heildarmetingar at verða gjørdar, soleiðis at atlit verða tikin til, hvat nú einaferð er besta loysnin. Og her er tað, at eg meti, at BankNordik í hesi ætlan mistekur seg, tí hetta kemur hvørki at gagna kundanum [...] í gjár um ætlanina hjá BankNordik at stongja kassaavgreiðsluna í Saltangará - ta einastu hjá bankanum í Eysturoynni - hon er heilt óskiljandi og eigur at verða tikin upp til nýggja viðgerð í bankanum [...] so rættar mistakið og letur avgreiðsluna framhaldandi verða opna. Væl veit eg, at vit liva í eini talgildari verð, og at menningin á hesum økinum gongur skjótt. Hendan menning gevur nýggjar møguleikar
Vandin er, at avgerðir verða tiknar grundað á upphitaðan fólkastemning, sigur Bjørn á Heygum um uppskot hjá Tjóðveldi um at loyva 4500 veljarum at krevja lógaruppskot til fólkaatkvøðu. - Hetta er nakað [...] kenna frá øðrum skandinaviskum londum. Eg haldi, at vit skulu vera varin við at gera tílíkar broytingar. Tað sigur Bjørn á Heygum, advokatur, sum var við til at gera uppskotið til broytingar í stýrisskipanarlógini [...] a soleiðis, at ein triðingur av tinglimunum kunnu krevja eitt samtykt lógaruppskot fyri fólkaatkvøðu. - Tá stýrisskipanin varð samtykt í 1994 kom hesin parturin ikki við. Men eg haldi, at tað hevði verið
kortini hevur mótparturin ikki veirð sinnaður at seta hesa orðing inn, og vit vita ikki hvør orsøkin er. Eg havi ilt við at siggja eina grundgeving ímóti at vilja tryggja eitt gott sálarligt arbeiðsumhvørvi [...] serliga tá tað einki kostar. ongin ivi er um, at tørvur er á at seta orð á hesa skyldu. Tí er hetta óskiljandi fyri okkum, og vit taka tað sum tekin um, at mótparturin ikki vil fáa í lag semju, staðfestir [...] Maud Wang Hansen, á heimasíðuni. Forkvinnan staðfestir eisini, at nakrir møguleikar eru fyri at koma á mál. Á fundinum varð tó skjótt greitt, at álitisfólkini fyrst av øllum ynsktu ein fund við avvarðandi
vikuni byrjaði felagið at fiska eftir stríðsmannium hjá NSÍ. Nú eru teir komnir ásamt um eitt skifti, bara fáar dagar fyri at íslandska kappingin byrjar. - Eg havi eitt mál um at gerast betri sum fótbó [...] sigur Karl Løkin við Portalin í kvøld. Karl Løkin leggur afturat, at tað tiltalar hann at spæla í bestu íslendsku kappingini og hann væntar, at sáttmálin kemur upp á pláss sum skjótast. Mynd: Her er Karl Løkin(t [...] Karl Løkin hevur fyribils spælt sín seinasta dyst fyri NSÍ. Hann skiftir eftir øllum at døma til Íslands at spæla í bestu deildini. Talan er um Vikingur Olafsvik, sum spælir í bestu deildini. Teir fluttu
bæði hjá samgongu- og andstøðutinglimum, fyri at fáa undirtøku fyri alternativa býtinum. - Eg vóni at fáa forstáilsi fyri, at vit mugu hugsa alternativt fyri at bjarga heimaflotanum, sigur Jákup Mikkelsen [...] í felag fáa loyvi at leiga sær eitt ella tvey nótaskip inn at fiska teirra part av kvotuni. Tað er boðskapurin frá Jákupi Mikkelsen, formanni í tingbólki Fólkafloksins, sum heldur at støðan við uppsjó [...] iskinum er somikið óvanlig, at neyðugt er at hugsa ótraditionelt. - Eitt ella tvey nótaskip kundu fiska alla kvotuna hjá heimaflotanum, sum eftir hesum leisti slapp frá at leggja um til uppsjóvar-fiskiskap
