fjølmiðlarnir geva sær møguliga ikki nóg stórt far um, at slíkt tilfar ofta fangar lesarar, lurtarar og hyggjarar. - Eg havi havi ofta sagt til stuttleika, at tað skuldu verið fleiri hemoridir í bløðunum, sigur
Bjørn Kalsø vísir á, at hann hevur tillutað ídnaðarskipum kvotu av norðhavssildini fyri at økja um møguleikarnar fyri, at føroyska kvotan verður fiskað. - Tað er ikki soleiðis, at nótaskipini hava mist [...] eiga ídnaðarskipini, hava hinvegin ført fram, at eingin orsøk er, at føroysk kvota liggur ófiskað, tá ið árið er úti. Tí hava teir afturvendandi havt ynski um at fáa ein part av teimum kvotum, sum landsstýrið [...] num í fiskivinnumálum, nú hann hevur avgjørt at hækka føroysku kvotuna av norðhavssild, sleppa ídnaðarskipini nú eisini upp í part. Tey sleppa nevniliga at fiska 5.000 tons av tilsamans 68.000 tonsum,