gera fyri at staðfesta, at Íleggingargrunnurin er og verður undir føroyskum ræði. - Tað er óskiljandi, og ein grundleggjandi skeiv avgerð, at fíggjarmálaráðharrin knappliga hevur játtað, at føroyingar sjálvir [...] løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, ger hesa niðurstøðu, eftir at landsstýrið og danska stjórnin fríggjadagin gjørdu semju um, at pengarnir fyri at rudda burtur gamla dynamittið við flogvøllin skulu takast [...] hava at vita, hví landsstýrismaðurin ikki hevur ráðført seg við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum. Tingkvinnan spyr eisini, um samgongan er samd um avgerðina, og hvat landsstýrismaðurin ætlar at gera
Sláið Ring, sum er landsfelag føroyskum dansi at frama, hevur miðvíst arbeitt fram ímóti at finna alternativ til gomlu brúðarvísurnar, sum eru tungar at fáa at ganga í fleiri av brúdleypnum nú í tíðini. Í [...] tá fólk fara at hugleiða og halda fyrilestrar um brúðarvísur. Tað eru meir enn hundrað ár síðani ein brúðarvísa varð yrkt. Sláið Ring vónar, at nýggju brúðarvísurnar koma at viðføra, at brúðarvísur áhaldandi [...] vakur siður, og vónandi verður honum langt lív lagað. Nýggju brúðarvísurnar eru ein roynd at fáa fleiri fólk at taka brúðarvísusiðin til sín, siga tey úr Sláið Ring.
hevði um, at slíkt skuldi henda, sigur Lív Durhuus. Hon sigur, at Magnus er sálarliga ávirkaður av hendingini. - Eitt er, at partur av andlitinum ikki verður púra grøtt aftur. Nakað annað er, at hann er [...] royk aðrastaðni í gøtuni og helt beinanvegin, at eldur var í. Eg royndi at ugga hann við, at talan bert var um royk úr einum skorsteini, men hann bleiv við at siga, hvat nú um eldurin kemur til okkara hús [...] - Eg gjørdist sera glað, tá eg sá, at viðkomandi pedagogur var ákærdur, men eg visti ikki, um eg skuldi grína ella gráta tá eg sá, at bótin bert gjørdist 800 krónur, sigur Lív Durhuus, ið er mamma Magnus
Rúna Olsen. - Vit hildu, at tða manglaði nakað til tey børn, ið eru vorðin ov stór til at spæla á spæliplássinum í cafeteria, og tá plássið er gott umborð, tóktist tað upplagt at gera ein fótbóltsvøll á [...] eisini eitt play-station rúm niðri undir, men teir ivast samstundis ikki í, at vøllurin fer at verða nógv vitjaður. - Her ber til at hugna sær hjá bæði børnum og foreldrum. Plássið í bakborð hevur ikki verið [...] nú kann fótbóltsvøllurin knappliga fara at draga nógv fólk til sín. Og so hava vit eisini møguleikan at skipa fyri kappingum á vøllinum, sigur Rúni Olsen. Fyri at »innvíga« vøllin, hevði Smyril Line bjóðað
meiri enn eina bátslongd aftanfyri Frúnna. At tað eydnaðist Erlu Kongsdóttir at vinna fer ivaleyst at bera við sær, at áhugin fyri kappróðri í Fuglafirði nú fer at verða størri, enn hann kanska hevur verið [...] verður gjørt. Higartil hevur tað ongantíð eydnast einum báti úr Fuglafirði at vinna FM heitið. Um tað fer at eydnast í 2009 fæst at vita í seinasta lagið á Ólavsøku. Men um úrslitini á Norðoyastevnu skulu [...] skulu nýtast sum grundarlag undir metingini, so er tað góður møguleiki fyri, at tað, sum ikki hevuyr eydnast áður, skal fara at eydnast teimum í Fuglafirði í ár. Kvinnurnar umborð á Erlu Kongsdóttir løgdu